Amnesty gleðist um, at nýggja neyðtøkulógin byggir á samtykki
Hósdagin 17. mars var fyrsta viðgerð av uppskoti um broytingar í lógini um neyðtøku. Út frá orðaskiftinum í Løgtinginum kann tykjast, at tað er breið semja um, at vit hava tørv á nýggjari neyðtøkulóg. Í Amnesty gleðast vit um, at uppskotið um nýggja neyðtøkulóg byggir á samtykki.
Lógin skal endurspegla kropsliga sjálvræðið
“Tíðin er komin at tryggja, at rætturin til kynsligan sjálvsavgerðarrætt eisini í Føroyum gerst snúningsdepil fyri, nær talan er um neyðtøku. Vit eiga sum eitt rættarsamfelag at geva teimum, sum hava verið fyri neyðtøku, ta rættartrygd, sum tey hava krav uppá.” (brot úr viðmerkingunum til lógaruppskotið)
Soleiðis stendur í viðmerkingunum til lóggaruppskotið um nýggja neyðtøkulóg, og í Amnesty eru vit so samd. Neyðtøka er eitt ómetaliga álvarsamt mannarættindabrot, og brot á kropsliga og seksuella sjálvræðið og sjálvavgerðarrættin hjá tí einstaka. Vit hava sanniliga tørv á nýggjari lóg, sum viðurkennur hetta.
Í Amnesty siga vit, at sex krevur samtykki, og hesum taka øll óivað undir við. Nú verður møguleiki fyri, at hetta eisini kemur at síggjast aftur í lógini. Samtykkisgrundaða neyðtøkulógin hevur í Danmark ført við sær stórar mentanarbroytingar í donsku rættarskipanini sambært vicestatsadvokatinum í Danmark, Gyrithe Ulrich. Og sjálvt um ein slík samtykkisgrundað neyðtøkulóg merkir størri rættartrygd fyri neyðtøkuoffur, so vísa royndirnar í Danmark, at hon ikki merkir verri rættartrygd fyri tann ákærda.
Revsilógin er eitt úttrykk fyri etisku og moralsku reglurnar í okkara samfelagi. Nýggja lógin skal tí eisini seta kósina fyri tað samfelag, vit ynskja okkum og tey virði og normar, vit ynskja okkara samfelag skal byggja á. Lógin skal tí endurspegla, at javnstøða millum kynini er eitt grundleggjandi virði í okkara samfelagi. Hon skal eisini vera grundarlagið undir broytingini, vit framhaldandi vilja síggja um kyn, menniskjaáskoðan, parlag, mørk, virðing osfr. Ein samtykkisgrundað neyðtøkulóg hevði verið ein týðilig endurspegling av, at vit virða kropsliga og seksuella sjálvræðið og sjálvavgerðarrættin hjá hvørjum einstaka menniskja.
Á Altjóða Kvinnustríðsdegnum í fjør fingu Føroyar eftirmeting av CEDAW sáttmálanum, sum er ST-sáttmálin at basa harðskapi móti kvinnum og sum Føroyar hava undirskrivað. Í eftirmetingini heitti CEDAW-nevndin á Føroyar um at undirskriva Istanbulsáttmálan, sum er sáttmálin hjá Evroparáðnum um at fyribyrgja og basa harðskapi móti kvinnum og í nærsambondum, og tryggja, at samtykki verður ført í neyðtøkulóggávuna. Sjálvt um Føroyar (tíverri) ikki hava undirskrivað Istanbulsáttmálan er hetta avgjørt ein sáttmáli, vit skulu stremba eftir at fylgja. Sáttmálin vísur á samtykki sum ein mannarættindastandard. Sambært sáttmálanum er neyðtøka manglandi samtykki. Harumframt skal samtykki vera givið sjálvboðið og vera úttrykk fyri fría viljanum og skal síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum.
Hetta meta vit, at ein samtykkisgrundað lóg livir upp til.
Tí skal lógin byggja á samtykki
Í Tinginum 17. mars kom eisini fram, at tað eru politikarar, ið tala fyri eini sjálvboðisgrundaðari lóg heldur enn einari, ið byggir á samtykki. Samtykkis- og sjálvboðislógirnar líkjast nógv, men í høvuðsheitum er ein neyðtøkulóg grundað á samtykki, ein lóg, sum staðfestur, at sex uttan samtykki er neyðtøka. Partarnir skulu báðir tryggja sær, at samtykki er givið annaðhvørt við orðum, teknum, kropsmáli ella gerðum. Ein sjálvboðislóg staðfestur, at talan er um neyðtøku, tá sex ikki er sjálvboðið, men sambært slíkari lóg skal einki aktivt gevast, sum í samtykkislógini. Í møguligum málum skal ákæruvaldið í báðum førum finna út av, um partarnir høvdu samlegu av fríum vilja – annaðhvørt við samtykki ella sjálvboðið.
