ROCKY ER AV ÓRÆTTI DØMDUR TIL DEYÐA
Í trý áratíggju hevur Rocky Myers verið fongslaður. Hóast órættvíst rættarmál, varð Rocky dømdur til deyða. Vitnisfrágreiðingarnar vóru ósamanhangandi, løgfrøðisliga hjálpin var ikki nøktandi og so hava vitni eisini boðað frá, at løgreglan legði trýst á tey. Umframt tað gjørdi dómarin beint ímóti ynskjunum hjá nevningunum – sum ikki longur er loyvt.
Av tí at verjin hjá Rocky slepti málinum, visti Rocky ikki um freistina at kæra dómin. Nú hevur Rocky tørv á tíni hjálp.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við okkum á 235819 ella elsa@amnesty.fo.
VÆNTANDI PRÓGV OG LØGRØÐISLIG HJÁLP
Rocky Myers er ein blíður og fittur maður. Tað siga øll, sum kenna hann. Hann elskar síni systkin, børn og abbabørn og tey elska hann. Tá Rocky var 11 ára gamal varð staðfest, at Rocky hevur menningartarn, sum m.a. ger, at hann hevur torført við at lesa og at halda skil á dagfestingum og klokkutíð.
Eina náttina í 1991 varð hansara lív broytt med alla.
Hesa náttina varð ein eldri, hvít kvinna dripin í einum grannalagi í býnum Decatur, Alabama, har næstan bara myrk búðu. Rocky búði hinumegin vegin. Hóast eingi prógv vóru fyri, at Rocky hevði verið á staðnum, har brotsgerðin fór fram, varð Rocky ákærdur og funnin sekur í drápinum. Tað einasta, sum knýtti Rocky og kvinnuna, var eitt upptøkutól hjá kvinnuni, sum Rocky segði seg hava funnið á vegnum.
Ósamsvar var í vitnisfrágreiðingunum, og tá eitt sindur varð fráliðið boðaðu vitni frá, at løgreglan hevði lagt eitt trýst á tey. Eitt av høvuðsvitnunum viðgekk, at hann hevði logið í rættinum. Hóast nevningarnir mettu Rocky vera sekan, viðmæltu tey lívslangan fongsulsdóm, men dómarin gjørdi ímóti viðmælunum, og dømdi hann til deyða. At kolldøma viðmælini hjá nevningum á slíkan hátt er nú ólógligt í Alabama.
Hægstirættur í USA hevur síðani staðfest, at ákærd við menningartarni, eru í størri vanda fyri at verða avrættaði, hóast at tey eru ósek. Rocky kann verða avrættaður hvørja løtu, og einasta vónin er nú, at guvernørurin í Alabama gevur Rocky grið.
SKRIVA UNDIR
og heit á guvernørin í Alabama um at geva Rocky grið
LES UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI:
DEYÐAREVSING
Amnesty International arbeiðir fyri, at enda deyðarevsing í øllum heimsins londum. Deyðarevsing ger seg inn á grundleggjandi mannarættindi t.d. rættin til lív rættin at liva eitt lív uttan píning og harðskap.
Fá meira kunning um deyðarevsing her.
GG! Tølini, ið verða nevnd í filmsbrotinum eru gomul. Hvørt ár gevur Amnesty International eina frágreiðing um deyðarevsing út. Tú knast lesa tí seinastu her.
TAK EITT SKEIÐ UM DEYÐAREVSING
Á Amnesty Academy ber til at taka hópin av skeiðum um ymisk mannarættindaevni t.d. um deyðarevsing.