“MISSA VIT OYGGJARNAR,
MISSA VIT ALT”
Í EINUM OYGGJASAMFELAGI Í TORRESSUNDINUM, SUM ER NORÐAST Í AVSTRALIA, HAVA FORFEDRARNAR HJÁ PABAI OG PAUL BÚÐLEIKAST Í ÁRATÚSUND. MEN VIÐ VEÐURLAGSBROYTINGUNUM ER TEIRRA LÍVSGRUNDARLAG – SUM HJÁ NÓGVUM UPPRUNAFÓLKI ER TÆTT KNÝTT AT LANDI, SJÓGVI OG HIMMALI – NÚ Í VANDA. VERÐUR EINKI SETT Í VERK FYRI AT BJARGA OYGGJASAMFEALGNUM, ÓTTAST PABAI OG PAUL, AT TAÐ IKKI VERÐUR BÚGVANDI Á OYGGJUNUM, OG AT TEIR TÍ VERÐA NOYDDIR AT BRÓTA HETTA DRÚGVA TILKNÝTIÐ OG FLYTA AV OYNNI.
STRÍÐAST FYRI AT BJARGA OYGGJASAMFELAGNUM
Pabai og Paul eru av Guda Maluyligal fólkabólkinum í oyggjasamfelagi í Torressundinum, sum er norðasta partur í Australia. Forfedrar teirra hava búðleikast á hesum oyggjunum í fleiri túsund ár.
Veðurlagsbroytingarnar hótta nú lívsháttin, siðbundnu vitanina, mentanina og andaliga tilknýtið, sum eru varðveitt ættarlið eftir ættarlið í oyggjunum í Torressundinum. Vaksandi vatnstøðan elvir til oyðileggingar hvørt einasta ár: Strendur máa burtur og vegir, kálhavar og grøði umframt heilag og mentanarlig støð og gravir, har forfedrarnir eru jarðaðir, verða løgd í oyði.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við okkum á 235819 ella elsa@amnesty.fo.
“vit eru fødd á oyggjunum. Tær eru okkara møður, okkara samleiki, vit eru oyggjarnar. Í áratúsund hava okkara stríðsfamiljur bart ímóti øllum teimum, sum hava roynt at tikið okkara heim frá okkum. Men nú eru vit í vanda fyri at tapa ímóti veðurlagsbroytingum.”
– WADHUAM PABAI PABAI
Pabai og Paul eru nú farnir í rættin. Teir vísa á, at avstralska stjórnin ikki hevur tikið neyðugu stigini at fyribyrgja skaðar, sum standast av veðurlagsbroytingum, og sum úrslita í, at oyggjasamfelag og mentanararvur teirra verða týnd.
Verða neyðugu átøkini ikki sett í verk beinanvegin, verða tað nógvir oyggjabúgvar, sum mugu rýma, og tað fer at oyðileggja oyggjasamfelagið í Torressundinum, siga Pabai og Paul.
KREV, AT AVSTRALIA SETUR ÁTØK Í VERK
Skriva undir og krev, at avstralska stjórnin setur átøk í verk fyri at minka um kolevnisútlátini – júst sum heimsins lond hava givið lyfti um – so upphitingin av Jørðini ikki fer upp um tey 1,5 ºC fyri at tryggja, at rættindini hjá upprunafólki í Torressundinum verða vird.
HEVUR TÚ LISIÐ UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI?
VEÐURLAGSKREPPA ER MANNARÆTTINDAKREPPA
Veðurlagskreppan er eisini ein mannarættindakreppa, tí veðurlagskreppan hevur oyðileggjandi ávirkan á grundleggjandi mannarættindi. Umframt at broytingarnar hótta lív, so oyðileggja tær eisini lívsgrundarlagið hjá mongum menniskjum, og hevur skaðandi ávirkan á okkara heilsu, vatn, heim og gróður. Vit verða øll ávirkaði av veðurlagsbroytingunum, men serliga eru tað bólkar, sum framanundan eru útsett s.s. upprunafólk, fólk á sunnara hálvkúlu og fólk, ið liva av landbúnaði, ið eru fyri verstu veðurlagsbroytingunum. Les meira her.
COP28, VEÐURLAGSRÁÐSTEVNAN HJÁ ST
COP 28, altjóða veðurlagsráðstevnan hjá ST, er júst nú í Dubai. Amnesty International greið boð til heimsins leiðarar m.a. um at:
-samráðingar og avgerðir byggja á mannarættindi
-øll lond binda seg til at skerja framleiðslu og nýtslu av lívrunnum brennievni, og at skiftið til varandi orku verður rættvíst og verjir rættindini hjá teimum, sum verða ávirkaði av skiftinum
-ein rættvísur endurgjaldsgrunnur verður settur í verk, so at teir bólkar ella lond, sum verða harðast raktir av veðurlagsbroytingunum, fáa neyðugu hjálpina
Les meira um áheitanirnar hjá Amnesty International og her.
TAK OKKARA SKEIÐ
Á Amnesty Academy ber til at taka hópin av talgildum skeiðum um ymisk mannarættindaevni m.a. um veðurlagsrættvísi.