Í viðmerkingunum til føroyska lógaruppskotið verður sagt, at tulkinginin hjá danska revsirættarráðnum um donsku lógarbroytingarnar eisini verður grundarlagið fyri broytingunum í føroysku lógini. Sambært áliti nr. 1574 hjá danska Revsirættarráðnum er passivitetur manglandi samtykki eftir eini samtykkislóg, men tað er meira óvist, um passivitetur kann síggjast sum, at persónurin hevur sjálvbodna ella ósjálvbodna samlegu sambært einari sjálvboðislóg. Altso passivitetur kann sambært danska Revsirættarráðnum í summum førum síggjast sum, at persónurin hevur sjálvbodna samlegu. Føroyska Revsirættarráðið sitarar í ummæli frá fundi 21.09.21 brot, har júst tað verður sagt hjá danska Revsirættarráðnum:
“men at der på den anden side må tages højde for, at der er situationer, hvor der efter de konkrete omstændigheder er en formodning for frivillighed, og hvor det derfor er rimeligt at forvente, at den anden part siger fra, hvis vedkommende ikke er indforstået med det. Flertallet peger i den forbindelse på, at der, hvis reglerne ikke udformes med forståelse herfor, vil der være risiko for at kriminalisere en seksuel adfærd, som af mange vil blive anset som naturlig og sædvanlig i forbindelse med seksuelt samvær. Flertallet anfører, at dette er en af grundene til, at en ny bestemmelse foreslås baseret på frivillighed og ikke på samtykke.”
Sambært danska Revsirættarráðnum skal passivitetur altso í summum førum síggjast sum, at tað er sjálvboðið, og júst hetta er við til, at vit í Amnesty mæla til eina samtykkisgrundaða neyðtøkulóg. Passivitetur skal ongantíð síggjast sum samtykki/sjálvboðið, men heldur sum eitt úttrykk fyri manglandi samtykki/sjálvboðið.
Eisini verður í sitatinum sagt, at vandi er fyri, at natúrlig og vanlig seksuell atferð kann verða kriminaliserað, umframt at tá ið eitt par fer í song saman, skal tað vera ein væntan um at tað er sjálvboðið, tí tey hava havt samlegu fyrr. Ein lóg kann ikki byggja á slíkar hugsanir ella gitingar og væntanir um sex og parlag. Ganga vit út frá, at tað eru støður, ið ikki krevja okkurt slag av samtykki, fer lógin ikki at fevna um tær kvinnur í parløgum við harðskapi, sum ikki tora at siga frá orsaka av kropsligum og sálarligum harðskapi, men har samlega er ein partur av parlagnum. Í kronikki í Altinget sigur Det Nationale Voldsobservatorium (ekspertbólkur við 30 granskarum og fakfólkum innan kynsgrundaðan harðskap) soleiðis:
“Fra forskning og praksisnært arbejde med kvinder i voldelige parforhold, ved vi, at muligheden for at bestemme over sin egen seksualitet, og hvem og hvornår nogen skal have adgang til ens krop, ikke altid er til stede, når man befinder sig i en ulige magtrelation.”
Hetta er orsøkin til, at Det Nationale Voldsobservatorium mælir eini samtykkislóg til og eini sjálvboðislóg frá. Hetta er júst ein av grundgevingunum, vit í Amnesty hava. Ein neyðtøkulóg má taka atlit til slíkar umstøður. Kvinnuhúsið kennur eisini støðuna aftur at kvinnur í parløgum við harðskapi ikki altíð hava hendan sjálvavgerðarrætt.
Av tí at passivitetur kann tulkast sum at tað er sjálvboðið, meta vit somuleiðis ikki, at ein sjálvboðislóg kann verja tey, sum frysta (toniskur immobilitetur) í neyðtøkuni. Svensk kanning gjørd á Department of Clinical Science and Education á Karolinska Instituttinum í Stokholm, vísur, at næstan 70% av neyðtøkuofrum frysta í gerningsløtuni. Við eini samtykkisgrundaðari lóg, har báðir partar skulu tryggja samtykki, fevnir lóggávan um tey neyðtøkuoffur, sum frysta. Av tí at passivitetur kann tulkast sum at tað er sjálvboðið, fevnir sjálvbodnisgrundað lóggáva ikki um tey, ið frysta. Hetta er ógvuliga kritiskt, tá tað nærum eru 70% av øllum neyðtøkuofrum, sum gera tað. Ein lóg, ið bara verjir 30% av offrunum, er ikki nóg góð.
