Hví siga vit so ofta, at gentir og kvinnur eru fyri neyðtøku?
Øll fólk kunnu verða fyri neyðtøku og kynsligum harskapi. Men nógv tann størsti parturin av teimum, sum verða neyðtikin, nevniliga 84%, eru kvinnur ella gentir. Tí siga vit, at talan er um harðskap grundaðan á kyn. Tað merkir ikki, at neyðtøka av monnum ikki eisini er ein álvarsom mannarættindabrot. Tað er tað avgjørt.
Eitt av okkara viðmælum er at fáa eina lóggávu, ið byggir á samtykki, og sum vil tryggja betri verju av øllum neyðtøkuofrum líka mikið kyn. Harumframt snýr tað seg sjálvsagt eisini um at fyribyrgja, at neyðtøkur henda í framtíðini.
Verður samtykki tryggjað við einum sáttmála?
Nei. Samtykki er einfalt: fyri at hava sex, skalt tú vera vís/ur í, at persónurin, tú vilt hava sex við, eisini vil hava sex við tær. Altso at allir partar eru við upp á at hava sex. Tekin kunnu verða givin við orðum, teknum og lropsmáli. Um tú ert í iva, spyr. Ivast tú framvegis, steðga. Fyri fólk flest er samtykki sjálvsagt. Samtykki snýr seg einfalt um, at tryggja sær, at allir partar vilja hava sex.
Er ein neyðtøka grundað á samtykki øvugt próvbyrða?
Nei. Vit eru øll ósek til tað mótsatta er prógvað. Ein lóg, sum byggir á samtykki broytir ikki hetta. Tað er framvegis ákærumyndugleikin, sum einsamallur skal lyfta próvbyrðuna fyri at prógva, at neyðtøka er farin fram. Tað, sum verður broytt, er tað, sum skal prógvast. Við núverandi lóggávu er nóg mikið at grundgeva, at ákærdi ikki hevði orsøk at halda, at órættaði ikki vildi. Við eini samtykkilóg verður dentur lagdur á, um ákærdi hevði orsøk at halda, at órættaði vildi.
Hvat hevur neyðtøka við javnstøðu at gera?
Neyðtøka er eitt kynsgrundað brotsverk og eitt groft brot á kropsliga sjálvræði hjá einu menniskja; offrini eru í oftast kvinnur og neyðtakarin er oftast ein maður. Sambært altjóða sáttmálum er londum álagt at gera tað, tey kunnu fyri at tryggja, at gentir og kvinnur kunnu ferðast frítt uttan ótta fyri ágangi, uttan ágang og at tann ágangur, sum so hendur, verður rættarsóktur. Neyðtøka hendur orsakað av skipaða ójavnaðum í valdinum ímillum kynini í okkara samfelag. Og tað hava vit ábyrgd av at gera nakað við.
Hvussu vil Amnesty tryggja sær, at tað við einari nýggjari lóg ikki verður framt dómsmorð?
At skriva samtykki í lógina fer ikki at broyta, hvør skal lyfta próvbyrðuna í rættinum. Ákæruvaldið skal prógva, at ákærdi er sek/ur. Tað, sum verður broytt, er tað, sum skal prógvast. Dentur verður ikki einans lagdur á, hvat offrið gjørdi fyri at gera vart við, at viðkomandi ikki var áhugað/ur, men eisini, hvat fekk ákærda at halda, at samtykki var givið. Amnesty meinar eisini, at ein samtykkilóg, hvørs høvuðsendur ikki er, hvussu offrið segði frá ella stríddist ímóti, fer at fáa fleiri, sum hava verið fyri neyðtøku, at melda.
Við núverandi lóggávur er nóg mikið hjá ákærda at grundgeva við, at eg hevði ikki orsøk at halda, at viðkomandi ikki vildi. Við eini samtykkilóg, hevði dentur verið lagdur á, um viðkomandi hevði orsøk at halda, at viðkomandi vildi.
Vil ein samtykkilóg føra til fleiri ákærur?
Falskar ákærur um neyðtøku eru sjáldsamar og tað er einki, sum bendur á, at lond við samtykkilóg fáa fleiri falskar ákærur. Tað eru ikki tær følsku ákærurnar, men heldur at tað verða so fáar neyðtøkur meldaðar til løgregluna. Tað krevur stórt mót at stilla seg fram og siga seg verða neyðtikna/n. Tølini fyri kvinnur, sum árliga eru fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd svinga millum uml. 5400 (sambært Justitsministeriet) til uml. 24000 (sambært kanning á SDU). í 2018 vóru bara 1079 neyðtøkur meldaðar til løgregluna – 86% av hesum endaðu við “fældende dom”.
Samtykki broytir jú einki í roynd og veru – tað verður framvegis bara orð móti orð í rættarsalinum?
Tað eru fleiri objektiv prógv at brúka í einum neyðtøkumáli, sum kann stuðla undir eina frágreiðing heldur enn hina. Ein samtykkilóg vil ikki enduliga føra til, at nógv fleiri melda, men vit vænta, at tað verða fleiri, sum melda, og at eisini hetta kann fyribyrgja neyðtøku. Dentur verður ikki einans lagdur á, hvat offrið gjørti fyri at gera vart yvir fyri ákærda, at hon/hann ikki vildi hava sex, men eisini hvat, ið fekk ákærda at halda, at tað var sex við samtykki, og hvat ákærdi gjørdi fyri at tryggja sær samtykki. Ein neyðtøkugrundað lóggáva fer eisini at styrkja ta hugburðsbroyting, sum er ígongd í samfelagnum og innan rættarskipanin, og fer, sum frá líður, at fyribyrgja neyðtøkum.
Er samtykki eitt nýtt og óroynt ting?
Nei. At skriva samtykki inn í lógina er hvørki nýtt ella slóðbrótandi. Níggju lond í Evropa hava longu slíka allýsing í teirra lóg. Bretland hevur t.d. hava slíka lóg í yvir 40 ár. Sambært altjóða mannarættindalóg skal neyðtøka allýsast, sum væntandi samtykk. Hetta fyri at leggja áherðslu á, at hvørt einstakt menniskja hevur rætt til egnan kropp og seksualitet.
Kann Amnesty prógva, at samtykkilógin hevur ført til fleiri dómir í t.d. Svøríki og Stórabretlandi?
Nei, tað kann Amnesty ikki. Tað er torført at prógva eina beinleiðis ávirkan, men í Stórabretlandi síggja vit, at talið av meldaðum neyðtøkum er økt frá 12.000 til 42.000 eftir at tey fingu eina meira nágreiniliga samtykkilóggávu á økinum. Ein samtykki lóg er ikki loysnin einsamøll, men lógin er eitt týdningarmikið stig á leiðini. Ein lóg, sum byggir á samtykki, sendur eitt stýdningarmklan boðskap til øll um at vit hava øl eina ábyrgd at tryggja okkum, at sex skal vera av fríum vilja.
Umframt broytta lóggávu eigur løgregla og ákæruvald at fáa gjølla undirvísing í at handfara neyðtøkumál, soleiðis at vanahugsanir og fordómar ikki ávirka. Samtykki skal verast partur av afturvendandi undirvísing um kropp og mørk í fólkaskúlanum og á miðnámi.