Ein stórur partur av lívinum hjá børnum og ungum fer fram á netinum. Tað er tí neyðugt, at vit í skúlanum arbeiða og tosa um hvørjar felagsskapir vit taka lut í á netinum. Hvussu vit fara fram, og hvørjar reglur og lógir eru galdandi – eisini á netinum.
MYND KREVUR SAMTYKKI OG AFTUR SAMTYKKI
Vit hava seinastu árini lært okkum orðið: SAMTYKKI. Og tá tað snýr seg um myndir og netið, so skal SAMTYKKI gevast tvær ferðir.
Tú skal hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina. At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at deila hana. Og SAMTYKKI kann altíð takast aftur, og tá skal myndin strikast.
Tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Persónsálop og ágangur umframt deiling av nakinmyndum og øðrum persónsviðkvomum upplýsingum, uttan samtykki, er beinleiðis ólógligt. Tað eru tað nógv, sum ikki vita, men kanska verri – nógv sum vita og ikki virða. Tað er púra vanligt, at serliga ung nýta viðkvæmar persónligar upplýsingar sum undirhald, hevndarálop ella hóttanaramboð ímóti verjuleysum persónum. Er myndin komin á alnótina, er mest sannlíkt ógjørligt at fáa hana aftur. Slíkur ágangur og skemmilsi eru álvarsom, og hjá tí rakta kunnu árinini samanlíknast við tey, tú fært av harðskapi og øðrum ágangi. Tey eru álvarsom, og tað er í neyðugt hjá okkum at tosa um talgilda mentan og dannilsi, um rættindi á netinum og um galdandi lógarkarmar. Somuleiðis er ikki minst týdningarmikið at tosa um virðiliga og siðiliga framferð, og hvussu vit fara at yvirfyri hvør øðrum. Tað er neyðugt at gera tað púra greitt fyri øllum, at tað er ALTÍÐ tann, ið deilir myndina, sum hevur skyldina, og at tað tí ONGANTÍÐ er tann, sum hevur tikið ella sent myndina í trúnaði, ið skal revsast fyri nakað, hvørki moralskt ella sambært lóg. Hinvegin er tað tann, sum hevur deilt myndina uttan samtykki, ið sambært revsilógini kann revsast.