Kring heimin síggja vit tær ræðandi avleiðingarnar av støðugt harðnandi stríði og nærum fullkomnari upploysing av altjóðarætti. Soleiðis verður tikið til í ársfrágreiðingini hjá Amnesty, sum varpar ljós á 155 lond og ger altjóða mannarættindagongdina upp.
Amnesty International málar í tí árligu uppgerðini yvir mannarættindi kring heimin eina dapra mynd av einum heimi, har ið mannarættindi verða traðkað undir fótum, og eini altjóða rættarskipan í upploysn.
Sivilfólk í krígsøkjum harðast rakt, tá ið lond halda hánt um altjóðarætt
Í frágreiðingini varpar Amnesty skart ljós á, hvussu leiðarar og stovnar í dag halda hánt um mannarættindameginreglurnar, sum eru okkara felags spælireglur. Eitt svik, sum máar støðið undan tí regluskipaðu heimsskipanini, sum varð grundløgd í 1945.
Eitt stríð, sum myndaði árið 2023, og sum ikki tykist linka, er stríðið millum Ísrael og Hamas. Meðan ábendingarnar um brotsverk støðugt rúgvast upp, gevur ísraelska stjórnin sær ikki far um altjóðarætt í Gaza. Eftir tað ræðuliga álopið hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum tann 7. oktobur svaraðu ísraelskir myndugleikar aftur við áhaldandi loftálopum á tættbygd siviløkir. Álopum, sum ofta beindu fyri heilum húskjum, róku útivið 1,9 milliónir palestinar á flótta og avmarkaðu atgongdina at átrokandi neyðhjálp, hóast vaksandi hungursneyð í Gaza.
Amnesty finst at USA fyri í mánaðir skammleyst at hava brúkt sýtingarrættin til at lemja trygdarráðið hjá Sameindu tjóðum við atliti at eini bráðneyðugari samtykt um vápnahvíld. Eisini ger USA við sama lag Ísrael út við vápnum, sum verða brúkt til at fremja tað, sum sannlíkt er krígsbrotsverk. Lond sum Stórabretland og Týskland hava borið seg dupultmoralskt at, tá ið teirra væl grundaðu atfinningar mótvegis krígsbrotsverkunum hjá Russlandi og Hamas verða hildnar upp ímóti, at tey stuðla brotunum hjá Ísrael.
”Altjóðasamfelagið hevur svikið, tá ið tað ikki hevur vart sivilfólk í túsundatali – ein ræðandi stórur prosentpartur børn – sum hava ligið afturá í Gazageiranum. Tað er týðiligt, at stovnarnir, sum eru settir í heimin til at verja sivilfólk og halda mannarættindunum uppi, ikki longur eru skikkaðir til endamálið. Tað, vit sóu í 2023, staðfestir, at nógvir valdmiklir statir hava slept grundleggjandi virðum um humanitet og universalitet, sum eru fest á blað í heimsyvirlýsingini um mannarættindi,” segði Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International.
Russland, Myanmar og Sudan
Í frágreiðingini skjalprógvar Amnesty eisini tey eyðsýndu brotini, sum russisk herlið hava framt undir tí áhaldandi innrásini í Ukraina. Amnesty dregur fram tilvildarlig álop á tættbygd siviløkir umframt orku- og kornútflutningsundirstøðukervni, og hvussu krígsfangar eru píndir og illa viðfarnir. Harumframt hevur framferðin hjá Russlandi elvt til víðfevnda umhvørvisdálking, t.d. tá ið Kakhovka-byrgingin tilætlað varð løgd í oyði.
Í Myanmar hevur herurin saman við atknýttum militsum framt álop á sivilfólk, og bara í 2023 lógu meira enn túsund sivilfólk eftirá. Stjórnin hevur ikki latið við seg koma eftir fráboðanir um eyðsýnd brot og tí heldur ikki átikið sær at kanna fráboðanirnar nærri. Kina hevur stuðlað fíggjarliga og hernaðarliga.
