Mynd: AFP via Getty Images
13 HJÁLPAR- OG MANNARÆTTINDAFELAGSSKAPIR: HEIMSSAMFELAGIÐ MÁ LEGGJA STØRRI TRÝST Á, ÁÐRENN OV SEINT ER
Ísraelska stjórnin hevur boðað frá ætlanum um hernaðarlig tiltøk í Rafah, hóast Trygdarráð Sameinu Tjóða fyri tveimum vikum síðani tók undir við samtykt, sum alt fyri eitt kravdi vápnahvíld í Gasageiranum, meðan Ramadan er. Harumframt er nú er meir enn ein vika síðani, at Altjóða Dómstólurin, ICJ, gav boð um, at fleiri fyribils átøk skulu setast í verk.
Amnesty International og 12 aðrir hjálpar- og mannarættindafelagsskapir ávara um vanlukkuligu avleiðingarnar av ætlaðu innrásini í Rafah, og heita á heimsins lond um at leggja størri trýst á fyri at støðga hesum ætlanunum og fyri at fáa vápnahvíld í lag. Fleiri enn 1,3 milliónir sivil, av teimum fleiri enn 600 túsund børn, eru stødd í Rafah.
ONGASTAÐNI ER TRYGT Í GASAGEIRANUM
Fólkini, ið eru stødd í Rafah, hevur ongastaðni at fara og kunnu á ongan hátt verja seg, verða ætlanirnar settar í verk. Fleiri ferð hava ísraelsk herlið lopið á umráði, sum vórðu søgd at vera trygg hjá sivila fólkinum at fara t.d. drupu ísraelsk loftálop 28 fólk í og kring Al-Mawasi, sum nevniliga varð sagt at vera trygt. Eisini eru hjálparfelagsskapir álopnir, hóast teir framanundan høvdu boðað frá teirra staðseting, og neyðhjálparstarvsfólk eru dripin, neyðhjálparfylgi álopin, og sjúkrahús løgd í oyði.
Nýggja uppskotið hjá ísraelsku stjórnini um at noyða silvil í sokallaðar “humaniterar oyggjar”, har sivil høvdu verðið stúgvaði í lítil, avmarkaði umráði, kann óttast at vera ein enn ein ósannroynd.
Ísrael hevur skyldu at taka øll atlit, sum eru møgulig, fyri at veita evakueraða sivila fólkinum neyðugu hjálpina og tænasturnar fyri at tryggja, at tey sleppa undan við lívinum. Tað fevnur m.a. um at veita trygd og verju, vatn og nøring umframt reinføri og heilsurøkt. Men í dag er einki stað í Gasageiranum, har palestinar fáa hetta tryggjað.
STÓRSTI PARTURIN AV UNDIRSTØÐUKERVINUM LAGDUR Í OYÐI
Ísraelsk bumbuálop hava í seks mánaðir lagt í oyði alt undirstøðukervið í Mið- og Norðurgasa, og meira enn helminginum av øllum bústøðum í Gasa.
Í Rafah rigga grundleggjandi tænastur og undirstøðukervi s.s. sjúkrahús, vatnveitingar og reinførishentleikar bara partvís. At økja um hernaðartiltøkini í Rafah, hevði viðført vanlukkuligar avleiðingar fyri humaniteru hjálpina til allan Gasageiran, tí síðan oktobur í fjør er mesta av hjálpini og skipanunum, sum eru settar í verk, í Rafah.
UMHEIMURIN HEVUR SKYLDU AT VERJA SIVILA FÓLKIÐ
Fleiri enn 1,3 milliónir sivil, av teimum fleiri enn 600 túsund børn, eru stúgvaði í Rafah, har tey liva í áhaldandi ótta og vanda. Ísraelska stjórnin hevur kunngjørt ætlanir um at økja um hernaðarligu tiltøkini í Rafah, og hesin vandin er vórðin enn meira ítøkiligur eftir 31. mars, tá ið ísraelska krígsráðið tók undir við ætlanum um landálop í sunnasta landslutinum í Gasageiranum, har Rafah er.
Nøkur lond hava alment talað at, men altjóða trýstið og boðini hava higartil als ikki verið nøktandi og hava ikki megnað at støðga ætlaðu álopunum.
Nú mugu heimsins lond veruliga gera alt fyri at fáa eina varandi vápnahvíld í lag og gera alt fyri at verja sivila fólkið, sum tey hava skyldu til sambært altjóða humaniterari lóg og altjóða mannarættindalóg. Tað fevnir m.a. um, at gevast við at veita vápn, vápnalutir og ammunitión, tá vandi er fyri, at hesi verða brúkt í ósamsvari við altjóða lóg. Megnar heimssamfelagið ikki tað, liva vit ikki upp til moralsku, humaniteru og rættarligu krøvini og skyldurnar.
Hesir hjálpar- og mannarættindafelagsskapirnir hava sent áheitanina:
- Save the Children
- International Federation for Human Rights
- Amnesty International
- Doctors of the World/Médecins du Monde France, Spain and Switzerland
- ActionAid International
- Oxfam International
- Norwegian Refugee Council
- Plan International
- Handicap International – Humanity & Inclusion
- Medical Aid for Palestinians (MAP)
- International Rescue Committee (IRC)
- Danish Refugee Council
- DanChurch Aid
VÁPNAHVÍLD NÚ!
LES MEIRA
Við hungursneyð í Gasageiranum, er bráneyðugt við og fleiri rutum til neyðhjálp
Hamas skal rættarfylgjast
Altjóða rættvísi, fólkadráp og krígsbrotsverk – hvat merkir tað?