Árliga frágreiðingin um deyðarevsing: flest avrættingar í áratíggju
Í 2023 vórðu í minsta lagi 1153 fólk avrættaði, og talið er sostatt tað hægsta síðan 2015. Lond, sum enn loyva deyðarevsing, gerast alsamt færri í tali og ongantíð hava verið so fá sum í 2023. Tað vísir árliga frágreiðingin um deyðarevsing, sum Amnesty International í dag hevur givið út.
Okkara árliga uppgerð fyri 2023 vísir, at talið av avrættingum í minsta lagi var 1153, sum er 31% fleiri enn árið fyri. Iran er landið við flest avrættingum í 2023, og vóru 853 fólk avrættaði. í Saudiarabia vóru tað 172 fólk, í Somalia 38 og í USA 24.
Veruliga talið er nógv hægri enn 1153, tí skuggatølini eru stór. Hvørki í Vietnam, Norðurkorea ella Kina verða tølini almannakunngjørd, men greiðar ábendingar eru um, at fleiri túsund fólk árliga verða avrættaði í Kina. Í hesum londunum kunnu lógarbrot og uppreistur verða revsaði við deyðadómi, og verður deyðadómur eisini nýttur sum politisk amboð at stýra og kúga politisk mótstøðufólk.
Í Iran er talið av deyðadómum og avrættingum voksið nógv seinastu árini og er talan serliga um rúsevnisdómar. Í kjalarvørrinum av ‘kvinna, lív, frælsi-rørsluni’ vórðu nógv mótmælisfólk og stuðlar dómd til deyða og avrættaði. Les frágreiðingina um, hvussu iranska stýrið royndi at loypa ótta á fólk fyri at basa mótstøðuni.
Í 2023 vóru fólk avrættaði í 16 londum, og er lægsta talið, eftir at Amnesty byrjaði at gera hesar teljingarnar. 122 lond hava nú strikað deyðarevsing, men í roynd og veru er talið 144. Tíbetur leggjast fleiri og fleiri lond afturat.
Í Amnesty eru vit ímóti deyðarevsing, og síðan 1977 hava vit arbeitt fyri at støðga hesum ræðuliga og vanæruliga mannarættindabroti. Sama, hvør er ákærdur, hvør brotsgerðin er, um persónurin er sekur ella hvør avrættingarháttur verður nýttur. Flestu fólk, sum verða dømd til deyða, hava ikki havt eina rættvísa rættargongd, og í fleiri londum verða prógv brúkt, sum við píning eru noydd fram. Og í fleiri londum eru etniskir og átrúnaðarligir minnilutabólkar í størri vanda fyri at verða dømd til deyða, enn aðrir bólkar.
Tá ið vit byrjaðu hetta arbeiðið í 1977 vóru einans 16 lond, sum høvdu sett deyðarevsing úr gildi við lóg ella í praksis. Við kanningum skjalprógva vit deyðadómar og avrættingar, sum vit almannakunngerða fyri at leggja trýst á valdshavarar og stjórnir. Okkara mál er at støðga øllum avrættingum, enda deyðarevsing og tryggja rættvísar rættarskipanir, sum byggja á altjóða mannarættindaligar reglur.
Les frágreiðingina her.