Steðgið avrættingini av ungum rappara
Dagføring: í juni var deyðadómurin ógildaður og í novembur varð Toomaj leyslatin. Stóra takk, tit øll, sum hava skrivað fyri Toomaj. 33 ára gamli Toomaj Salehi varð í apríl dømdur til deyða eftir ógvuliga órættvísan rættargang. Brotsgerðin hjá tí iranska rapparanum var, at hann hevði tikið lut í mótmælistiltøkum hjá rørsluni Kvinna-Lív-Frælsi og í tónleikavideoum…