29 ára gamla kvinnurættindastríðskvinnan og fitnessleiðbeinarin Manahel al-Otaibi er í loyndum dømd 11 ára fongsul. Brotsverkið? At hon hevur tweetað um kvinnurættindi og sent myndir á Snapchat av sær sjálvari í eini sølumiðstøð, har ið hon ikki er í tí siðbundna kvinnubúnanum. Manahel skal leyslatast alt fyri eitt og treytaleyst!
Hon hevur verið fongslað síðan novembur 2022 og er fleiri ferðir bukað í fongslinum.
Og nú hava saudiarabisku dómstólarnir ímóti yvirgangi, sum eru gitnir fyri grovt órættvís rættarmál og strangar dómar, so í loyndum dømt ta 29 ára gomlu kvinnurættindastríðskvinnuna og fitnessleiðbeinaran Manahel al-Otaibi 11 ára fongsul.
”Brotsverkið” er, at hon hevur tweetað um kvinnurættindi við m.a. at finnast at tí kúgandi verjumálslógini í Saudiarabia, sum ger, at menn í roynd og veru ráða yvir lívinum hjá kvinnum úr vøggu í grøv. Eisini hevur Manahel sent myndir á Snapchat av sær sjálvari í eini sølumiðstøð, har ið hon ikki er í tí siðbundna kvinnubúnanum, tí sonevndu abayuni.
Skriva undir átakið, har ið vit krevja, at Manahel verður leyslatin í stundini!
Bukað og onga læknahjálp
Eftir at hava verið fongslað í eitt ár og bíðað eftir, at málið skuldi koma fyri í rættinum, hvarv Manahel í novembur í fjør. Familjan visti einki, hvat ið vorðið var av henni. Stutt framman undan, at tey mistu sambandið við hana, fortaldi hon teimum, at ein annar fangi hevði bukað hana illa.
Tann 14. apríl læt Manahel so loksins frætta frá sær. Hon fortaldi familjuni, at hon sat í avbyrgingarkliva í al-Malaz-fongslinum í Riyadh og var so illa bukað, at hon hevði brotið eitt bein. Kortini slapp hon ikki undir læknahond.
Amnesty hevur tosað við systur hennara, Fawziu, sum heldur, at Manahel bara slapp at ringja til familjuna, so at familjan skuldi gevast at tosa alment um fongslingina. Sambært familjuni hevur Manahel sitið avbyrgd í fleiri mánaðir orsakað av upplýsingum frá fyrrverandi fangum í fongslinum. At avbyrgja fangar í meira enn 15 dagar er brot á tað treytaleysa forboðið fyri píning og aðrari harðrendari, ómenniskjansligari og niðrandi viðferð.
Okkara krøv
Saudiarabisku myndugleikarnir skulu:
-
alt fyri eitt og treytaleyst sleppa Manahel al-Otaibi leysari,
-
síggja til, at hon beinanvegin kemur undir læknahond,
-
seta í verk óhefta kanning at kanna frásagnirnar um píning og aðra ringa viðferð,
-
gevast at brúka dómstólin ímóti yvirgangi, SCC, til at teppa atfinningarsamar røddir í landinum,
-
strika ella munandi broyta lóggávuna ímóti yvirgangi og netbrotsverkum, so at tað ikki verður revsivert at finnast friðarliga at og
-
seta í verk nýggja lóggávu, sum samsvarar við altjóða mannarættindi.
Hví skriva undir?
Tess størri altjóða trýst vit leggja á Saudiarabia, tess størri verða sannlíkindini fyri, at myndugleikarnir fara at sleppa Manahel al-Otaibi leysari.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda saudiarabiska løgmálaráðharranum, Waleed Mohammed Al Smani, allar undirskriftirnar.
Høpisleysar ákærur
Amnesty hevur hugt at rættarskjølunum í málinum hjá Manahel, har ið hon verður ákærd fyri ”at almannakunngera og breiða út innihald, sum fremur almennar syndir, og á Twitter at eggja einstaklingum og gentum í samfelagnum til at vraka átrúnaðarligar meginreglur og sosial virðir og seta lóg og landaskil og almennan moral til viks”. Sambært stýrinum er talan um brot á lógina ímóti netbrotsverkum, og ákærurnar ímóti Manahel eru grundaðar á uppsløg á sosialum miðlum, har ið hon m.a. hevur brúkt hassjtaggið #EndMaleGuardianship.
