FLOKSHØLI VIÐ BARNARÆTTINDUM 

Huglagið

Undirvísingarumhvørvið hevur stóran týdning, skulu vit tryggja, at næmingarnir   skilja mannarættindi og ábyrgd. Tað, næmingarnir uppliva í flokkinum, skal vísa tey virðir og teir hugburðir, sum eru grundarlagið undir barnarættindunum. Tað er besti mátin at menna tilvitanina um, at rættindi og ábyrgd ikki bara eru abstrakt hugtøk, men ein liviháttur.

 

Tí er tað týdningarmikið, at næmingarnir:

  • ikki bara læra um virðing, men at teir eisini uppliva virðing í flokkinum.
  • ikki bara læra um ábyrgd, men uppliva at hava ábyrgd í gerandisdegnum í skúlanum.
  • ikki bara fáa at vita, at tey skulu vísa tolsemi, men eisini uppliva, at ymisleiki verður virðismettur og virdur.

Tað er týdningarmikið, at huglagið í flokkinum er soleiðis at:

  • íkastið hjá øllum næmingunum verður virt
  • tað fremur talufrælsi
  • tað eggjar næmingunum at vera virknar

Sum liður í hesum kunnu reglur gerast fyri, hvussu næmingarnir fara við hvørjum øðrum í flokkinum.

Floksvisjónir

Í eini undirvísingargongd um barnarættindi er tað eitt gott hugskot, at lærarin og næmingarnir saman kanna, hvat virði og hvønn týdning tað hevur, at flokshøli verður eitt stað við rættvísi fyri øll. Gerið møguliga nakrar reglur, sum næmingarnir halda, kunna skapa eitt slíkt stað. Ansa eftir at reglurnar endurspegla grundreglur, sum eru galdandi bæði fyri lærarar og næmingar.

Byrja t.d. við einum hugaroki við støði í spurninginum:

  • Hvat kunnu vit gera í flokkinum at tryggja, at øll fáa rættvísa viðferð?

Tá ið hugarokið er liðugt, kunnu næmingarnir í smáum bólkum orða, hvørjar grundreglur teir vilja hava at galda fyri flokkin. Síðan kann hvør bólkur greiða hinum frá, hvat tey hava tosað um. Flokkurin kann so saman royna at seta upp felags reglur um, hvusssu næmingarnir skulu bera seg at móti hvørjum øðrum í flokkinum. Næmingarnir kunnu skriva reglurnar á eitt uppslag, sum kann hanga í flokshølinum, so øll minnast til, at reglurnar skulu haldast.

Dømi um floksvisjón:

  • Øll í flokkinum skulu verða rættvíst og virðiliga viðfarin.
  • Vit royna at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum bæði í undirvísingini og í frítíðini.
  • Vit góðtaka, at vit eru ymisk.
  • Vit royna at síggja til, at øll kenna seg væl og vird í flokkinum, t.d verður eingin hildin uttan fyri spæl og annað virksemi.

 Barna- og mannarættindi við atliti at lærugreinum 

Undirvísingin í barna- og mannarættindunum kann leggjast til rættis fyri seg ella sum ein tvørfaklig gongd. Rættindini eru í størri ella minni mun viðkomandi evni í fleiri av lærugreinunum í fólkaskúlanum. Snýr tað seg um eina drúgva undirvísingargongd, so er upplagt at arbeitt verður tvørfakliga. Ein fyrimunur við tí er, at næmingarnir læra at síggja ein samanhang, og síggja, at undirvísingin í barnarættindum ikki er ein lærugrein, men ein máti at síggja heimin uppá.

Føroyskt/Danskt

Undirvísingin í barna- og mannarættindum eru viðkomandi í føroysktundirvísingini, har næmingarnir við munnligari og skriftligari framløgu kunnu menna persónligan og mentanarligan samleika sambært endamálið í føroyskum §?. Til dømis verður úrslitið av at arbeiða við etiska og moralska virðisgrundarlagnum í barna- og mannarættindinum, at næmingarnir hugsa um, hvørja ábyrgd og hvørjar skyldur rættindini bera í sær, og hvussu rættindini koma til sjóndar í flokkinum.

