Eiler Fagraklett, Marknaðarleiðari, Limur í Amnesty
Mannarættindi eru teir karmar, ið tryggja, at vit kunnu hugsa, tosa og liva frítt og trygt. Men mannarættindi eru sambært heimsyvirlýsingini eisini so nógv annað. Tað er m.a. rætturin til útbúgving, valluttøku, hvíld, rættartrygd, ognarrætt, at giftast, at stovna familju og rættin at liva, sum vit vilja.
Sjeyti ár eru liðin síðani ST, við tí mætu Eleanor Roosevelt á odda, fekk orðað og samtykt heimsyvirlýsingina fyri mannarættindum. Og vit kunnu líta aftur á og viðurkenna, at stóra framstig eru tikin fyri at veita enn fleiri menniskjum mannarættindi.
Hetta eru tíverri ikki sjálvsøgd rættindi. Men nakað, sum vit hava bargt hart fyri at vinna, tryggja, varðveita og ikki missa aftur seinastu sjeyti árini.
Rættindi eru sárbær
Hóast vit í vesturheiminum tíbetur eru komin rættuliga langt á leið hesum viðvíkjandi, liva tíanverri framvegis fleiri fólk uttan mannarættindi kring heimin, enn við rættindum. Tað hevur eisini víst seg, at hesi vunnu mannarættindi eru sárbar. Tey kunnu lætt takast frá okkum aftur. Bara við einum pennastroki. Eisini her í vesturheiminum. Eisini heima í Føroyum.
Tí mugu vit altíð vera á varðhaldi og ikki leggja okkum afturá og vænta, at vunnin mannarættindi eru ævig og ikki kunnu vera í vanda fyri skiftandi makthavarum. Tí tað eru tey!
Meðan samfelagið broytist og mennist, taka vit nøkur fet fram og nøkur aftur. Tí trýst skapar móttrýst. Men í síðsta enda, so eri eg vónríkur og haldi eins og Martin Luther King Jr. á sinni, at moralski bogin á universinum er langur, men hann bogar móti rættvísi.
So nú vit heiðra seytiáradegnum hjá hesari týðandi heimsyvirlýsing, mugu vit ikki gevast fyrr enn øll menniskju í hvørjum króki kring allan heimin eru tryggjaði full mannarættindi. Vit mugu aldrin geva upp, og vit mugu ongantíð taka rættindi og rættvísi fyri givið. Heldur ikki í Føroyum. Hjartaliga tillukku við degnum, mannaættin!