SKRIVA EITT BRÆV – BROYT EITT LÍV
Amnesty byrjaði sum rørsla í 1962 við at skriva brøv, og vit skriva enn. Hvørt ár í novembur og desmbur skriva fleiri hundrað føroyingar og fleiri milliónir menniskju kring allan heim brøv til og fyri fólk, sum hava verið fyri órætti.
Í einum av trimum málum, sum vit skriva brøv fyri, síggja vit ítøkiligar broytingar. Túsundavís av brøvum hava ført við sær, at fólk eru vorðin leyslatin, hava fingið eina rættvísa rættargongd, hava fingið betraðar umstøður.
Skriva fyri lív kann gerast ein partur í undirvísingini. Næmingarnir kunnu læra um mannarættindi, um felagsskapir, um lond og mentanir.
Vit hava fyrireikað eitt boð uppá, hvussu hendan undirvísingin kann gerast.
NÆMINGAR SKRIVA FYRI LÍVI
Skúlaflokkar eru eisini bodnir við at luttaka í Skriva fyri lív.
Skriva fyri lív kann verða ein partur í undirvísing í mannarættindum ella tit kunnu velja at bara skriva brøvini. Altjóða mannarættindadagur er 10. Desembur, og tá er jú gott høvi at undirvísa næmingum í teirra rættindum, og hvussu tey sjálvi kunnu verða við í stríðnum fyri rættindum hjá øðrum menniskjum.
At skriva brøv er ein ítøkiligur máti at hjálpa uppá, og okkara royndir siga okkum, at næmingar gleðast um at kunnu hjálpa øðrum og gerast ein partur av stríðnum fyri einum betri heimi.
EIN PARTUR AV UNDIRVÍSINGINI
Um tú ynskir at knýta frálæru í mannarættindum og/ella brævaskriving at ávísum lærugreinum, hava vit nøkur hugskot til, hvussu hetta kann gerast.
Málini, vit skriva fyri, eru eitt gott grundarlag fyri etiskum og moralskum kjaki um rættindi, ábyrgd og skyldur. Næmingarnir fáa styrkt teirra fatan av umheiminum og okkara sambandi við onnur lond og menniskju.
Søga og samfelagsfrøði: her kundi verið undirvíst í heimsyvirlýsingini hjá ST og hvussu vit yvirhøvur fingu yvirlýsingina at byrja við. Í eldru flokkunum kundi eisini verið komið inn á ST, um felagsskapir, demokrati og rættarsamfelag og politiskar ideologir. Eisini ber til at koma inn á søguna og støðuna hjá ávísa landinum.
Føroyskt, danskt, enskt, spankt og franskt: næmingarnir kunnu fáa vitan um, hvussu ávís orð og ávíst mál kann rigga. Hetta kann læra tey at úttrykkja seg klárt og samanhangandi í einum formi, sum hóskar seg til slagi av brævi og støðuna. Og er málið frá einum landi, hvør mál næmingarnair læra, er jú euðsæð at skriva brævið á hesum máli.
Landalæra: her ber til at koma inn á heimspartar, lond og mentanir.
Moses var bert 16 ára gamal, tá hansara gerandisdagur fekk ein bráðan enda. Hann varð skuldsettur fyri at stjala tríggjar fartelefonir og fekk deyðarevsing. Umframt hetta hevur hann eisini verið fyri píning í varðhaldinum. Alt hetta hendi í 2005 og sostatt hevur Moses brúkt 10 ár av sínum lívi í varðhaldi, og seinastu 8 árini í einum fongsli so mikið langt burtur frá síni familju, at hann bert hevur sæð tey tvær ferðir um mánaðin. Nú verður hann enduliga leyslatin, men Moses er bert ein av fleiri, sum fáa slíka órættvísa og ómenniskjasliga viðferð í Nigeria.
