ALTJÓÐA RÆTTVÍSI
Altjóða rættvísi merkir at tryggja, at sek verða drigin til svars fyri nakrar av teimum álvarsligastu brotsgerðunum: fólkamorð, brotsverk ímóti mannaættini, krígsbrotsverk, píning og tvingsilshvørving. Orsakirnar til, at rættvísi verður sýtt teimum, sum eru fyri hesum brotsgerðunum, kunnu vera nógvar. Eitt nú vantandi politiskur vilji til at skipa fyri tí neyðuga kanningararbeiðinum og rættarsøkja tey ábyrgu, veikar revsirættarligar skipanir og tað, at tey, sum hava verið órætti, verða marginaliserað í samfelagnum.
Orsakað av hesum verða tey seku ikki drigin til svars og sleppa enntá at halda fram í sessum, har ið tey kunnu fremja brot ella forða fyri, at sek verða drigin til svars. Tey, sum hava verið fyri órætti, líða við sama lag, og lítið og einki verður gjørt fyri at staðfesta, hvat ið av røttum er farið fram, og taka stig til at tryggja, at brotsgerðirnar ongantíð verða endurtiknar. Í slíkum førum kunnu altjóða rættareindir gera sítt til at tryggja, at brotsgerðir verða kannaðar til fulnar, at sek verða rættarsøkt, og at tey, sum hava verið fyri órætti, fáa endurgjald fyri skaða, sum teimum er voldur.
Altjóða rættareindir
Altjóða revsidómstólurin (ICC)
ICC varð stovnaður í 2002 og er ein fastur dómstólur, sum kann standa fyri kanningararbeiði og rættarsøkja tey, sum eru undir illgruna fyri at hava framt fólkamorð, brotsverk ímóti mannaættini, krígsbrotsverk og (síðan 2018) ágangsbrotsverk í førum, har ið tjóðarmyndugleikin annaðhvørt ikki er førur fyri ella ikki er sinnaður at taka neyðug stig. Higartil eru fleiri mál løgd fyri dómstólin, og ákærin hjá ICC kannar í løtuni møguligar brotsgerðir í fleiri londum.
Hybriddómstólar
Sonevndir hybriddómstólar verða vanliga settir til at kanna og rættarsøkja víðfevndar brotsgerðir sambært altjóðarætti í londum, sum hava verið ígjøgnum stríð ella kreppu. Hesir dómstólarnir verða ofta settir, tá ið rættarskipanini í einum landi vantar tað neyðuga undirstøðukervið, menniskjatilfeingið, rættarkarmarnar ella sjálvræðið til at tryggja rættvísan rættargang ella avgreiða torgreiddar og politiskt viðkvæmar ákærur. Hybriddómstólar eru settir í fleiri londum, teirra millum Bosnia, Kambodja og Sierra Leona.
Ad hoc-dómstólar
Higartil eru tveir ad hoc-dómstólar settir: Altjóða revsidómstólurin fyri Ruanda, staðsettur í Arusha í Tansania, og Altjóða revsidómstólurin fyri fyrrverandi Jugoslavia, staðsettur í Haag í Hollandi. Báðir dómstólarnir eru nú avtiknir.
Onnur amboð
Átøk og nevndir, sum hava eftirlit við og skjalfesta mannarættindamál, hava í alt størri mun fulltrú til at gera altjóða revsirættarligar kanningar. Vit eiga at eggja teimum til at samstarva við og styðja upp undir altjóða revsirættarligar eindir og tilgongdir, har ið til ber. Ein slík eind, sum ST-aðalfundurin fekk í lag í 2016, hevur til uppgávu at savna prógv fyri brotsverkum undir sýriska borgarakrígnum at brúka í sambandi við revsimál fyri bæði tjóðardómstólum og dómstólum á økis- og altjóðastigi í samsvari við altjóðarætt.
Universelt málsræði
Universelt rættardømi sipar til meginregluna um, at tjóðardómstólar kunnu, og undir ávísum umstøðum skulu, rættarsøkja einstaklingar fyri brotsgerðir sambært altjóðarætti – eitt nú brotsverk ímóti mannaættini, krígsbrotsverk, fólkamorð og píning – sama hvar ið brotsgerðirnar eru farnar fram, við støði í meginregluni um, at slíkar brotsgerðir skaða altjóðasamfelagið ella sjálva altjóðaskipanina, sum tey einstøku londini kunnu royna at verja við síni framferð.
