MANNARÆTTINDI
INN UM SKÚLAGÁTT
Vegleiðandi kanning, sum Amnesty hevur gjørt vísti, at bert 1 av trimum vita, at børn av serlig rættindi. Og fyrr í ár, spurdi vit 7. floks næmingar, hvørt ein genta, sum fer inn í eitt kamar við einum drongi, sjálv hevur eina ábyrgd, um kvøldið endar við neyðtøkur. Heili 2 av trimum svaradðu JA. Hetta vísir, at børn og ung í Føroyum ikki í stóran mun eru tilvitað um teirra grundleggjandi rættindi og skyldir.
Samgonguskjalið 2015: “Samgongan vil arbeiða fyri tí inkluderandi samfelagnum. Altjóða sáttmálar – eitt nú mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek – eiga at verða virdir og fylgdir.”
Og sambært hesum sáttmálum eiga vit sum land at tryggja, at børn og ung kenna síni rættini.
Institut forMenneskerettigheder hevur gjørt hendan filmin um at børn og ung skulu kenna síni rættindi.