YREN ROTELA OG MARIANA SEPÚLVEDA
PARAGUAI
Paraguai er eitt í stóran mun patriarkalskt samfelag. Menninir ráða í familjuni og í samfelagnum. Í Paraguai verða samkynd og tvørkynd ikki viðurkend. Bæði kvinnur, samkynd og tvørkynd eru fyri harðskapi og mismuni heima og úti í samfelagnum.
Í Paraguai er eingin lóggáva, sum verjir fyri mismuni. Hetta ger harðskapin móti LGBTI+-fólki verri. Summar kommunur í landinum hava skert rættin hjá LGBTI+’arum at savnast og skipa fyri friðarligum mótmælistiltøkum. Staturin ger einki fyri at broyta hetta.
Ein tann mest sigandi og ófrættakendi tilburðurin hendi nøkrum LGBTI+’arum úr felagsskapinum Diversxs í august 2019. Teir vórðu álopnir av eini harðligari mannamúgvu undir eini friðarligari gongu í sambandi við Pride-mánaðin. Kommunan hevði sett felagsskapinum bann fyri at savnast og skipa fyri tí friðarligu gonguni. Amnesty kom enntá eftir, at kommunan hevði góðkent álopini á luttakararnar, teirra millum tvørkyndar kvinnur.
Í Paraguai verða tvørkynd ikki viðurkend løgfrøðiliga. Tað merkir til dømis, at tvørkynd ikki kunnu fáa samleikakort, sum samsvarar við kynsamleikan. Nakrir bólkar sleppa ikki at skráseta seg sum lógligar felagsskapir, av tí at teir einki veruligt samleikakort hava.
Harumframt hendir tað ofta, at myndug-leikarnir sýta fyri at geva felagsskapum fyri tvørkynd loyvi at brúka tað almenna rýmið til mótmælistiltøk, gongur og virksemi, sum kunnar um LGBTI+-rættindi. Sostatt sleppa tey ikki at brúka rættin at mótmæla og rættin at savnast, sum øll annars eiga sambært grundlógini í landinum.
HEIT Á PARAGUAI
Heit á Paraguai um løgfrøðiliga at viðurkenna samleikan hjá tvørkyndum, so at tey fáa brúkt talufrælsið og rættin at savnast og mótmæla undir sínum sjálvfataða samleika.
VÍS YREN OG MARIANA, AT TÚ STUÐLAR TEIMUM
Send teimum vinar- og vónarboð til at eggja teimum at halda á í stríðnum.
KOYR BRÆVIÐ Í POSTKASSAN ELLA GEV TÍNUM LÆRARA BRÆVIÐ. AMNESTY FØROYAR SENDUR ØLL BRØVINI ÚR FØROYUM TIL SHAHNEWAZ OG LØGMÁLARÁÐIÐ Í BANGLADESSJ.
SKRIVA UNDIR
Skriva undir undirskriftainnsavnanina fyri Yren og Marianu her.