Í Sudan hava teir báðir stríðandi partarnir, sudansk vápnaherlið og sonevndar Rapid Support Forces, sýnt tí humanitera fólkarættinum ógvuliga lítla virðing, tá ið tey hava framt miðvís og tilvildarlig álop, sum hava kostað 12.000 sivilfólkum lívið í 2023. Hetta hevur elvt til ta størstu flóttakreppuna í heiminum við meira enn átta mió. fólkum á flótta. Enn hómast eingin endi á stríðum, og matvørukreppan, sum hevur herjað í mánaðir, mennist nú til hungursneyð.

Starvsfólk hjá ukrainska herðinum veita mat til íbúgvar í umráðum í Kherson, sum eru undir í vatni, eftir byrgingin við vatnorkuverið Kakhovka hevur fingið skaðar.
Mótmælir birta vón
Eftir at bæði statir og ikki-statsligir stovnar hava blakað heimin út í ein ruðuleika við vantandi felags spælireglum, hava fólk um allan heim tikið lógvatak saman og gjørt sítt til at tala fyri mannarættindum.
”Samstundis sum heimsins leiðarar hava svikið mannarættindini, hava fólk savnast at mótmæla og savnað inn undirskriftir fyri eini meira vónríkari framtíð,” sigur Agnès Callamard.
Stríðið millum Ísrael og Hamas fekk fólk út á gøtuna at krevja vápnahvíld, og at gíslarnir verða leyslatnir. Eisini savnaðust fólk til mótmælistiltøk í USA, El Salvador og Póllandi at krevja rætt til viðgonguslit. Um allan heim fekk ungdómsrørslan Fridays For Future fólk í túsundatali út á gøtuna at tala fyri at fara burtur frá lívrunnum brennievni.

Mótmælistiltak í í Berlin. Tey minnast øll sivilu, sum eru dripin eftir 7. oktobur, og heita á týska kanslaran, Olaf Scholz, um at arbeiða fyri vápnahvíld.
Amnesty International rópar varskó: Altjóðarættur á vegamóti, sum stjórnir og fyritøkur fremja eyðsýnd brot
- Valdmiklar stjórnir blaka mannaættina inn í eitt tíðarskeið við ongum altjóða rættarkørmum, har ið sivilfólk í krígsøkjum verða harðast rakt.
- Skjótt umbroytiligt vitlíki sleppur at skapa gróðrarbotn fyri rasismu, mismuni og skilnaði í avgerandi ári fyri almenn val.
- Til at mótmæla hesum brotunum tóku fólk um allan heim í higartil ósæddum tali stig til at krevja vernd av mannarættindum og virðing fyri okkara felags humaniteti.
Heimurin heystar ein ávøkst av ræðandi avleiðingum av vaksandi stríði og altjóðarætti í upploysn, segði Amnesty, tá ið felagsskapurin læt úr hondum sína ársfrágreiðing um heimsins mannarættindi, har ið mett verður um mannarættindini í 155 londum.
Amnesty International ávaraði eisini um, at upploysingin av altjóða rættarkørmunum væntandi fer at taka dik á seg við skjótari vitlíkismenning, sum saman við valdinum hjá teimum stóru tøknirisunum kann elva til, at mannarættindabrot verða “superlødd”, um rættarkarmarnir við sama lag dragna aftur úr menningini.
“Frágreiðingin hjá Amnesty International málar eina dapra mynd av álvarsligari mannarættindakúgan og víðfevndum brotum á altjóðarætt, alt ímeðan ójavnin í heiminum veksur, stórveldir berjast um yvirræði og veðurlagskreppan versnar,” sigur Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International.
“Tað ger tey eyðsýndu brotini hjá Ísrael á altjóðarætt uppaftur verri, at tess sameindu ikki megna at steðga tí ræðuliga blóðbaðnum millum sivilfólk í Gaza. Nógv av hesum sameindu gingu sjálv á odda at fáa altjóða rættarkarmar í lag eftir seinna heimskríggj. Samstundis sum Russland við sama lag loypur á Ukraina, og alt fleiri vápnað stríð kykna og vit síggja óhugnalig mannarættindabrot, t.d. í Sudan, Etiopia og Myanmar, eru altjóða rættarkarmarnir í vanda fyri at ganga til grundar.”
