Føroyska abortlógin og avleiðingar av henni
Sunnudagin 4. septembur skipaði Amnesty Føroyar fyri tiltaki um abort. Tiltakið var partur av skránni hjá Faroe Islands Minority Film Festival, sum í ár viðgjørdi evnið ‘Javnrættindi’. Fitt av fólki høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið hendan seinnapart at lurta eftir Turið Debes Hentze, Turið Hermansdóttir, Dianu Reynstind, Hallberu West og Barbaru Gaardlykke Apol skifta orð um føroysku abortlógina út frá fakligum sjónarhornum, gransking og aktivismu.
Nógv varð umrøtt á tiltakinum, og bert ein partur verður endurgivin her. Út frá ymisku sjónarhornum varð føroyska abortlógin og avleiðingarnar av henni sett undir lupp.
Ein forboðslóg
Føroyska abortlógin er upprunaliga frá 1937, men eru nakrar dagføringar gjørdar í 1956. Lógin loyvir abort í ávísum førum t.d. um viðgongan stendst av neyðtøku ella blóðskemd, um mett verður, at kvinnan ikki er før fyri at taka sær av barninum ella um vandi er fyri at barnið fær álvarsamar sjúkur.
Verandi abortlóg er ikki tíðarhóskandi; hon er smíðað til eitt annað samfelag, eina aðra tíð og til aðrar umstøður. Hetta sigur Turið Debes Hentze, sum er sakførari, og hevur í nógv ár funnist at verandi støðu.
“Abortum sleppa vit ikki undan. Tær eru komnar fyri at verða og tað vil tað altíð verða. Líka mikið hvussu nógv forboð eru, og hvørjum tú hóttir við. Tað vísur søgan og soleiðis er tað” staðfestir Turið D. H., og kallar verandi lóg fyri eina forboðslóg. Av tí at lógin byggir á forboð, snýr tað seg um at prógva, at grundarlag er fyri, at ein abort kann loyvast, heldur enn at hjálpa kvinnuni í trongu støðuni: “Her er eitt stórt hol í lóggávuni, sum ger, at kvinnur, sum hava brúk fyri tí, ikki verða loftaðar. Júst tí at útgangsstøðið er eitt forboð”.
Hallbera West hevur eina PhD í Stjórnmálafrøði, ger javnan viðmerkingar í miðlunum um evnið, og hevur annars luttikið í kjakinum í nógv ár. Hon heldur, at umframt at lógin byggir á forboð, tekur lógin myndugleikan frá kvinnuni sjálvari og staðfestur, at kvinnur ikki hava sjálvræði.
Eisini metir Hallbera, at av tí at hetta er eitt mál, sum einans rakar kvinnur – í hvussu so er beinleiðis – so er lítil áhugi í evninum, sum so við nógvum øðrum evnum, sum í serligan mun raka kvinnur. “Tað hevur ongantíð verið politiskur hugur at viðgerða abortspurningin” og tí er málið ongantíð komið á politiska dagsskrá, sigur Hallbera, men leggur hon afturat, at tað nokk ikki hevði borið til at funnið semjur um dagføra lógina.
Kvinnur ikki sama møguleika
“At navigera í abortlendinum” nevnir Turið Hermannsdóttir tað, tá ið kvinnur í Føroyum royna at fáa atgongd til eina abort. Turið H. er fólkalívsfrøðingur, og skrivar í løtuni eina PhD um føroyskar kvinnur, sum hava tikið abort. Abortlendið er tigandi, og navigeringin er torfør, sigur Turið H., og tí byggir vitanin hjá kvinnum um at fáa abort á søgur og slatur heldur enn á almenna kunning.
“Tað er torført bara at fáa fatur á einum kommunulækna” leggur Diana Reynstind, sum er burðarfrøðingur og serlækni í kvinnusjúkum, afturat. Tá ið kvinnurnar hava fingið tíð hjá kommunulækna, skulu tær sannføra læknan um, at tær lúka krøvini í lógini. Og so skulu tær aftur prógva hetta á Landssjúkrahúsinum. Diana er ein av læknunum á Landssjúkrahúsinum, sum skal geva hetta loyvi og fremur hon eisini abortir.