Samfelagsfak

Í samfelagsfaki er arbeiðið við barnarættindum serliga viðkomandi í sambandi við ta altjóða lóggávu um rættindi, sum bindur lond til at tryggja rættindini hjá borgarunum. Næmingarnir kunnu ogna sær vitan um støður, har mannarættindi verða brotin og um hvørjir trupulleikar kunnu gera, at mannarættindini ikki verða vird. Har afturat kunnu næmimgarnir fáa innlit í, hvørjar møguleikar borgararnir í einum fólkaræði hava at ávirka stjórnir og altjóða viðurskifti, og hvussu felagsskapir sum Amnesty International arbeiða til at tryggja borgarans rættindi. Hendan vitan kann vera við til, at næmingarnir menna tilvitsku um søgu og samfelag sambært endamálsorðingina fyri samfelagsfak.

Støddfrøði

Tá ið barna- og mannarættindi verða tikin inn í frálæruna í støddfrøði, uppliva næmingarnir støddfrøðina meira sum eitt amboð, ið kann nýtast til at lýsa samfelagsligar spurningar. Í tí læra næmingarnir, at teir kunnu kanna torgreiddar spurningar við støði í støddfrøðiligum útrokningum, sum sagt verður í endamálsorðingini í støddfrøði §??.

Í undirvísingini kann eitt nú arbeiðast við barna- og mannarættindum við at rokna út hagtøl t.d. hvussu nógva tíð næmingarnir brúka til frítíð, skúla og skyldur ella yvir tørvin hjá menniskjunum á drekkivatni og mati.

Náttúra og tøkni

Barna- og mannarættindi kunnu eisini takast við sum fokusøki í lærugreinini náttúra og tøkni, har næmingarnir kunnu menna seg betur at skilja lívstreytirnar og livikorini í føroyska samfelagnum og í samband við aðrar mentanir, sum eisini er í tráð við endamálið við náttúru og tøkni §?. Barna- og mannarættindini kunnu vera grund undir kanningum av bæði náttúru- og samfelagsviðurskiftum. T.d. kann undirvísingin í náttúru og tøkni savna seg um viðurskifti sum reint drekkivatn, og um hvønn týdning umhvørvið hevur fyri heilsuna.

Kristni

Mannarættindi kunnu takast við í kristnikunnleika í samband við lívsfilosofi og etik, tí evni kann takast við, sum ein áskoðan á etisk prinsipp og moralska praksis. Arbeiðið við mannarættindum kann geva næmingunum innlit í, í hvønn mun eitt alheims virðisgrundarlag sum mannarættindi er nýtiligt ella ynskiligt. Tey fáa har afturat høvi at meta um tann etik og moral, sum mannarættindini byggja á. Í arbeiðinum við barna- og mannanrættindum kunnu ymisk virðir takast við, sum koma fram lutvíst í mannarættindunum og lutvíst í sambandi við aðrar mentanir og annan átrúnað.

Myndlist

Í myndlist kann arbeiðið við mannarættindum takast við sum evni, ið kann berast fram í myndum. Hildið verður, at barna- og mannarættindini appellera til kenslur og hugburð hjá børnum, og tað eggjar teimum til at skapa myndir. Í sambandi við endamálið í myndlist kann evnið styrkja førleikan hjá næmingunum at kommunikera hugskot og týdningar visuelt og seta myndir á hugsanir og kenslur, sum evnið vekur í teimum.

Søga

Arbeiðið við mannarættindum kann integrerast í søguundirvísingina í gjøgnumgongdini av mannarættindarsøguni og umstøðunum viðvíkjandi viðtøkuni av Mannarættindasáttmálanum sum felags reglu í ST fyri at byrgja fyri heimsumfatandi kreppum. Har afturat kann undirvísingin í mannarættindum lýsa livikorini hjá menniskjunum nú á døgum. Mannarættindi eru ein sentralur partur av altjóða leiðreglum, sum binda lond til at tryggja borgarunum grundleggjandi rættindi. Soleiðis eru mannarættindini partur av teimum virðum, sum eru grund  undir søguligum hendingum og samfelagsbroytingum. Eftir endamálsorðingini í søgu §? skal áhugi og motivatiónin hjá næmingunum styrkjast í søgufrálæruni. Tað gerst við at geva teimum innlit í, at menniskjuni eru bæði “søguskapað” og “søguskaparar”. Mannarættindini lýsa greitt, hvussu menniskjuni eru myndað av søguni og mynda søguna.

Enskt

Undirvísing í barna- og mannarættindum kann eisini takast við í frálæruni í enskum. Næmingarnir kunnu t.d. arbeiða við “Junior Action” (sí heimasíðu) og har skriva brøv til stjórnir og stjórnarleiðarar á enskum og gera vart við brot á mannarættindini. Har afturat er mongd av tilfari um mannarættindi á enskum, tí tað er altjóðað skylda at halda mannarættindini. Undirvísingin í enskum kann eisini vera við til, at næmingarnar uppliva, at mannarættindi ikki bert eru eitt føroyskt mál, men ein skylda, sum røkkur út um landamørk.