Srebrenica-hópmorðið sum dømi
Altjóða revsidómstólurin fyri fyrrverandi Jugoslavia (ICTY)
Mirsada Malagić misti mannin, tveir synir, beiggja sín og aðrar familjulimir í Srebrenica-hópmorðinum í 1995. Fimm ár seinni vitnaði hon í rættarmálinum ímóti bosniska-serbiska ovastanum Radislav Krstić fyri Altjóða revsidómstólinum fyri fyrrverandi Jugoslavia. Eftir at hava givið vitnisfrágreiðing bar Mirsada Malagić fram eina serliga tøkk:
”Eg vil fegin takka øllum teimum, sum gera tað møguligt hjá okkum at koma higar at, fyrr enn ikki, siga, hvat ið hendi, at finna ein farra av ugga í at sleppa at greiða frá, hvat ið okkum var fyri, at royna at vísa tykkum, hvat ið fór fram, tá ið Srebrenica fall, og bara ynskja, at Srebrenica ongantíð má henda aftur nakrastaðni.”
Mirsada Malagić
Radislav Krstić varð dømdur 35 ára fongsul fyri sín leiklut í sambandi við morðini og aðrar brotsgerðir.
Hvussu fremur Amnesty altjóða rættvísi?
Umframt at virka fyri at fáa tjóðarmyndugleikar at lúka sína skyldu at tryggja teimum, sum hava verið fyri órætti, rættvísi, sannleika og endurgjald hevur Amnesty átt virknan lut í at menna eina heimsfevnda skipan fyri altjóða rættvísi, sum kann leggja uppí, tá ið tjóðarmyndugleikar ikki gera sína skyldu, eitt nú:
- við átøkum at fá Altjóða revsidómstólin (ICC) stovnaðan og riknan munadygt,
- við at eggja londum til at útinna universelt rættardømi mótvegis brotsgerðum sambært altjóðarætti,
- við at eggja til, at settir verða altjóða ad hoc-dómstólar ella hybriddómstólar, og
- við at styrkja lóggávuna á altjóða-, økis- og tjóðarstigi til at basa brotsgerðum sambært altjóðarætti.
Amnesty International streingir á at tryggja teimum, sum hava verið fyri órætti, betri atgongd at altjóða rættvísi og at fáa altjóða rættareindir at halda mannarættindini – m.a. at virða rættindini hjá teimum, sum eru undir illgruna ella hava verið fyri órætti, og hjá vitnum. Les meira HER.
Arbeiðið hjá Amnesty International fyri altjóða rættvísi er bygt á fýra meginsúlur: rættvísi, sannleika, fult endurgjald og trygd fyri, at brotsgerðir ikki endurtaka seg.
Við rættvísi meinast, at lond skulu kanna øll uppáhald um brotsgerðir sambært altjóðarætti og, um prógvini eru nøktandi, rættarsøkja tey, sum eru undir illgruna fyri revsirættarliga ábyrgd, undir rættvísum rættargangi fyri vanligum dómstólum og uttan at brúka deyðarevsing.
Við sannleika meinast, at tey, sum hava verið fyri órætti, og teirra avvarðandi – og í roynd og veru vit øll – hava rætt til at vita, hvat ið er farið fram. Myndugleikarnir skulu staðfesta og alment viðurkenna sannroyndir um framdar brotsgerðir. Summi lond hava sett sonevndar sannleikanevndir fyri at røkka hesum, men slíkar eiga ongantíð at koma í staðin fyri rættvísiseindir.
Við fullum endurgjaldi meinast munadyggar fyriskipanir – m.a. afturbering (t.d. at lata fólki fastogn aftur), endurgjald, endurmenning í sambandi við kropsligt og sálarligt mein og symbolskar fyriskipanir (t.d. minnisvarðar) – sum veita teimum, sum hava verið fyri órætti, og teirra avvarðandi linna fyri líðing og hjálpa teimum at fóta sær aftur.
