© Hannah Aurora Almstrup / Esther Kofoed Sørensen
MARIA GULDBRANDSØ TÓRGARÐ:
– EG HEVÐI KENSLUNA AV, AT TEY DRÓGU TÍÐINA ÚT, SO EG IKKI KUNDI FÁA ABORTINA, EG YNSKTI
Maria Guldbrandsø Tórgarð er ein av fáu kvinnunum í Føroyum, ið hevur sagt okkum søguna, tá ið hon óætlað gjørdist upp á vegin, og varð noydd at stríðast við føroyska heilsuverkið fyri at fáa abortina, hon ynskti.
Ein summardag fyri fáum árum síðani stóð Maria brádliga við einari positivari gitnaðarkanning í hondini. Hetta var als ikki tað, Maria hevði ætlað, men hon var ikki í iva; Maria vildi hava eina abort. Maria setti seg í samband við sín egna kommunulækna, men hann var í summarferiu. Og hetta var byrjanin upp á eitt drúgt stríð í føroyska heilsuverkinum. Tí tað vísti seg, at Maria varð noydd at ringja til eitt ótal av kommunulæknum: Flestu vóru í summarferiu; ein hevði ikki nóg mikið av royndum á økinum; og ein annar hevði ikki eina tøka tíð fyrr enn tríggjar vikur seinni. Tá Maria í ráðaloysi ringdi til læknaviðtaluna á Landssjúkrahúsinum, varð hon send víðari til gynækologiska ambulatoriið. Dagarnir gingu, men Maria hoyrdi einki aftur frá teimum, og tá ið hon sjálv ringdi út á deildina fyri at frætta, fekk hon aftur at vita, at tey ikki høvdu tíð til hana fyrr enn tríggjar vikur seinni.
“Eg stóð eftir við einari kenslu av, at tey bara drógu tíðina út, so eg ikki kundi fáa abortina, eg ynskti” sigur Maria.
Maria settist tó ikki aftur. Hon setti seg í samband við felagsskapin Frítt Val, sum hjálpti henni at fáa samband við eina kvinnu í Danmark, ið kundi skipa fyri, at Maria slapp framat hjá einum lækna uttan um danska heilsuverkið.
Maria avgjørdi at fara til Danmarkar at fáa abortina, henni tørvaði. Hon gjørdi tó eina seinastu roynd í Føroyum, og ringdi aftur til gynækologisku deildina. Tá var tað ein danskur læknavikarur, hon fekk fatur á. Hon segði honum, sum var, at loyvdi hann henni ikki eina abort, fór hon til Danmarkar at taka hana. Tá gekk, og Maria fekk abortina.
Maria minnist, at tíðin kendist ógvuliga ótrygg og tilgongdin tilvildarlig. Tað, Mariu tørvaði, var hjálp og stuðul, men í staðin varð hon noydd at stríðast. Fyri Mariu kendist tað sum um, at skipanin arbeiddi ímóti henni, greiðir Maria frá. Hon slapp ikki framat hjá nøkrum lækna, fekk onga kunning og hevði torført við at finna út av, hvør tilgongdin var, og um hon yvirhøvur kundi fáa eina abort í Føroyum.
“Eg helt ikki, at eg kendi nakra aðra, sum hevði fingið abort, men tað havi eg seinni funnið útav, at eg geri. Tað var bara eingin, sum tosaði um tað” sigur Maria.
Maria er ein av teimum heilt fáu kvinnum, sum hava sagt sína søgu alment. Av tí at familja og vinir stuðlaðu henni í avgerðini, følir Maria eina ábyrgd av at tosa opið um hesa hendingina. Maria ynskir ikki, at aðrar kvinnur skulu verða viðfarnar á sama hátt, sum hon varð, og vil tí gera sítt fyri at broyta støðuna í Føroyum.
“Jú fleiri søgur koma fram, jo meira niðurbróta vit tabooið,
og noyða tey at skilja, at lógin skapar trupulleikar,”
– Maria
Vit vita ikki, hvussu nógvar kvinnur ynskja at fáa abort í Føroyum, men fáa ynskið noktað. Vit vita heldur ikki, hvussu nógvar fara til Danmarkar at fáa abort. Vit vita tó frá nýggjari kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, at 60 kvinnur um árið, sum eru føddar í Føroyum, taka abort í Danmark. Mett verður, at nakrar av kvinnunum, sum taka abort í Danmark, búgva í Føroyum og ferðast til Danmarkar at taka abort.