Barbara G. Apol er nevndarlimur í Fríum vali, sum er áhugafelag við tí endamálið at fáa eina frælsari abortlóg í Føroyum. Frítt Val hevur savnað abortsøgur hjá føroyskum kvinnum, og søgurnar vísa m.a. at kvinnurnar kenna lógina, og vita at tað er torført at fáa eina abort, men tó vita tær eisini, hvussu tær kunnu royna at snúgva sær fyri at hava ein møguleika at fáa abort. Barbara sigur frá, at tað er ymiskt, nær í gongdini, kvinnurnar verða støðgaðar: Summar hava torført við at fáa tíð hjá lækna, tá læknaskrivarin hoyrir, hvørji ørindini eru; nakrar sleppa til kommunulækna men so ikki víðari; og uppaftur aðrar sleppa heilt út á Landssjúkrahúsið, men verða noktaðar abort har. Summar av kvinnunum hava eisini verði noyddar at fara av landinum, tí tær ikki luku krøvini at fáa eina abort. Og so eru tað tær, sum ikki ditta sær at fara gjøgnum føroysku skipanina og fara beinleiðis til Danmarkar, greiðir Barbara frá.
Øll hesi viðurskiftini koma at merkja, at kvinnur í Føroyum ikki hava sama møguleika at fáa eina abort, tí møguleikin er tengdur at tí einstøku kvinnuni, og hvussu hon er før fyri at navigera, staðfestur Turið H. “Kvinnurnar skulu vera í einari priviligeraðari støðu” sigur hon, tí tað er torførari at navigera í abortlendinum, um kvinnan stutt síðani er komin til landið, um hon ikki dugur málið ella bara ikki hevur rætta netverkið at geva sær neyðuga innlitið. Hetta kemur at merkja, at kvinnur í Føroyum hava ójavnbjóðis møguleika at fáa abort.
Skomm og stigma
Avleiðingar av núverandi støðu eru ikki einans, at kvinnur ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar. Verandi støða førur eisini skomm og stigma við sær.
Barbara G. Apol heldur, at prátið um abort hevur altíð verið ógvuliga hart, og tað ávirkar kvinnurnar, sum hava tikið abort. Frítt Val arbeiðir eisini fyri at normalisera abortir og at enda ta skomm og stigma, ið knýtir seg at abortum í Føroyum. Skomm og stigma ger m.a., at kvinnur tosa ikki opið um teirra upplivingar, er Barbara G. Apol vís í.
“Tað er ótrúliga týdningarmikið, at samfelagið vísur, hvønn veg man skal fara. Tí tað eru kvinnurnar, tað snýr seg um, og tað eru tær, sum eru gíslar í øllum hesum her. Tær eru faktiskt í gabestokkinum. Tær verða kallaðar fyri bæði líkt og ólíkt”. Hetta sigur Turið D. H., sum sigur, at lóggáva hevur ávirkan á, hvat verður sæð sum moralskt rætt og tí eisini, hvussu tað verður tosað um abortir og kvinnur, sum hava tikið abort.
“Eg hugsi, at kjakið endurspeglar mentanina” sigur Hallbera, og vísur á, at kjakið ofta kemur at snúgva seg um, at tað er kvinnan, sum hevur gjørt eitt mistak, verður hon óynskt við barn, og at tað er kvinnan sum skal taka ábyrgdina av hennara gerð.
Diana hevur eisini starvast sum lækni í Svøríki, og sigur hon, at tað er stórur munur á, hvussu kvinnur í ymsu londunum hava tað við at taka eina abort. Skommin fyllir ómetaliga nógv hjá føroysku kvinnunum, sum hon ikki gera hjá kvinnum í Svøríki, og eisini hava kvinnur í Føroyum ein ótta fyri, at fólk tær kenna, ið arbeiða í sjúkrahúsverkinum, fáa at vita um abortina í sjúkrajournalinum.
At tað valdar skomm og stigma um abort kennur Turið H. aftur. Tí flestu kvinnurnar, Turið H. hevur gjørt samrøðu við, halda abortirnar ómetaliga loyniligar. Fyri summar eru abortirnar so loyniligar, at tær næstan verða gloymdar. Turið H. sigur, at tað er sum um at abortirnar skulu úr minninum hjá kvinnunum, tí tað er so skammfult fyri kvinnurnar at hava tikið abort. Sjálvt tær kvinnurnar, sum eru í teimum meira frísinnaðu umhvørvunum í Føroyum, eru merktar av hesi skommini.
Kvinnurnar, sum Turið H. hevur gjørt samrøðu við, nevna tó eisini, at ein jalig broyting er farin fram seinastu árini. Tað er ikki ein politisk broyting, men ein sosial og moralsk broyting, ið er hend eftir at Frítt Val varð stovnað. Tá varð ein pallur skaptur, sum loyvir øðrum sjónarhornum, enn teimum, sum áður hevur verið ráðandi. Nýggja sjónarhornið legitimerar teirra støðu og teirra val um at taka abort. Hetta hevur havt nógv at siga fyri kvinnurnar, og fyri fleiri hevur hetta gjørt stóran mun í lívum teirra og hevur eisini gjørt, at tær ikki longur kenna seg einsamallar.