Ótálmað brúk av nýggjari og kendari tøkni, sum tað er vorðið vanligt hjá hernaðarligum, politiskum og vinnuligum pørtum at gera sær dælt við, hevur í stríði og aðrastaðni slóðað fyri lógloysi, mismuni og revsingarfrælsi. Pallarnir hjá teimum stóru tøknirisunum hava elvt til stríð. Við spyware og hópyvirvøkuútbúnaði verða inntriv gjørd í grundleggjandi rættindi, samstundis sum stjórnir fara eftir teimum mest marginaliseraðu bólkunum í samfelagnum við sjálvvirknum útbúnaði.
“Í einum alt meira ótryggum heimi kann óregulerað útbreiðsla av tøkni sum gererativum vitlíki, andlitskenning og spyware gerast ein skaðiligur fíggindi, sum munandi skundar undir enn fleiri brot á altjóðarætt og mannarættindi,” segði Agnès Callamard.
“Hetta avgerandi valárið, har ið ein alt valdmiklari lobbyisma, fíggjað av teimum stóru tøknirisunum, stríðist ímóti neyðugari regulering, er henda óstýriliga og óreguleraða tøkniliga menningin ein stór hóttan ímóti okkum øllum. Hon kann verða brúkt til at fremja mismun, falskunning og skilnað.”
Sivilfólk harðast rakt, tá ið statir halda hánt um altjóðarætt
Frágreiðingin hjá Amnesty International lýsir, hvussu leiðarar og stovnar í heiminum í dag svíkja mannarættindaligar meginreglur. Samstundis sum vápnað stríð vindur upp á seg kring heimin, hava gerðirnar hjá mongum valdmiklum statum skatt álitið á fleirtjóða samstarv uppaftur meira og máað støðið undan teimum altjóða rættarkørmunum, sum av fyrstan tíð vórðu fingnir í lag í 1945. Í stríðnum, sum setti dagsskránna í 2023, og sum ikki tykist linka, rúgvast prógvini um krígsbrotsverk støðugt upp, samstundis sum ísraelska stjórnin ger gjøldur burtur úr altjóðarætti í Gaza. Eftir tey ræðuligu álopini hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum tann 7. oktobur hava ísraelskir myndugleikar svarað aftur við eirindaleysum loftálopum á tættbygd siviløkir. Álopum, sum hava beint fyri heilum húskjum, rikið útivið 1,9 mió. palestinar á flótta og avmarkað atgongdina at átrokandi humaniterari hjálp hóast vaksandi hungursneyð í Gaza.
Frágreiðingin viðger, hvussu USA í mánaðir skammleyst hevur brúkt sýtingarrættin til at lemja trygdarráðið hjá Sameindu tjóðum og forða fyri eini bráðneyðugari samtykt um vápnahvíld, samstundis sum landið hevur gjørt Ísrael út við vápnum, sum eru brúkt til at fremja tað, sum sannlíkt er krígsbrotsverk. Frágreiðingin varpar eisini ljós á tann stóra dupultmoralin hjá evropeiskum londum sum Stórabretlandi og Týsklandi, sum av røttum hava mótmælt krígsbrotsverkum hjá Russlandi og Hamas, samstundis sum tey stuðla framferðini hjá ísraelskum og amerikonskum myndugleikum í stríðnum.
“At altjóðasamfelagið ikki hevur megnað at vart sivilfólk í túsundatali – ein skakandi stórur prosentpartur børn – fyri at liggja eftirá í tí hersetta Gazageiranum, vísir púra greitt, at stovnarnir, sum vórðu settir í heimin til at verja sivilfólk og halda mannarættindum uppi, ikki longur tæna sínum endamáli. Tað, sum vit sóu í 2023, váttar, at nógvir valdmiklir statir fara burtur frá teimum grundleggjandi virðunum um humanitet og universalitet, sum vórðu fest á blað í heimsyvirlýsingini um mannarættindi,” segði Agnès Callamard.