 Barnarættindi við atliti at evnum 

Tað er møguligt at taka onkur av rættindunum í Barnarættindasáttmálanum í ymiskum sambondum. Her eru nøkur uppskot til, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við nøkrum av greinunum í sáttmálanum.

Børn hava rætt til mat og reint vatn

Virksemi:

  • Fáið greiðu á, hvaðani vatnið heima hjá næmingunum kemur. Er tað frá kommunalum vatnverki, úr einum brunni ella líknandi
  • Alisfrøðiligar royndir við vatni og kondensering
  • Tími í heimkunnleika, har undirvíst verður í, hvussu týdningarmikið reint drekkivatn er í dagligu matgerðini

Børn hava rætt til at vera saman við familjuni ella teimum, sum eru best egnað at ansa eftir teimum

Virksemi:

  • Skiftið orð ella lesið um ymisk familjumynstur
  • Framsýning av familjumyndum hjá næmingunu
  • Gerið ættartalvu
  • Samrøða við onkran í familjuni
  • Bjóða foreldrum at koma og greiða frá teirra familjumynstri

 

Børn hava rætt at spæla

Virksemi:

  • Skrivi- ella tekniuppgávu um spæl:
    1. Hvønn týdning hevur spæl fyri næmingarnar?
    2. Hvussu hevði lív teirra verið, um tey ikki kundu spælt?
    3. Hví er spæl so týdningarmikið, at tað verður nevnt í Barnarættindasáttmálanum?
  • Vísa film um barnaarbeiði og kjak um rættin hjá børnum til spæl. Sí uppskot um filmar í bókmentalistanum.
  • Kannið og roknið út, hvussu nógva tíð næmingarnir brúka til spæl.

Børnini hava rætt til sína gudsdýrkan, sína mentan og til at tosa sítt móðurmál

Virksemi:

  • Lær tey nøkur grundleggjandi orð í øðrum málum, sum verða tosað í Føroym
  • Gjøgnumgang siðvenjur og átrúnaðarliga sannføring hjá ymiskum bólkum
  • Vitja átrúnaðarlig støð: kirkjur, moskur, samkomuhús o.s.fr.
  • Syngið sangir á málum úr øðrum mentanum

Børn hava rætt til ókeypis skúlagongd

Virksemi:

  • Lesa søgur um skúlagongd
  • Vitja aðrar skúlar nærindis ella hav samband um alnetið
  • Gera eina faldara ella eina framsýning við heitinum “Okkara skúli”
  • Hoyra um lond, har skúlagongd ikki er ein mannarættur, eitt nú Bangladesh, Zambia og India.

Børn hava rætt til líka viðferð

Virksemi:

  • Lat næmingarnar kjakast í bólkum um, hvat teir halda vera mannamun og bið teir  koma við dømum um mannamun. Bólkarnir leggja úrslitið av kjakinum fram í flokkinum. Tey gera í felag ein lista yvir ymisk sløg av mannamuni.
    Skiftið orð um, hvat gerast kann til at avmarka mannamun í flokkinum, í skúlanum og kanska eisini í landinum sum heild

Børn hava rætt til at siga sína hugsan

Virksemi:

  • Floksins tími, har næmingarnir verða hildnir til at siga sína hugsan um evni sum skúlaútferðir og ábøtur á skúlaplássi
  • Spurnarkassi, har næmingarnir kunnu kjakast um evni sum innihaldið í floksins tíma

Børn hava rætt til verju

Virksemi:

  • Hugarok um, nær næmingarnir ikki kenna seg vardar í skúlanum
  • Kjak um samanhang millum rættin til verju og happing
  • Gera eina verkætlan ella floksreglur um happing.

Mannamunur

Næmingarnir kunnu í bólkum lýsa eitt dømi um mannamun, sum einum teirra hevur verið fyri. Hendingin skal verða lýst sum ein standmynd, og allir næmingarnir hava ein leiklut í hendingini. Standmyndin er ein fryst mynd av hendingini, og teir einstøku leikararnir fara í gongd, tá ið ein spyrjari nertur við teir. Við at seta leikararnar í gongd, kann tann, sum spyr, biðja tey siga frá, hvussu tey uppliva støðuna, og hvønn leiklut tey hava í henni.