ROCKY ER AV ÓRÆTTI DØMDUR TIL DEYÐA
Í trý áratíggju hevur Rocky Myers verið fongslaður. Hóast órættvíst rættarmál, varð Rocky dømdur til deyða. Vitnisfrágreiðingarnar vóru ósamanhangandi, løgfrøðisliga hjálpin var ikki nøktandi og so hava vitni eisini boðað frá, at løgreglan legði trýst á tey. Umframt tað gjørdi dómarin beint ímóti ynskjunum hjá nevningunum – sum ikki longur er loyvt.
Av tí at verjin hjá Rocky slepti málinum, visti Rocky ikki um freistina at kæra dómin. Nú hevur Rocky tørv á tíni hjálp.
VÆNTANDI PRÓGV OG LØGRØÐISLIG HJÁLP
Rocky Myers er ein blíður og fittur maður. Tað siga øll, sum kenna hann. Hann elskar síni systkin, børn og abbabørn og tey elska hann. Tá Rocky var 11 ára gamal varð staðfest, at Rocky hevur menningartarn, sum m.a. ger, at hann hevur torført við at lesa og at halda skil á dagfestingum og klokkutíð.
Eina náttina í 1991 varð hansara lív broytt med alla.
Hesa náttina varð ein eldri, hvít kvinna dripin í einum grannalagi í býnum Decatur, Alabama, har næstan bara myrk búðu. Rocky búði hinumegin vegin. Hóast eingi prógv vóru fyri, at Rocky hevði verið á staðnum, har brotsgerðin fór fram, varð Rocky ákærdur og funnin sekur í drápinum. Tað einasta, sum knýtti Rocky og kvinnuna, var eitt upptøkutól hjá kvinnuni, sum Rocky segði seg hava funnið á vegnum.
Ósamsvar var í vitnisfrágreiðingunum, og tá eitt sindur varð fráliðið boðaðu vitni frá, at løgreglan hevði lagt eitt trýst á tey. Eitt av høvuðsvitnunum viðgekk, at hann hevði logið í rættinum. Hóast nevningarnir mettu Rocky vera sekan, viðmæltu tey lívslangan fongsulsdóm, men dómarin gjørdi ímóti viðmælunum, og dømdi hann til deyða. At kolldøma viðmælini hjá nevningum á slíkan hátt er nú ólógligt í Alabama.
Hægstirættur í USA hevur síðani staðfest, at ákærd við menningartarni, eru í størri vanda fyri at verða avrættaði, hóast at tey eru ósek. Rocky kann verða avrættaður hvørja løtu, og einasta vónin er nú, at guvernørurin í Alabama gevur Rocky grið.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA ROCKY
SKRIVA TIL GUVERNØRIN
Skriva eitt áheitanarbræv til guvernørin í Alabama, og bið hann geva Rocky náði.
Eitt áheitanarbræv er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta, dómara ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.
DØMI/ÍBLÁSTUR
Tú kanst skriva okkara bræv av ella fáa íblástur frá tí:
Dear Governor
I urge you to use your power to grant clemency to Rocky Myers and commute his death sentence. Rocky Myers’s trial was flawed, with inconsistent testimonies and allegations of police pressure. One key witness against him later recanted his testimony, stating that he had lied. The over- whelmingly white jury recommended a sentence of life imprisonment, yet the judge sentenced Rocky Myers to death. This practice is now illegal in Alabama.
Rocky Myers was burdened with ineffective legal representation and abandoned by his post-con- viction lawyer, meaning he unknowingly missed deadlines for appeal. He also has an intellectual disability. Please do not let Rocky Myers be executed.
Yours sincerely
SKRIVA TIL ROCKY
Tú kanst eisini senda Rocky eitt bræv ella postkort. Samhugabrøv skriva vit beinleiðis til persónarnar, tí vit vilja vísa okkara stuðul. Her er møguleiki at skriva teimum eina persónliga, stuðlandi og vinarliga heilsan ella tekna eina tekning. Ein heilsan kann gera stóran mun, tí so vita tey, at tey ikki eru gloymd, men at fólk kring allan heim vita um teirra støðu og hugsa um tey.
DØMI/ÍBLÁSTUR
Rocky er í kliva, sum ikki hevur vindeygu. Vit fara at geva Rocky ein túr kring heimin við postkortum.
Send Rocky postkort ella myndir av Føroyum, ella av støðum, sum tú elskar. Rocky er ikki stinnur í at lesa, so skriva stutt og greitt.
SKRIVA UNDIR
Tú kanst skriva undir okkara undirskriftainnsavnan. Vit heita á guvernørin í Alabama um at leyslata Rocky m.a. tí at dómurin er grundaður á ósamanhangandi vitnisfrágreiðingar, trýst frá løgregluni og væntandi løgfrøðisliga hjálp.
LES UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI
DEYÐADÓMUR
Amnesty International arbeiðir fyri, at enda deyðarevsing í øllum heimsins londum. Deyðarevsing ger seg inn á grundleggjandi mannarættindi t.d. rættin til lív rættin at liva eitt lív uttan píning og harðskap.
Fá meira kunning um deyðarevsing her.
GG! Tølini, ið verða nevnd í filmsbrotinum eru gomul. Hvørt ár gevur Amnesty International eina frágreiðing um deyðarevsing út. Tú knast lesa tí seinastu her.
TAK OKKARA SKEIÐ
Á Amnesty Academy er møguleiki at taka skeið í ymiskum mannarættindaevnum m.a. um deyðarevsing.