Aimée Risum Hansen: tað var rætta og neyðuga avgerðin
Hetta er triðja og seinasta persónliga søgan, vit siga frá á hesum sinni. Persónligu søgurnar og upplivingarnar geva okkum eitt innlit í tær ymsu støðurnar, kvinnur eru í, tá tær velja abort. Vit hava hoyrt søguna hjá Mariu G. Tórgarð, sum varð noydd at stríðast í føroyska heilsuverkinum fyri at fáa abortina, hon ynskti. Og hjá Aimi Helbo, sum ivaðist nógv í avgerðini, og at tað tí var týdningarmikið at hava tíð at hugsa seg um í, heldur enn at stríðast fyri at fáa abortina. Hendan triðja greinin snýr seg um Aimée Risum Hansen, sum hvørki vildi ella megnaði at gerast mamma, tá hon óætlað gjørdist upp á vegin.
Hesar tríggjar kvinnurnar, sum hava latið okkum kagað inn í teirra egnu upplivingar og royndir, gera tað av eini og somu orsøk: Tær vilja brúka sína egnu søgu og upplivingar í stríðnum fyri at dagføra føroysku abortlóggávuna. Tær geva okkum innlit í ein fjaldan veruleika, sum vit alsamt síggja meir av. Amnesty International Føroyar takkar Aimi, Mariu og Aimée fyri at siga frá teirra egnu upplivingum, og at taka stríðið fyri tey, sum fara at standa í somu støðu, sum tær einaferð vóru í.
–
“Eg minnist, at tað hevði verið nógv fokus á abort stutt áðrenn, og eg visti, at tað kundi vera torført at fáa eina abort. Eg var so bangin fyri, at læknin fór at tráspyrja meg, og at eg varð noydd at smyrja tjúkt á fyri at sannføra hann” minnist Aimée Risum Hansen afturá. Hon minnist, at hon var bangin fyri at fáa ynskið um abort noktað, og serliga minnist hon ræðsluna at verða noydd at hava samband við ekssjeikin.
Aimée var fyrst í 20unum, tá hon tók abortina. Fáar vikur áðrenn var tað vorðið liðugt millum hana og danska sjeikin, sum hon hevði búð niðri saman við. Harðskapur hevði verið í parlagnum, og Aimée var flutt heim til Føroya at koma fyri seg aftur í tryggum umstøðum. Tí var Aimée í Havn, tá ið gitnaðarkanningin vísti, at hon var upp á vegin. “Hetta er ikki ein møguleiki,” minnist hon, at hennara fyrsti tanki var.
“Hvussu skuldi eg kunna taka mær av einum barni,
tá ið eg nóg illa kundi taka mær av mær sjálvari?”
– AIMÉE
“Tað var slett ikki ein møguleiki at fáa eitt barn tá” sigur Aimée avgjørd. Tað hevði ikki verið ætlanin at gerast upp á vegin, og vildi Aimée als ikki gerast mamma tá. At hava samband við ekssjeikin var ein ógvuliga óunniligur tanki – hon hvørki vildi ella kundi hava nakað við hann at gera aftur. “Tað kom slett ikki upp á tal” sigur Aimée avgjørd á málinum, og minnist aftur á strongdu støðuna og óttan. At liva í einum parlagi við harðskapi, hevði ført við sær, at Aimée var illa fyri sálarliga, greiðir Aimée frá, og arbeiddi hon uppá at koma fyri seg aftur. “Hvussu skuldi eg kunna taka mær av einum barni, tá ið eg nóg illa kundi taka mær av mær sjálvari?” spyr Aimée. Tað hevði ikki verið virðiligt fyri nakran, staðfestir hon.
Tí var avgerðin um at taka abort ikki torført, sigur Aimée. Hóast støðan og upplivingarnar óivað gjørdu, at Aimée leyk okkurt av undantøkunum í abortlógini, óttaðist hon kortini, at ynskið um abortina fór at verða henni noktað. Aimée greiðir frá, at undanfarnu árini hevði nógv kjak verið um abort og aborlógina, og tí visti hon, at tað kundi vera torført at fáa eina abort, og at kvinnur fingu teirra umbønir noktaðar.
“Tað er ikki í lagi, at onnur skulu góðkenna og hava valdið
at avgera, hvussu lívið hjá tær skal forma seg.”
– AIMÉE
Aimée fekk tíð hjá kommunulæknanum, og varð víst út á gynækologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum – uttan at verða tráspurd ella noydd at sannføra læknan. Hon minnist, hvussu lættað hon varð yvir, at tað varð tikið so væl ímóti sær, og at tað ikki gjørdist eitt stríð at fáa abortina. “Eg fái ilt fyri bringuna at hugsa um, at øll ikki verða møtt soleiðis, sum eg varð møtt. Og eg verði kedd av at hugsa um, at summar fáa ynskið um abort noktað” sigur Aimée.
Aimée minnist, at hon føldi tað sum eina viðurkenning av, at hon sjálv visti, hvat var best fyri seg í støðuni. “Hetta var eitt val, eg sjálv tók” leggur Aimée dent á og sigur, at hon heldur tað vera týdningarmikið at tað verður viðurkent, at kvinnur sjálvar skulu kunna taka hesa avgerðina, so tær kunnu hava ræðið á egnum lívi. “Tað er ikki í lagi, at onnur skulu góðkenna og hava valdið at avgera, hvussu lívið hjá tær skal forma seg. Eg haldi, at tað er niðurgerandi, og tað er næstan eitt yvirgreb, at onnur skulu avgera um tín kropp” sigur Aimée avgjørd.
“Tað kendist so rætt, og einki kendist skeivt” sigur Aimée at enda, og leggur afturat, at hon altíð hevur følt, at tað var rætta og neyðuga avgerðin.