Lýsing
Dugni hevur framleitt heilt serstøku berinetini fyri okkum úr endurnýtslutilfari. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, hvørs endamálið m.a. er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis. Við at stuðla Amnesty við hesi upphædd, stuðla tit somuleiðis einari góðari føroyskari framleiðslu og skapa harvið mennandi arbeiðsuppgávur til arbeiðsfólk hjá Dugna.