Aðalfundur hjá Amnesty International Føroyum
Mikukvøldið 24. apríl kl. 19 verður aðalfundur hjá Amnesty International Føroyum. Aðalfundurin verður hildin í Mettustovu, Skipara Hansens gøta 5.
Skráin er sambært viðtøkum felagsins:
– val av fundarskrivara
– frásøgn nevndarinnar frá farna ári
– framløga av grannskoðaðum roknskapi
– innkomin mál
– nevndin svarar spurningum
– nevndarval
– val av grannskoðara
– ymiskt
– val av fundarskrivara
– frásøgn nevndarinnar frá farna ári
– framløga av grannskoðaðum roknskapi
– innkomin mál
– nevndin svarar spurningum
– nevndarval
– val av grannskoðara
– ymiskt
Ynskir tú at fáa mál á skrá, skal hetta fráboðast nevndini á chair@amnesty.fo í seinasta lagi 17. apríl.
Vilt tú hava ávirkan á mannarættindaarbeiðið hjá Amnesty International í Føroyum og altjóða? Kom so á aðalfundin og stilla upp í nevndina. Hevur tú spurningar um nevndararbeiðið, kanst tú seta teg í samband við forkvinnuna, Bergtóru Patursson, á chair@amnesty.fo.
Nevndin
Nevndin