Frágreiðingin skjalprógvar eisini eyðsýnd brotsverk hjá russiskum herliðum undir innrásini í Ukraina. Tilvildarlig álop á tættbygd siviløkir og orku- og kornútflutningsundirstøðukervi verða drigin fram, umframt hvussu krígsfangar verða píndir og á annan hátt illa viðfarnir. Hetta kemur aftur at víðfevndari umhvørvisdálking, eitt nú tá ið russiskar herdeildir – eru tey flestu samd um – at síggja til tilætlað løgdu Kakhovka-byrgingina í oyði.
Í Myanmar framdi herurin saman við atknýttum militsum álop á sivilfólk, og bara í 2023 lógu meira enn túsund sivilfólk eftirá. Hvørki myanmarski herurin ella russiskir myndugleikar hava viljað átikið sær at kanna fráboðanirnar um eyðsýnd brotsverk. Kina hevur stuðlað báðum fíggjarliga og hernaðarliga.
Í Sudan hava teir báðir stríðandi partarnir, sudansk vápnaherlið og sonevndar Rapid Support Forces, sýnt tí humanitera fólkarættinum ógvuliga lítla virðing, tá ið tey hava framt miðvís og tilvildarlig álop, sum hava kostað 12.000 sivilfólkum lívið í 2023. Hetta hevur elvt til ta størstu flóttakreppuna í heiminum við meira enn átta mió. fólkum á flótta. Enn hómast eingin endi á stríðum, og matvørukreppan, sum hevur herjað í mánaðir, mennist nú til hungursneyð.
Tøkni, sum styðjar upp undir hatur, skilnað og mismun, ein hóttan í avgerandi valári
Amnesty International kom eftir, at politiskir leikarar í nógvum pørtum av heiminum herða álopini á kvinnur, LGBTI-fólk og marginaliserað samfeløg, sum søguliga hava verið gjørd til syndabukk fyri politiskan vinning og fyrimunir í sambandi við val. Nýggj og verandi tøkni er í alt størri mun brúkt til at hjálpa hesum kúgandi politisku leikarunum at bera falstíðindi, reisa samfeløg upp ímóti hvørjum øðrum og leypa á minnilutar.
Frágreiðingin vísir eisini á, at verandi tøkni í alt størri mun verður brúkt til at seta skorður undir mismunarelvandi politikkir. Statir, teirra millum Argentina, Brasil, India og Stórabretland, hava í alt størri mun brúkt andlitskennandi tøkni til hava eftirlit við almennum mótmælistiltøkum og ítróttatiltøkum og fremja mismun ímóti marginaliseraðum samfeløgunum – serliga migrantum og flóttafólki. Eitt nú avdúkaði løgreglan í New York í 2023, eftir at Amnesty International hevði tikið rættarlig stig, hvussu hon brúkti tøkni til at hava eftirlit við Black Lives Matter-mótmælistiltøkum í býnum. Á Vestara áarbakka brúkti Ísrael somu tøkni til at forða fyri flytingarfrælsi og halda apartheidsskipanini uppi. Í Serbia varð ein hálvsjálvvirkin vælferðarskipan sett í verk, sum gjørdi, at fólk í túsundatali mistu atgongdina at lívsneyðugari sosialhjálp. At hetta serliga rakti romasamfeløg og fólk, sum bera brek, vísir, hvussu ótálmað sjálvvirking kann vaksa um ójavna.
Meðan fólk í milliónatali flýggja undan kríggi kring heimin, vísir frágreiðingin á, hvussu kúgandi tøkni varð brúkt til at stýra fólkaflyting og til handhevjan við landamørk, m.a. talgildar loysnir í staðin fyri at halda fólki aftur, tøkni til at eksternalisera mørk, dáturitbúnaður, lívmáting og algoritmiskar avgerðarskipanir. Útbreiðslan av hesi tøknini styðjar upp undir og fremur mismun, rasismu og ov víðfevnda og ólógliga yvirvøku av rasialiseraðum fólki.