Ofta hevur verið ført fram, at tað kann vera torført hjá einum persóni at vita, um partnarin er passiv(ur) undir samleguni ella um partnarin frystir. Hetta má ikki vera ein grundgeving fyri eini sjálvboðislóg. Vit kunnu kanska heldur siga, at hetta undirbyggir, at vit altíð skulu tryggja okkum, at hin parturin er við upp á tað. Um hin parturin er passivur ella møguliga frystir, skulu vit ikki ganga út frá, at hesin persónurin vil hava samlegu. Vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og um vit ivast, skulu vit spyrja.
Tí skal sex krevja samtykki.
Tað er av alstórum týdningi, at mýtur, misskiljingar og skeiklaðar fatanir á øllum økjunum verða basaði. Slíkt má nýggja neyðtøkulógin ikki byggja á.
Rættartrygdin hjá ákærda verður ikki verri
Tað er einki, sum bendur á, at rættartrygdin hjá ákærda verður verri við eini samtykkisgrundaðari neyðtøkulóg. Amnesty vil sjálvandi altíð verja vanligar rættarreglur og rættartrygd. Ein lóg, sum byggir á samtykki broytir ikki verandi reglur og mannagongdir. Tað er framvegis ákærumyndugleikin, sum einsamallur skal lyfta próvbyrðuna fyri at prógva, at neyðtøka er farin fram. Tað, sum verður broytt, er tað, sum skal prógvast – prógvtemaið. Við eini samtykkislóg verður dentur lagdur á, um ákærdi hevði orsøk at halda, at órættaði vildi hava samlegu. Er tað orð móti orði, uttan onnur prógv, so verður ein ikki dømdur sekur.
Harumframt eru falskar ákærur um neyðtøku ógvuliga sjáldsamar, og tað er einki, sum bendur á, at at lond við samtykkislóg fáa fleiri falskar ákærur. Gyrithe Ulrich, varastatssakførari, vísur á, at tað sær út til at tað eru fleiri, sum melda, men hetta skal síggjast út frá, at tað eru fleiri órættaði, sum vita hvat ein neyðtøka er og eisini kenna seg aftur í lógini, og tí melda.
Trine Baumbach, professari á Juridiska Fakultetinum á Københavns Universitet, sigur soleiðis um rættartrygdina hjá ákærda:
“En samtykkebaseret definition bringer ikke den anklagedes ret til en retfærdig rettergang i fare .. Det er altid let at påberåbe sig retssikkerhed. Jeg tror, at mange – også jurister – gør det, hvor det i virkeligheden intet har med retssikkerhed at gøre, men derimod bare er et udtryk for deres eget retspolitiske synspunkt .. der vil være tilfælde, hvor det ikke kan bevises ud over enhver rimelig tvivl, at den tiltalte er skyldig og så skal han frifindes. Sådan skal det være i et retssamfund. Det er jeg fuldstændig enig i”
Somuleiðis sigur danska Dómarafelagið, at tað hevur víst seg, at samtykkilógin ikki førur øvugta próvbyrðu, sum felagið annars óttaðist kundi henda.
Í serligu viðmerkingunum til lógaruppskotið verður eisini nevnt, at tað er eitt krav, at ákærdi hevði ætlanir um at hava samlegu við ein persón, sum ikki samtykti til tess.
Lógarbroyting og hugburðsbroyting
Amnesty gleðist um, at lógarbroytingin er ávegis. Umframt eina lógarbroyting, vóna vit, at lógarbroytingin kann byggja lunnar undir eini hugburðsbroyting í allari skipanini eisini. Men hetta kemst ikki einans av sær sjálvum. Lógin kann í sjálvum sær føra til hugburðsbroytingar, men stórsti broytingarnar høvdu vit sæð, um tað varð sett inn á øllum økjum við upplýsing og skúling um samtykki, virðing og kropslig mørk. Harumframt er neyðugt, at øll skipanin skilir traumareaktiónir hjá neyðtøkuofrum; hvussu tey uppliva skipanina frá einum enda til annan. Hetta vildi verið við at støðga retraumatisering, diskriminatión og kynsstereotypiskari hugsan í allari gongdini.