STRÍÐIÐ HELDUR ÁFRAM
Mikudagin fall uppskotið um eina nýggja abortlóg, men vit gevast ikki við at stríðast fyri enn kvinnur í Føroyum sjálvar kunnu taka avgerðir um egna reproduktión.
Valið mikudagin stóð ikki ímillum, hvørt abortir fóru at verða framdar í framtíðini ella ikki. Tað vita vit, at tær fara. Valið stóð hinvegin ímillum, hvørt abortir framyvir skuldu gerast tryggar og virðiligar ella ótryggar og óvirðiligar.
Mikudagin varð altso staðfest, at hendan ótryggan og óvirðiliga støðan heldur áfram og at kvinnur í Føroyum framvegis fara at hava ójavnbjóðis atgongd til abort.
Tað ber ikki til at forða abortum – einans tryggum abortum.
Kring allan heim banna lond abortum við tí endamáli at forða fyri, at abortir verða framdar. Tað er tó ein sannroynd, at hvørt lond loyva abortum ella ikki, so taka kvinnur abort. Út frá hagtølum síggja vit, at tað ikki er stórvegis munur á talinum av abortum í londum, sum loyva abortum og í londum, sum ikki loyva abortum. Sambært heimsheilsustovninum hjá ST, WHO, førur strong lóggáva við sær, at kvinnur finna aðrar loysnir, og tá kunnu abortirnar gerast ótryggar og vandamiklar.
Ótryggar og óvirðiligar umstøður og abortir
Seinastu árini hava vit fingið størri innlit í tær støður og umstøður, sum kvinnur í Føroyum eru í, tá ið tær hava eitt ynski um abort, men ikki lúka smølu krøvuni í lóggávuni. Vit vita, at kvinnur royna at smoyggja sær í heilsuverkinum og lúgva um heilsustøðuna, bíleggja abortheilivág á netinum ella fara uttanlands at fáa abortina, teimum tørva. Hetta ger støðurnar óvirðiligar og í fleiri førum vandamiklar.
Kvinnur í Føroyum hava ikki javnbjóðis atgongd til abort
Tað er somuleiðis staðfest, at kvinnur fara av landinum at fáa abort, men av tí at hetta ikki er ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum kvinnum, førur aborlóggávan við sær, at kvinnur í Føroyum hava ójavnbjóðis atgongd til abortviðgerð.
Lóggáva skal vera greið og gjøgnumskygd
Verandi lóg er frá 1956, er ógreið og skrivað til eitt annað samfelag. Lógsemisreglan og rættarstatsreglan eru grundleggjandi meginreglur í øllum altjóða mannarættindasáttmálum. Lógsemiseglan er ein grundleggjandi trygd fyri, at lond ikki lata tilvildina ráða, tá ið tey útinna sínar heimildir at tryggja lóg og landaskil og at gera rættarreglur. Ein týðandi táttur í lógseminum er, at lóggávan verður útint eins og ikki tilvildarliga. Tí skal lóggávan vera gjøgnumskygd, atkomandi og regluføst, og stjórnir – eisini heilsumálaráð – skulu útinna hana rættvísiliga.
Av tí at lógin er ógreið, setur lógin setur læknarnar, sum skulu nokta ella játta eini kvinnu at taka abort, í eina ótrygga støðu, sigur Diana Reynstind, burðarfrøðingur og serlækni í kvinnusjúkum.
Les frágreiðingina ‘An Unstoppable Movement: A global call to recognize and protect those who defend the right to abortion,’
Tá ið kvinnur ikki hava møguleika at velja abort, verða nøkur grundleggjandi rættindi hjá teimum ikki vird
Rætturin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring, framtíð og rætturin til virðing fyri og verju av privatlívinum er staðfestur í altjóða mannarættindasáttmálum. Hesi rættindi verða m.a. ikki vird, tá kvinnur ikki sleppa at velja abort. Sjónarmiðið hjá Amnesty International er tí, at kvinnur sjálvar skulu hava ræðið at taka avgerð um egna reproduktión og hervið eisini taka abort, um tær hava eitt ynski um tað. Av somu orsøkum er okkara sjónarmið eisini, at eingin kvinna skal tvingast at taka eina abort.
Les meira um abortrættindi her og abortpolitikkin hjá Amnesty International her.