Við trygd fyri, at brotsgerðir ikki endurtaka seg, meinast fyriskipanir, sum tryggja hetta. Talan kann vera um royndir at basa undirbúgvandi mismuni, at taka av ella broyta lóggávu, sum ger sítt til, at brotsgerðir fara fram, at kanna trygdarlið o.s.fr.
Tað liggur á stjórnum at tryggja rættvísi, sannleika, fult endurgjald og trygd fyri, at brotsgerðir ikki endurtaka seg. Men megna ella vilja stjórnir ikki at tryggja hetta, má altjóðasamfelagið tryggja við altjóða rættaramboðum, at sek verða drigin til svars.
Hvat krevur Amnesty?
Tey, sum fremja tær verstu hugsandi illgerðirnar kunnu ikki krógva seg longur.
- Øll lond eiga at stuðla altjóða rættvísi við at fara upp í og samstarva við ICC. Lond, sum eru partar av Róm-samtyktini fyri ICC, eiga til fulnar at fremja ásetingarnar í samtyktini í tjóðarlóggávu.
- Lond eiga at útinna universelt rættardømi mótvegis brotsgerðum sambært altjóðarætti við at kanna og rættarsøkja tey, sum eru undir illgruna fyri at hava framt slíkar brotsgerðir, fyri tjóðardómstólum, sama hvar ið brotsverkini eru farin fram.
- Altjóða ad hoc-dómstólar og hybridrevsidómstólar eiga at verða settir umframt aðrar rættareindir, serliga tá ið ICC ikki er førur fyri taka neyðug stig.
- Allar altjóða rættareindir, sum kanna og rættarsøkja brotsgerðir sambært altjóðarætti, eiga at tryggja teimum, sum hava verið fyri órætti, munadygga atgongd at dómstólsroynd og virða mannarættindini til fulnar, m.a. rættindini hjá ákærdum, teimum, sum hava verið fyri órætti, og vitnum undir rættarganginum.
ALLÝSINGAR
Fólkamorð
Fólkamorð sipar til ávísar gerðir, sum verða framdar við tí í hyggju heilt ella fyri ein part at oyða ein tjóðbólk, etniskan bólk, rasubólk ella átrúnaðarbólk.
Brotsverk ímóti mannaættini
Hugtakið brotsverk ímóti mannaættini sipar til brotsgerðir, sum verða framdar sum liður í víðfevndum ella skipaðum álopi á sivil í friðartíð ella krígstíð. Hesar brotsgerðirnar fevna um píning, tvingsilshvørving, morð, trælahald, tvingsilsflutning og ávísar kynsligar og kyngrundaðar brotsgerðir, m.a. neyðtøku.
Krígsbrotsverk
Krígsbrotsverk eru brot á humaniteran altjóðarætt, sum eru revsiverd sambært altjóðarætti. Tey fevna um tilætlað morð, álop á sivil, píning, eiturnýtslu ella nýtslu av eitraðum vápnum, morð ella ringa viðferð av krígsfangum og brotsgerðir við kynsligum harðskapi.
Tvingsilshvørving
Tvingsilshvørving er handtøka, afturhald, burturflyting ella eitt og hvørt annað slag av frælsistøku, sum umboð fyri statin ella fólk ella bólkar við loyvi, stuðli ella samtykki frá statinum standa fyri, og har ið frælsistøkan seinni ikki verður viðurkend, ella har ið dult verður fyri lagnuni ella tilhaldinum hjá tí horvna, sum tí endar uttan fyri lógarinnar vernd.
Uttanrættarlig avrætting
Hugtakið uttanrættarlig avrætting sipar til ólógligt (við ongum rættargangi) og tilætlað morð, sum verður framt av eini stjórn (ella við stjórnarluttøku) ella einum stjórnarembætisfólki ella fólki við samtykki ella loyvi frá einum stjórnarembætisfólki, sum ikki virkar eftir boðum.
Revsingarfrælsi
Hugtakið revsingarfrælsi lýsir støðuna, har ið ein brotsgerð (t.d. hóttan, álop ella morð) kann verða framd uttan revsing ella aðrar avleiðingar.