Øll børn hava rætt

Øll børn hava rætt
til uppvøkstur í ró
Øll børn hava rætt
at vera saman góð
At búgva við familju
eitt stað so trygt og gott
Øll børn ein rætt
at liva frítt í semju og sátt

Verðin skal ei gloyma, at vit eru fødd (nei, nei)
vit eru børn og hava okkara egnu barna rødd
: Øll børn ein rætt
at byrja lívið gott :

Øll børn hava rætt
at hava tað so gott
Øll børn hava rætt
at deila stórt og smátt
Eingi børn – eiga at hungra
eingi børn við sorg og sút
Øll børn ein rætt
at síggja ymisk út

Verðin skal ei gloyma, at vit eru fødd (nei, nei)
vit eru børn og hava okkara egnu barna rødd
: Øll børn ein rætt
at byrja lívið gott :

Øll børn hava rætt
at læra um vár heim
Øll børn hava rætt
at liva í gleði og gleim
Vita um fólk í øðrum londum
at vit verða fleir og fleir
Øll børn ein rætt
at læra nógvar ferðir meir

Verðin skal ei gloyma, at vit eru fødd (nei, nei)
vit eru børn og hava okkara egnu barna rødd
: Øll børn ein rætt
at byrja lívið gott :

Orð og lag: Kim Larsen
Týtt: Terji Rasmussen

HUGSKOT

  • hyggið eftir sjónbandalagnum
  • lærið og syngið tekstin
  • tosið um innihaldið
  • lær børnini um barnarættindi og Barnarættindasáttmálan