33 ára gamli Toomaj Salehi varð í apríl dømdur til deyða eftir ógvuliga órættvísan rættargang. Brotsgerðin hjá tí iranska rapparanum var, at hann hevði tikið lut í mótmælistiltøkum hjá rørsluni Kvinna-Lív-Frælsi og í tónleikavideoum og uppsløgum á sosialum miðlum funnist at iranska stýrinum. Hann er vorðin píndur og skal leyslatast alt fyri eitt.
Toomaj Salehi hevur í fleiri ár brúkt sína rødd til at mótmæla kúganini hjá iranska stýrinum av fólkinum og tí víðfevnda brúkinum av deyðarevsing. Tað kann skjótt fara at kosta tí 33 ára gamla rapparanum lívið.
Eftir ógvuliga órættvísan rættargang varð hann í apríl funnin sekur í ”siðspillu á jørð” og dømdur til deyða. Bara fyri at hava tikið lut í mótmælum hjá rørsluni Kvinna-Lív-Frælsi og í tónleikavideoum og uppsløgum á sosialum miðlum funnist at iranska stýrinum.
Skriva undir átakið og krev, at Toomaj verður leyslatin alt fyri eitt!
Píndur
Toomaj er vorðin píndur í fongslinum. Hann hevur fingið elektriskan stoyt og er hóttur eftir lívinum og bardur so av, at hann hevur fingið fleiri beinbrot og sjónin er versnað í øðrum eyganum. Myndugleikarnir hava víst øllum kærum um píning frá sær.
Longu í 2011 varð Toomaj handtikin fyri at hava gjørt nøkur tónleikavideo, har ið hann hvassliga fanst at iranska stýrinum og tess stuðlum. Tann 30. oktobur 2022 varð hann aftur tilvildarliga handtikin fyri í tónleiki og uppsløgum á sosialum miðlum at hava funnist at stýrisskipanini. Hann hvarv sporleyst, og í eini samrøðu sama dag legði Mohammad Mousavian, ákæri í Esfahan-fongslinum, hann undir at hava átt ”ein týðandi leiklut í at eggja til uppreistur”.
Alment skuldsettur í propagandavideoum
Eisini almannakunngjørdu Islamic Republic of Iran Broadcasting (IRIB) og aðrir statsmiðlar fleiri propagandavideo, har ið Toomaj varð lagdur undir at hava ”eggjað til uppreistrarlyndi og ófrið í gøtunum”. Teir vístu eisini myndir av handtøkuni, og hvussu hann undir tvingsli játtaði seg sekan. Hetta hendi í fongslinum, har ið hann ikki slapp at tosa við sakførara og varð píndur og illa viðfarin.
Myndugleikarnir fingu hann við tvingsli at hvørva í eina mánað við ikki at siga familjuni hjá honum, hvar ið hann var. Hann varð fluttur á eina deild í Esfahan-fongslinum, sum fregnartænastan hjá Kollveltingarverjuni rekur, til hann 253 dagar seinni varð fluttur á eina vanliga deild.
Toomaj hevur einki gjørt uttan friðarliga at gera vart við sína hugsan – hann skal leyslatast alt fyri eitt!
Segði frá píning á YouTube
Eftir at tann djarvi rapparin var leyslatin móti gjaldi tann 19. novembur 2023, greiddi hann í einum video á YouTube frá, hvussu hann var vorðin píndur í fongslinum. Hann varð so illa bukaður, at hann breyt fleiri bein í ørmunum og beinunum og lá í óviti í tveir dagar. Toomaj greiddi eisini frá, at onkur ókendur løgur varð sprændur í nakkan á honum, og at hann var fyri sálarligari píning og m.a. sat avbyrgdur millum átta og níggju mánaðir.
Væl vitandi keldur hava greitt Amnesty frá, at fongsulsvørðir oystu Toomaj undir í vatni og góvu hon elektriskan stoyt í føturnar, hildu ein revolvara ímóti tinninginum á honum, meðan teir hóttu við at drepa hann og jarða hann í einum holi, teir høvdu grivið, trampaðu á bringuna á honum, knústu beinini á honum við eini bilhurð og góvu honum ein skaða í eygað, sum hevur ávirkað sjónina hjá honum.
Skaðar eftir píning
Tann 30. novembur 2023 varð Toomaj aftur handtikin og enn eina ferð settur í Esfahan-fongslið. Hann dregst framvegis við skaðar eftir píningina og hevur m.a. pínu í beinunum og ørmunum og hevur tørv á at sleppa undir skurð. Men myndugleikarnir vilja ikki sleppa honum undir læknahond.
Í juli 2023 – eftir eitt ógvuliga órættvíst rættarmál, har ið Toomaj í tveir mánaðir ikki fekk samband við sakførara – varð hann funnin sekur í seks av átta ákærupunktum og dømdur 18 ára og níggju mánaða fongsul umframt 40 koyrilssløg. Í novembur 2023 broytti hægstirættur dómin og ásetti, at fimm av teimum átta ákærupunktunum skuldu strikast, og at málið skuldi beinast aftur í kollveltingarrættin í Esfahan.
Kollveltingarrætturin gjørdi í januar 2024 av at kalla avgerðina hjá hægstarætti ”leiðbeinandi” og at taka allar tær átta ákærurnar upp aftur og leggja tvær nýggjar afturat. Og í apríl 2024 dømdi kollveltingarrætturin so Toomaj til deyða.
Toomaj skal leyslatast alt fyri eitt!
VIT KREVJA:
Iranskir myndugleikar skulu:
* steðga ætlanini um at avrætta Toomaj Salehi,
* ógilda deyðadómin og sleppa øllum ákærum ímóti honum,
* sleppa honum leysum beinanvegin og treytaleyst,
* sleppa honum undir læknahond,
* sleppa familju og sakførarum at vitja hann, til hann verður leyslatin, og
* verja hann fyri meira píning og ringari viðferð.
Hví skriva undir?
Hvør einasta undirskrift ger sítt til at leggja trýst á Iran. Vit hava fyrr sæð dómar verða broyttar, eftir at altjóða ljós er varpað á teir.
Hvat verður av undirskriftini?
Allar undirskriftirnar verða sendar formanninum í iranska rættarverkinum, Gholaamhossein Mohseni Ejei, gjøgnum ES-sendistovuna hjá Iran í Bruxelles.
SKRIVA UNDIR ✍️ ✍️ ✍️
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.