Samstundis er spyware við sama lag í stóran mun óregulerað, hóast langtíðarprógv eru fyri, at tað elvir til mannrættindabrot, har ið aktivistar enda í útlegd og journalistar og mannarættindaverjar vanliga standa fyri skotum. Í 2023 avdúkaði Amnesty International, hvussu Pegasus-spyware varð brúkt ímóti journalistum og sivilsamfelagnum í londum sum Armenia, Dominikanska lýðveldinum, India og Serbia, samstundis sum spyware við sæti í ES og regulerað í ES varð selt londum um allan heim.
Hetta seinasta árið hevur tað skjótt vaksandi brúkið av generativum vitlíki vaksið um hóttanina frá verandi tøkni – frá øllum frá spyware til statsliga sjálvvirking og tær óstýriligu algoritmurnar á sosialum miðlum.
Meðan menningin er farin fram við rúkandi fer, hevur reguleringin í stóran mun verið óbroytt. Men evropeiskir politikarar eru loksins farnir at lata við seg koma, nú ið avgerandi ES-lóggáva um talgildar tænastur kom í gildi í februar 2024. Hóast hon er ófullfíggjað, hevur tann nýggja lóggávan birt í alneyðugt altjóða kjak um regulering av vitlíki.
“Vit síggja eina sera stóra gjógv ímillum vandarnar við óstýrdari tøkniligari menning og tað, sum vit eiga at gera, tá ið ræður um reglur og vernd. Hetta er okkara spádda framtíð og fer bara at versna, um ikki tann ótálmaða útbreiðslan av óreguleraðari tøkni verður avmarkað,” segði Agnès Callamard.
Amnesty International avdúkaði, hvussu algoritmurnar hjá Facebook styðjaðu upp undir etniskan harðskap í sambandi við vápnað stríð í Etiopia. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu tøkni verður brúkt til at reisa samfeløg upp ímóti hvørjum øðrum, serliga í óstøðugum tíðum. Mannarættindafelagsskapurin væntar, at hesir trupulleikarnir fara at vinda upp á seg hetta avgerandi valárið, har ið tað yvirvøkugrundaða handilsmodellið styðjar upp undir stórar sosialar miðlapallar sum Facebook, Instagram, TikTok og YouTube og skundar undir mannarættindabrot í sambandi við val.
“Vit hava sæð, hvussu algoritmurnar á sosialum miðlum, sum fram um alt eru mentar til at vaksa sum mest um ‘luttøku’, styðja upp undir hatur, mismun og falskunning. Tær skapa eina endaleysa og vandamikla aftursvarslykkju, serliga í politiskt viðkvomum tíðum. Við útbúnaði ber eftir fáum sekundum til at gera eftirgjørdar myndir, ljóð og video og at miða eftir ávísum móttakarabólkum, men enn hevur vallóggávan ikki fingið tamarhald á hesi hóttanini. Higartil hava vit hoyrt ov nógv prát og sæð ov fá stig verða tikin,” segði Agnès Callamard.
Í novembur verður forsetaval í USA, samstundis sum mismunur og ágangur ímóti marginaliseraðum samfeløgum, teirra millum LGBTI-fólki, vinda upp á seg á sosialum miðlapallum. Hóttandi og ræðandi tilfar ímóti viðgongusliti er eisini vorðið vanligt.
Umleið ein mia. fólk greiða atkvøða á valinum í India í ár. Tað hendir í kjalarvørrinum á álopum á friðarlig mótmælisfólk og skipaðum mismuni ímóti átrúnaðarligum minnilutum. Í 2023 avdúkaði Amnesty International, hvussu innræsið spyware var brúkt ímóti navnfromum indiskum journalistum, og yvirhøvur eru tøknipallarnir vorðnir politiskir vígvøllir.
“Politikarar hava leingi misbrúkt ‘vit ímóti teimum’-narrativ til at vinna sær atkvøður og skáka sær undan rímiligum spurningum um fíggjar- og trygdarótta. Vit hava sæð, hvussu óregulerað tøkni, eitt nú andlitskenning, er brúkt til at seta skorður undir mismun. Saman við hesum stoytir handilsmodellið hjá teimum stóru tøknirisunum bensin á hatursbálið og tænir teimum, sum vilja jagstra, dehumanisera og fremja vandamikil narrativ til at styrkja sína valdstøðu ella betra um sínar veljarakanningar. Tað er ein ræðandi fyriboðan um, hvat ið vit hava í væntu, um tann glúpska tøkniliga menningin sleppur at renna undan ábyrgd við sama lag,” segði Agnès Callamard.
