Síðan Kais Said, forseti, tók valdið í Tunesia, er mannarættindastøðan versnað, dómstólarnir eru ikki óheftir, og frásøgufræsli er undir álopi. Ein og hvør, sum finst at forsetanum, er í vanda fyri at verða handtikin og varðhaldsfongslað/ur. Men Chaima Issa er ein kvinna, ið ikki tegir. Eftir at hon alment fanst at forsetanum, varð Chaima handtikin og varðhaldsfongslað í meira enn fýra mánaðir. Hon kann vanta fleiri ár í fongsli fyri hennara friðarligu politisku aktivismu. 

 “ER HETTA TAÐ TUNESIA,

 VIT DROYMDU UM?” 

 FLEIRI ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT TALA AT 

At tosa um tað, hon heldur er rætt, liggur til familjuna hjá aktivistinum Chaimu Issa. Dóttur fyrrverandi politiskum fangan, Chaima, talar valdinum at. Hóast tað koster henni frælsið. 

Tá ið tunesiski forsetin, Kais Saied, koyrdi stjørnina frá, sendi heim forsetisráðharran og sjálvur tók stýrið á landinum í juli 2021, var Chaima ein av teimum fyrstu alment at vísa sína ónøgd. Eftir at Kais Saied tók valdið, eru mannarættindi veikari enn nakrantíð. Frásøgufrælsi er hótt. Hernaðardómstólar fara eftir teimum, ið finnast at stjórnini og rættarskipanin er ikki óheft.

Eftir at Chaima og onnur andstøðufólk hittust við útlendskum stjórnarumboðum fyri at tosa um politisku støðuna í Tunesia, varð Chaima handtikin 22. februar 2023, sum partur av eini rættarsmáli. “Konspiratión” skuldi tað eita seg.  Chaima varð leyslatin 13. juli eftir at hava verið varðhaldsfonglað í meira enn fýra mánaðir, men rættarmálið koyrur enn og myndugleikarnir hava bannað henni frá at fara úr landinum umframt at ferðast í almennum rúminum. Ein hernaðardómstólur, sum ikki er óheftir, kannar Chamau fyri at finnast at myndugleikunum í einari útvarpssending. Hon kann fáa fleiri ára fongsulsrevsing. 

Men Chaima gevur ikki upp. Í dómarakontórinum brast úr henni: “Er hetta Tunesia? Er hetta tað Tunesia, har vit lósu, tú og eg? Er hetta tað Tunesia, vit droymdu um?” Tá hon varð førd í fongslið, umgird av løgreglufólki, smíltist Chaima, lyfti knýtta nevan og sang tjóðarsangin.

 TÚ KANST GERA MUN! 

 SKRIVA TIL MYNDUGLEIKARNAR 

Skriva eitt áheitanarbræv til myndugleikarnar og krev, at teir gera alt fyri eitt sleppa ógrundaðu rættarmálinum og avmarkingunum móti Chaimu Issa. Tað er hennara grundleggjandi frælsi at siga sína hugsan um stjórnina og ferðast í almenna rúminum.

Eitt áheitanarbræv er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta, dómara ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.

 DØMI/ÍBLÁSTUR 

Tú kanst skriva brævið niðan fyri av ella brúka tað sum íblástur.

Your Excellency

I call on you to immediately drop all charges and other restrictions brought against political activist Chaima Issa, who is unjustly banned from travelling and “appearing in public spaces”. She is being investigated for alleged “conspiracy” after meeting with foreign diplomats alongside other Tunisian opposition figures. A military court, which lacks independence, is also investigating Chaima for criticizing the authorities on a radio show. She could face decades in prison for her peaceful political activism.

Human rights in Tunisia have deteriorated, many courts lack independence, and freedom of expression is under assault. I urge you to refrain from adopting further measures that threaten human rights and to commit to upholding Tunisia’s obligations under international law.

Yours sincerely

 SKRIVA TIL CHAIMU 

Send Chaimu boð um vón og samhuga. Lat hana vita, at tú stuðar henni í hennara stríði fyri mannarættindum í Tunesia. 

Samhugabrøv skriva vit beinleiðis til persónarnar, tí vit vilja vísa okkara stuðul. Her er møguleiki at skriva teimum eina persónliga, stuðlandi og vinarliga heilsan ella tekna eina tekning. Ein heilsan kann gera stóran mun, tí so vita tey, at tey ikki eru gloymd, men at fólk kring allan heim vita um teirra støðu og hugsa um tey.

 SKRIVA TIL UNDIR 

Skriva undir okkara undirskriftainnsavnan, sum vit senda tunesisku myndugleikunum.

 HEVUR TÚ LISIÐ UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI? 

 FRÁSØGUFRÆLSI 

Tín rødd er týdningarmikil. Tú hevur rættindini at siga tínar meiningar og at finnast at landsins leiðslu. Les um frásøgufrælsi her.

 AVMARKINGAR AV FRÁSØGUFRÆLSI 

Men tað eru eisini avmarkingar á frásøgufrælsinum m.a. tá talan er um haturstalu.

 LÆR MEIRA UM FRÁSØGUFRÆLSI 

Tú kanst taka ókeypis talgilda skeiðið hjá okkum um talufrælsi her.