Skulu hjálpa kvinnuni
Luttakararnir í sofaprátinum eru allar á einum máli um, at núverandi lóg ikki tekur atlit til kvinnurnar og teirra trongu støðu.
Turið D. H. vil, at vit skulu hjálpa kvinnuni, sum er komin í torføru støðuna, og tí skal kvinnan, heldur enn fostrið, verða í miðdeplinum. Men fyri at kunna hjálpa kvinnuni mugu vit abortir gerast lógligar, heldur Turið D. H.
Stuðulin, sum Turið spyr eftir í Føroyum, fáa kvinnur í Svøríki, sigur Diana frá. Tí umframt at kvinnur har hava møguleikan at taka abort, um tær ynskja tað, hevur lógin í Svøríki eisini til endamáls at stuðla kvinnuni og í at koma fram til avgerðina, ið er rættast fyri kvinnuna. Lógin í Svøríki ásetur eisini, at kvinnurnar skulu verða viðfarnar við virðing, og verða kvinnurnar tí vardar fyri eitt nú moraliserandi starvsfólkum.
Sambært Turið H. verjur føroyska lógin nevniliga ikki kvinnuna. Av tí at lógin ikki byggir á rættindini hjá kvinnuni, er vandi fyri, at kvinnurnar verða illa viðfarnar, og starvsfólk hjá læknanum ella sjúkrahúsinum kunnu lata sína egnu persónligu hugsanir um abort ganga út yvir kvinnuna. Tøttu sambondini millum fólk í Føroyum gera, at tað eru sannlíkindi fyri, at læknar og annað starvsfólk kenna baklandið hjá kvinnuni, og hava tí havt meiningar og viðmerkingar. Kvinnan hevur ikki verið í vanda fyri slíkum, vardi lógin kvinnuna, metir Turið H.
Eitt eyðkenni við vælferðarsamfeløgum er, at vit hava eitt trygdarnet, um vit koma í eina tronga støðu. Eingin leggur ætlanir um at gerast óynskt upp á vegin, men í hesum førinum er einki trygdarnet at lofta kvinnunum, finst Hallbera at.
Hvør skal avgerða?
Eingin abortlóg í heiminum er púra frí, og at tað altíð eru avmarkingar, vísur Turið H. á. Tað snýr seg ikki um fría valið fyri kvinnuna, tí í øllum londum verður nøringin hjá kvinnum stýrd – tað er á ymiskan hátt og við ymiskum fríheitsgradum. Tað er eitt persónligt val at kvinnurnar, sum Turið H. Hevur gjørt samrøðu við, hava tikið eina abort, og snýr tað seg í flestu førum um, hvat kvinnurnar vilja við sínum lívi, at fáa familjulívið at hanga saman og eitt atlit til framtíðina.
“Tað er bara kvinnan sum stendur í støðuni, og tí bara hon, sum kann taka avgerðina. Vit mugu hava álit á, at kvinnan kann taka ta avgerðina. Ta avgerðina, sum er best í hennara føri” heldur Hallbera, og vísur á, at við núverandi lóg og kjaki verður ikki mett, at kvinnan er før fyri at taka avgerðina sjálv. Hallbera heldur, at tað tykist sum um at tað er ein ótti fyri at missa takið og stýringini av kvinnum. Um kvinnan sjálv kundi valt, heldur Hallbera, at vit eisini kundi komið longri við javnstøðu millum kynini.
Frítt Val vil, at kvinnur skulu hava ræðisrættin egnum kroppi og lívi, og tí skal tað ikki verða læknin, sum skal standa við avgerðini, sigur Barbara G. Apol.
Diana er samd, og heldur, at tað er keðiligt, at hon skal taka eina so týdningarmikla avgerð fyri eina aðra kvinnu: “Tað tyngir meg, tí tað fær øðiligar fylgir, tá man sigur nei”. Diana leggur afturat, at hetta ikki er ein læknafrøðiligur spurningur, og tí eigur avgerðin als ikki at liggja hjá sær, og vísur eisini á, at hetta eisini er ein torfør støða fyri hana sum lækna at standa í. Upp á heilt stutta tíð skal hon meta um støðuna hjá kvinnuni og um ymisk viðurskifti, ið verða nevnd í lógini, sum ikki merkja nakað í læknavísindini. Hóttanin um tvey ára fonsulsrevsing, um Diana og aðrir læknar ger skeiva meting av kvinnuni, er ótespilig. Abort er ein heilsutænasta, og tað er ein partur av kvinnulívinum, er Diana sannførd um.