Altjóða fylking sum ongantíð fyrr
“Vit hava sæð gerðir hjá valdmiklum statsligum og ikki-statsligum leikarum blakað okkum út í ruðuleika í einum heimi við ongum munadyggum rættarkørmum, har ið fyrilitarleys vinningstrá hjá kollveltandi tøkni uttan munadygga stýring er vorðin normurin. Vit hava sæð nógvar stjórnir lítilsvirða altjóðarætt, men eisini fólk, sum hava heitt á stovnar um at fremja altjóða rættarkarmar. Og samstundis sum heimsins leiðarar hava svikið, tá ið ræður um at verja mannarættindi, hava vit sæð fólk ganga mótmælisgongu, mótmæla og savna inn undirskriftir fyri eini meira vónríkari framtíð,” segði Agnès Callamard.
Stríðið millum Ísrael og Hamas elvdi til mótmælistiltøk í hundraðtali um allan heim. Langt áðrenn stjórnir fóru at gera tað, kravdu fólk vápnahvíld, so at endi kundi fáast á tí ófatiligu líðingini hjá palestinum í Gaza og allir gíslar, sum Hamas og aðrir vápnaðir bólkar hava tikið, kundu verða leyslatnir. Í USA, El Salvador og Póllandi tustu fólk út á gøtuna at krevja rætt til viðgonguslit, tá ið aftursvar ímóti kynjarættvísi tóku seg upp. Um allan heim talaðu fólk í túsundatali saman við ungdómsrørsluni Fridays For Future fyri at gevast at brúka lívrunnið brennievni.
Ótroyttilig átøk høvdu eisini fleiri týðandi mannarættindasigrar við sær í 2023. Eftir at #MeToo-rørslan og felagsskapir í sivilsamfelagnum í Taivan høvdu talað fyri at gera enda á kynsligum harðskapi, samtykti stjórnin at broyta taivansku lógina um at fyribyrgja kynsligum brotsverkum.
Hóast COP28 ikki gjørdi tað, sum krevst, samdust londini um at fara burtur frá lívrunnum brennievni. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at lívrunnið brennievni varð nevnt í eini COP-samtykt. Í kjalarvørrinum á áralongum átøkum vórðu teir fýra mannarættindaverjarnir í Buyukada-málinum – Taner Kılıç, İdil Eser, Özlem Dalkıran og Günal Kurşun – sum í juli 2020 vórðu dømdir við støði í ógrundaðum ákærum, loksins fríkendir í Turkalandi.
Í einum av mongum dømum varð afganski útbúgvingaraktivisturin Matiullah Wesa leyslatin í oktobur 2023 eftir átøk í mánaðir. Hann sat slakar sjey mánaðir í fongsli fyri at tala fyri útbúgvingarrættindum hjá gentum og finnast at politikkinum hjá Taliban, sum sýtti gentum at fara undir framhaldslesnað.’
“Rætturin at mótmæla er avgerandi fyri at varpa ljós á valdsgerðir og ábyrgdina hjá leiðarum. Fólk hava gjørt púra greitt, at tey vilja hava mannarættindi. Tað liggur nú á stjórnunum at vísa, at tær lurta,” segði Agnès Callamard.
“Við tí døpru heimsstøðuni í huga er bráðtørvur á tiltøkum til at endurreisa og endurnýggja teir altjóða stovnarnar, sum skulu verja mannaættina. Stig mugu takast til at nýskipa trygdarráðið hjá Sameindu tjóðum, so at fastir limir ikki ótálmað kunnu brúka sýtingarrættin til at forða fyri, at sivilfólk kunnu verða vard, og styrkja sínar geopolitisku samgongur. Stjórnirnar skulu eisini taka munandi lóggávu- og rættarstig til at leggja upp fyri vandum og skaða, sum standast av vitlíkistøkni og valdinum hjá teimum stóru tøknirisunum.”

Mótmælisfólk í Georgia.