Pólski aktivisturin Justyna Wydrzyńska kendi seg noydda at royna at hjálpa eini kvinnu, sum var í einum harðskapsaktum parlagi, at fáa eina trygga abort. Í Pólandi er tað eitt brotsverk at hjálpa kvinnum at taka abort, um viðgongan ikki stendst av neyðtøku ella blóðskemd ella um lívið hjá kvinnuni er í vanda. Dómurin setur eitt vandamikið fordømi og ger tað enn torførari hjá kvinnum í Pílandi at fáa eina trygga abort. 

 DØMD FYRI AT HJÁLPA 

 KVINNU AT FÁA ABORT 

 JUSTYNA: KVINNUR SKULU HAVA KUNNING, VEGÐLEIÐING OG MØGULEIKAN AT VELJA ABORT 

Justyna Wydrzyńska hevur sjálv verið í støðuni: At vera upp á vegin og hvørki kunna leita sær álítandi kunning ella fáa neyðugu hjálpina. 

Hesar royndirnar góvu henni styrki og vilja at hjálpa øðrum at taka avgerð um egna reproduktión, sigur hon. Saman við øðrum setti Justyna á stovn “Abortion Dream Team” – eitt aktivistiskt samstarv, ið arbeiðir fyri basa stigma um abort umframt at veita vegleiðing til kvinnur, so tær kunna fáa trygga abort í Pólandi. Pólska abortlóggávan er millum strangastu í Evropa, og loyvir bert abort um viðgongan stendst av neyðtøku ella blóðskemd ella um lív ella heilsu hjá kvinnuni er í vanda. 

Í februar í 2020 kom Justyna í samband við Aniu (Ania er ikki rætta navnið á kvinnuni). Ania var í einum harðskapsraktum parlagi, var upp á vegin og í neyð. Ania segði seg heldur vilja lata lív enn at halda fram við viðgonguni. Justyna hevur sjálv verið í harðskapsraktum parlagi, og kendi á sær, at hon mátti hjálpa Aniu. Justyna sendi Aniu sínar egnu aborttablettir við posti, men sjeikurin hjá Aniu fekk hendur á pakkanum og ringdi til løgregluna, sum legði hald á tablettirnar. 

Í novembur 2021 var Justyna ákærd fyri at hava hjálpt eini kvinnu at taka abort. Í mars 2023 var hon funnin sek og dømd átta mánaða samfelagstænastu. Hennara sakførarar hava nú kært dómin. 

Hesin dómurin setur eitt vandamikið fordømi. Tí uttan stuðulin og álítandi vegleiðingina, Justyna og aðrir aktivistar veita, hava Ania og aðrar kvinnur í somu støðu ikki møguleika at taka trygga abort í Pólandi. Hóast mótstøðuna vísur Justyna áræði og sigur: 

Eg var stýrd av einum vilja at hjálpa, tá ið eingin annar

vildi ella kundi hjálpa. At hjálpa Aniu var fyri meg

sjálvsagt, neyðugt og tað rætta at gera.

JUSTYNA

 SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA JUSTYNU 

 SKRIVA TIL RÍKISÁKÆRAN 

Tú kanst skriva eitt áheitanarbræv til ríkisákæran í Pólandi, og heit á um at taka neyðugu stigini fyri at tryggja, at dómurin verður ógildaður.

Eitt áheitanarbræv er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta, dómara ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.

 DØMI/ÍBLÁSTUR 

Tú kanst skriva hetta brævið av ella fáa íblástur av tí:

 

Dear Prosecutor General

I call on you to take all necessary measures to ensure that Justyna Wydrzyńska’s un- just conviction is overturned and to refrain from bringing any other charges against her for carrying out her legitimate defence of human rights.
Justyna and other activists provide essential support and trustworthy information to women seeking the healthcare they are entitled to. She was convicted for helping a woman in an abusive relationship access a safe abortion. Her conviction sets a dangerous precedent.

Yours sincerely

 

 SKRIVA TIL JUSTYNU 

Tú kanst skriva eitt samhugabræv til Justynu. Samhugabrøv skriva vit beinleiðis til persónarnar, tí vit vilja vísa okkara stuðul. Her er møguleiki at skriva teimum eina persónliga, stuðlandi og vinarliga heilsan ella tekna eina tekning. Ein heilsan kann gera stóran mun, tí so vita tey, at tey ikki eru gloymd, men at fólk kring allan heim vita um teirra støðu og hugsa um tey.

 SKRIVA TIL JUSTYNU 

Tú kanst skriva til Justynu, og t.d. siga henni, at tú stuðlar henni í tí arbeiði, hon ger, at tú heldur at abortrættindi eru týdningarmikil ella tú kanst skriva, at tú kemur úr Føroyum, sum eisini hevur eina ógvuliga avmarkandi abortlóggávu. 

 SKRIVA UNDIR UNDIRSKRIFTAINNSAVNINA 

Tú kanst skriva undir okkara undirskriftainnsavnan. Vit senda allar undirskriftirnar til ríkisákæran í Pólandi. 

Tá tú hevur skrivað brøvini, vinarliga lat okkum tey, so senda vit øll brøvini úr Føroyum samlaði. Tú kanst koma framvið á skrivstovuni ella senda okkum tey.

LES UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI:

REPRODUKTIV RÆTTINDI

Hvussu lond skipa teirra abortlógir er ógvuliga ymiskt. Tær strangastu lógirnar loyva abortum undir ongum umstøðum, og tær frælsastu lógirnar eru tær, ið geva kvinnum fullan rætt at taka avgerð um at bróta eina viðgongu av innan ávíst vikutal. Og so eru tað lógir, ið loyva abort á ávísum førum.  Føroyska abortlóggávan er frá 1956, sum loyvir abort í serligum umstøðunum, er ein hin strangasta í Evropa.

Les meira um reproduktiv rættindi her (á føroyskum) og her (á enskum).

NÝGGJ FRÁGREIÐING: 

An Unstoppable Movement: A global call to recognize and protect those who defend the right to abortion

Amnesty International hevur givið út nýggja frágreiðing, ið snýr sum um mótgangin og illviljan móti teimum, ið verja abortrættindi t.d. aktivistar, undirvísarar, stuðlar og heilsustarvsfólk. Les nýggju frágreiðingina her