Ákærin vísti eisini til frágreiðingar frá 2018 og 2019 frá tí átrúnaðarligu løgregluni, sum skuldsetir Manahel fyri at spilla umdømið hjá kongsdøminum. Vorðið sum andsøgn, tá ið hugsað verður um, at myndugleikarnir í Saudiarabia hesi seinnu árini hava gjørt nógv burtur úr at vísa umheiminum, at kvinnurnar í landinum hava fingið fleiri rættindi.
Manahel hevur einki gjørt uttan at gera friðarliga vart við seg. Hon skal leyslastast beinanvegin!
Systrarnar eisini ákærdar
Báðar systrar Manahel verða somuleiðis rættarsøktar fyri sítt kvinnurættindastríð. Almenni ákærin í revsidómstólinum í Riyadh ákærdi í málinum ímóti Manahel samstundis systrina, Fawziu, fyri at ”hava staðið á odda fyri einum propagandaátaki, sum eggjaði saudiarabiskum gentum til at vraka átrúnaðarligar meginreglur og gera uppreistur ímóti siðum og siðvenjum í saudiarabisku mentanini” og fyri at brúka eitt hassjtagg, ”sum talar fyri javnstøðu og at gera enda á mannligum verjumáli”.
Amnesty hevur mett um rættarskjølini, sum staðfesta, at serstøk handtøkuboð verða lýst ímóti Fawziu, sum flýddi úr Saudiarabia, eftir at hon var avhoyrd í 2022. Hin systirin, Mariam, hevur eisini funnist alment at mannligum verjumáli og er fyrr skuldsett og afturhildin fyri sína aktivismu. Hon er í løtuni undir útferðarbanni.
Fara harðliga fram ímóti atfinningarsomum røddum
Dómurin yvir Manahel verður sagdur í eini tíð, har ið farið verður alt harðligari fram ímóti atfinningarsomum røddum í Saudiarabia. Tey seinastu tvey árini hava saudiarabiskir dómstólar dømt hópin av borgarum, sum hava givið sína hugsan til kennar á netinum – teirra millum nógvar kvinnur – drúgva fongsulsrevsing.
Tann 25. januar 2023 dømdi Tann serligi revsidómstólurin (SSC) Salmu al-Shehab 27 ára fongsul fyri nøkur atfinningarsom uppsløg á Twitter um kvinnurættindi.
Drúgva fongsulsrevsing
Endamálið við SCC er at rættarsøkja fólk, sum verða hildin at standa aftan fyri yvirgangsbrotsverk, teirra millum fólk, sum finnast at saudiarabiska stýrinum. Salma al-Shehab, sum er ph.d.-lesandi, tannlækni og mamma at tveimum børnum, varð eftir grovt órættvísan rættargang dømd fyri yvirgangsbrotsverk, tá ið hon helt feriu heima í Saudiarabia. Og hon er minni enn so tann einasta.
Síðan miðskeiðis í 2021 eru nærum øll mannarættinda- og kvinnurættindastríðsfólk, óheftir journalistar, rithøvundar og aktivistar í landinum tilvildarliga fongslað og drigin ígjøgnum drúgv og órættvís rættarmál.
Amnesty skjalfest nógv mál
Eru tey leyslatin, er tað undir útferðarbanni ella øðrum tilvildarligum avmarkingum av grundleggjandi rættindum sum rættinum til friðarliga aktivismu.
Frá og við januar 2024 hevur Amnesty skjalfest málini hjá 69 fólkum, sum stýrið hevur rættarsøkt, bara tí at tey hava brúkt rættin at geva sína hugsan til kennar og savnast friðarliga. 32 teirra eru rættarsøkt fyri friðarliga at hava givið sína hugsan til kennar á sosialum miðlum. Tað stendur Amnesty greitt, at tað veruliga talið sannlíkt er munandi størri.
Manahel skal leyslatast beinanvegin!
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.