Í áratúsund hava forfedrarnir hjá Pabai og Paul búðleikast á oyggjunum í Torressundinum í norðasta parti í Australia. Nú er lívsgrundarlagið hjá teimum – sum hjá upprunafólki er tætt knýtt at landi og sjógvi – í vanda orsaka av veðurlagsbroytingum. Verður ikki búgvandi á oyggjunum, verða Pabai og Paul noyddir at bróta hetta tilknýtið og flyta.
“MISSA VIT OYGGJARNAR,
MISSA VIT ALT”
STRÍÐAST FYRI AT BJARGA OYGGJASAMFELAGNUM
Pabai og Paul eru av Guda Maluyligal fólkunum í Torressundinum, sum er í norðasta parti av Australia. Teir eru upprunafólk og forfedrar teirra hava búð á oyggjunum í fleiri túsund ár.
Við veðurlagsbroytingunum eru lívshátturin, siðbundna vitanin, mentanin og andaliga tilknýtið, sum eru varðveitt gjøgnum nógv ættarlið, í vanda fyri at verða oydd. Vaksandi vatnstøðan elvir til fleiri og fleiri oyðileggingar hvørt ár: Strendur máa burtur, infrastrukturur, kálhavar og grøði verða oyðiløgt og heilag og mentanarlig støð og gravir, har forfedrarnir eru jarðaðir, verða gjørd til einkis.
Pabai og Paul hava nú tikið málið í rættin. Teir vísa á, at stjørnin í Australia ikki hevur tikið neyðugu stigini at fyribyrgja skaðar, sum standast av veðurlagsbroytingum, og sum úrslita í at oyggj og mentanararvur teirra verður løgd í oyði.
Verður okkurt ikki sett í verk beinanvegin, verða tað nógvir oyggjabúgvar, sum verða noyddir at fara av oyggjunum í Torressundinum, tí tað verður ikki búgvandi stórar partar av oyggjunum. Hetta hevði lagt oyggjasamfelagið í oyði.

“vit eru fødd til hesar oyggjarnar. Tær eru okkara møður, okkara samleiki, vit eru tær. Í áratúsund hava okkara stríðsfamiljur bart ímóti øllum, sum hava roynt at tikið heim okkara frá okkum. Men nú eru vit í vanda fyri at tapa ímóti veðurlagsbroytingum.”
– PABAI
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA PABAO OG PAUL
Tú hugsar kanska, at tín rødd ikki ger mun? Har fert tú púra skeiv/ur! Tá ið fólk í hópatali og kring allan heim taka lut, síggja vit broytingar. Tú kanst skriva eitt bræv til australsku stjørnina, tú kanst skriva eina samhugaheilsan til Pabai og Paul ella tú kanst skriva undir okkara undirskriftainnsavnan:
SKRIVA TIL FORSÆTISRÁÐHARRAN
Tú kanst skriva eitt áheitanarbræv til forsetan í Australia og krevja, at rættindini hjá upprunafólki í Torressundinum verða vard. Tað skal Australia gera við at minka um kolevnisútlátini, so at upphitingin av Jørðini ikki verður hægri enn 1,5 ºC, sum er lyftið heimssamfelagið hevur givið.
DØMI/ÍBLÁSTUR
Tú kanst fáa íblástur úr okkara brævi niðanfyri ella fáa íblástur úr tí.
Dear Prime Minister
To protect the Torres Strait Islands and the human rights of First Nations Peoples,
I call on your government to take adequate and human rights-consistent climate action by rapidly reducing carbon emissions in line with the world commitment
of limiting global warming to 1.5oC and in line with the best available scientific research.
Your government currently states that by 2030 it will reduce emissions 43% below 2005 levels. This is not enough to save the Torres Strait Islands. Leading climate scientists on the Climate Targets Panel calculate Australia’s greenhouse emissions need to be reduced by 74% by 2030.
Yours sincerely
XXX
SKRIVA TIL PABAI OG PAUL
Tú kanst senda Pabai og Paul eini boð og vísa teimum og fólkunum í Torressundinum, at tú stuðlar teirra stríði at verja teirra oyggjasamfelag.
DØMI/ÍBLÁSTUR
Samhugabrøv skriva vit til persónarnar, tí vit vilja vísa okkara stuðul. Her er møguleiki at skriva teimum eina persónliga, stuðlandi og vinarliga heilsan ella tekna eina tekning. Ein heilsan kann gera stóran mun, tí so vita tey, at tey ikki eru gloymd, men at fólk kring allan heim vita um teirra støðu.
SKRIVA UNDIR UNDIRSKRIFTINNSAVNANINA
Tú kanst skriva undir okkara undirskriftainnsavnan, sum vit senda avstralsku stjórnini.
Vinarliga sendið brøvini til okkum, so senda vit øll brøvini úr Føroyum á rætta stað.
HEVUR TÚ LISIÐ UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI?
VEÐURLAGSKREPPA ER MANNARÆTTINDAKREPPA
Veðurlagskreppan er eisini ein mannarættindakreppa, tí veðurlagskreppan hevur oyðileggjandi ávirkan á grundleggjandi mannarættindi. Umframt at broytingarnar hótta lív, so oyðileggja tær eisini lívsgrundarlagið hjá mongum menniskjum, og hevur skaðandi ávirkan á okkara heilsu, vatn, heim og gróður. Vit verða øll ávirkaði av veðurlagsbroytingunum, men serliga eru tað bólkar, sum framanundan eru útsett s.s. upprunafólk, fólk á sunnara hálvkúlu og fólk, ið liva av landbúnaði, ið eru fyri verstu veðurlagsbroytingunum. Les meira her.
COP28, VEÐURLAGSRÁÐSTEVNAN HJÁ ST
COP 28, altjóða veðurlagsráðstevnan hjá ST, er júst nú í Dubai. Amnesty International greið boð til heimsins leiðarar m.a. um at:
-samráðingar og avgerðir byggja á mannarættindi
-øll lond binda seg til at skerja framleiðslu og nýtslu av lívrunnum brennievni, og at skiftið til varandi orku verður rættvíst og verjir rættindini hjá teimum, sum verða ávirkaði av skiftinum
-ein rættvísur endurgjaldsgrunnur verður settur í verk, so at teir bólkar ella lond, sum verða harðast raktir av veðurlagsbroytingunum, fáa neyðugu hjálpina
Les meira um áheitanirnar hjá Amnesty International og her.

RÆTTINDI HJÁ UPPRUNAFÓLKI
Upprunafólk kunnu sigast at vera fólk, sum hava uppruna og søguligt tilknýti til eitt ávíst umráði, og búðleikaðust har, áðrenn fremmand fólk og mentanir komu til landið. Ofta hava tey sítt egna mál, mentan og siðvenjir umframt egin socialar, fíggjarligar og politiskar skipanir. Hóast upprunafólk kring heimin eru ymisk, síggja vit, at tey eru fyri sama mismuni: verða burturflutt frá sínum øki, sleppa ikki at útinna sína mentan og siðvenjur, ágangur og verða viðfarin sum annanfloksborgarar. Tí eru serliga rættindi samtykt, sum skulu verja rættindini hjá upprunafólkum. Tú kanst lesa meria um upprunafólk og teirra rættindi á altjóða heimasíðuni og heimasíðuni hjá avstralsku deild.
TAK OKKARA SKEIÐ
Á Amnesty Academy eru hópin av talgildum skeiðum, sum øll kunnu taka m.a. eitt um veðurlagsrættvísi.