Soleiðis riggar tað
1. Amnesty kannar mannarættindabrot kring heimin
2. Nøkur mál verða vald út til Skriva fyri lív
3. Fólk kring allan heim skriva brøv
4. Brøvini koma fram
5. Vón birtist. Fangar verða leyslætnir. Umstøður verða betraðar.
6. Amnesty fær afturmeldingar, sum vísa, at brøvini gera mun
SKRIVA FYRI LÍV 2022
Hong Kong:
Chow Hang-tung
FONGSLAÐ FYRI AT VERJA RÆTTIN AT MINNAST
Chow er mannarættindasakførari og aktivistur. Tann 4. juni 2021 eggjaði Chow fólki á sosialum miðlum til at minnast hópdrápið í 1989 í Kina við at tendra ljós. Sama dag varð hon handtikin fyri at hava “lýst fyri ella almannakunngjørt eina óheimilaða samkomu”. Chow er nú fongslað í 22 mánaðir fyri friðarliga at hava minst tey, sum lógu eftirá í tí ræðuliga hópdrápinum. Hon kann verða fongslað uppaftur longur fyri at hava komið almennu trygdini í vanda. Men Chow er djørv:
“At sagt, eg ikki eri rædd, hevði verið lygn, men eg eri ikki so rædd, at eg tori einki at gera.”
Paraguai:
Yren Rotela og Mariana Sepúlveda
“IKKI SIGA OKKUM, HVØRJAR VIT ERU”
Yren og Mariana vilja liva eitt frælst lív, men sum tvørkyntar kvinnur mugu tær stríðast fyri teirra rættindum. Nakrir bólkar sleppa ikki at skráseta seg sum lógligar felagsskapir, av tí at teir einki veruligt samleikakort hava. Harumframt hendir tað ofta, at myndugleikarnir sýta fyri at geva felagsskapum fyri tvørkynd loyvi at brúka tað almenna rýmið til mótmælistiltøk, gongur og virksemi, sum kunnar um LGBTI+-rættindi. Sostatt sleppa tey ikki at brúka rættin at mótmæla og rættin at savnast, sum øll annars eiga sambært grundlógini í landinum.
Bangladessj:
Shahnewaz Chowdury
FONGSLAÐUR FYRI AT VERJA UMHVØRVIÐ
Tann 26. mai 2021 rakti ein ódn økið, har Shahnewaz Chowdhury býr. Ógvisligt áarføri og vindur oyðiløgdu fleiri heim. Shahnewaz skrivaði á Facebook, at veðurlagsbroytingarnar vóru orsøk til ódnarveðrið, og sipaði í sama viðfangi til Banshkali-orkuverkið, sum er tætt við.
Orkuverkið stevndi Shahnewaz og legði hann undir at bera falstíðindi. Shahnewaz varð handtikin fyri uppslagið á Facebook. Hann varð afturhildin undir ómenniskjansligum umstøðum í 80 dagar uttan rættargang. Shahnewaz varð síðani leyslatin ímóti loysigjaldi, men verður hann dømdur, skal hann í fongsul í mong ár.
Russland:
ALEKSANDRA SKOCHILENKO
FONGSLAÐ FYRI AT MÓTMÆLA RUSSISKU INNRÁSINI Í IKRAINA
Aleksandra (Sasha) fyllir lívið við tónleiki og list. Tann 31. mars 2021 býtti hon prísskeltini í einum matvøruhandli í Sankta Pætursborg um við smáar pappírslepar. Á pappírslepunum stóð, hvussu Russland hevði bumbað sjónleikaraskúlan í Mariupol í Ukraina, og at fólk í hundraðtali vóru flýdd. Tíðliga á morgni tann 11. apríl 20022 handtók løgreglan Aleksandru. Hon varð skuldsett fyri “alment at hava borið falstíðindi um vápnaðu herliðini hjá Russiska samveldinum”. Aleksandra hevur verið afturhildin líka síðan undir ræðuligum umstøðum.