Síðan foresti Kais Said tók valdið í Tunesia, eru mannarættindi í Tunesia svunnin, dómstólarnir eru ikki óheftir, og frásøgufræsli er undir álopi. Ein og hvør sum finst at forsetanum er í vanda fyri handtøku og varðhaldsfongsling. Men Chaima Issa er ein kvinna, sum ikki tegir. Eftir at hon alment fanst at Kais Saied, forseta, varð Chaima handtikin og varðhaldsfongslað í meira enn fýra mánaðir. Hon kann vanta fleiri ár í fongsli fyri hennara friðarligu politisku aktivismu.
“ER HETTA TAÐ TUNESIA,
VIT DROYMDU UM?”
At tosa um tað, hon heldur er rætt, liggur til familjuna hjá aktivistinum Chaimu Issa. Dóttur fyrrverandi politiskum fangan, Chaima, talar valdinum at. Hóast tað koster henni frælsið.
Tá ið tunesiski forsetin, Kais Saied, koyrdi stjørnina frá, sendi heim forsetisráðharran og sjálvur tók stýrið á landinum í juli 2021, var Chaima ein av teimum fyrstu alment at vísa sína ónøgd. Eftir at Kais Saied tók valdið, eru mannarættindi veikari enn nakrantíð. Frásøgufrælsi er hótt. Hernaðardómstólar fara eftir teimum, ið finnast at stjórnini og rættarskipanin er ikki óheft.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við okkum á 235819 ella elsa@amnesty.fo.
FLEIRI ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT TALA AT
Eftir at Chaima og onnur andstøðufólk hittust við útlendskum stjórnarumboðum fyri at tosa um politisku støðuna í Tunesia, varð Chaima handtikin 22. februar 2023, sum partur av eini rættarsmáli. “Konspiratión” skuldi tað eita seg. Chaima varð leyslatin 13. juli eftir at hava verið varðhaldsfonglað í meira enn fýra mánaðir, men rættarmálið koyrur enn og myndugleikarnir hava bannað henni frá at fara úr landinum umframt at ferðast í almennum rúminum. Ein hernaðardómstólur, sum ikki er óheftir, kannar Chamau fyri at finnast at myndugleikunum í einari útvarpssending. Hon kann fáa fleiri ára fongsulsrevsing.
Men Chaima gevur ikki upp. Í dómarakontróinum brast úr henni: “Er hetta Tunesia? Er hetta tað Tunesia, har vit lósu, tú og eg? Er hetta tað Tunesia, vit droymdu um?” Tá hon varð førd í fongslið, umgird av løgreglufólki, smíltist Chaima, lyfti knýtta nevan og sang tjóðarsangin.
SKRIVA UNDIR
Skriva undir og krev, at tunisisku myndugleikarnar alt fyri eitt sleppa ógrundaðu rættarmálinum og avmarkingunum móti Chaimu Issa. Tað er hennara grundleggjandi frælsi at siga sína hugsan um stjórnina og ferðast í almenna rúminum.
HEVUR TÚ LISIÐ UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI?
FRÁSØGUFRÆLSI
Tín rødd er týdningarmikil. Tú hevur rættindini at siga tínar meiningar og at finnast at landsins leiðslu. Les um frásøgufrælsi her.
AVMARKINGAR AV
FRÁSØGUFRÆLSI
Men tað eru eisini avmarkingar á frásøgufrælsinum m.a. tá talan er um haturstalu.
TAK OKKARA SKEIÐ Í FRÁSØGUFRÆLSI
Tú kanst taka ókeypis talgilda skeiðið hjá okkum um talufrælsi her.
