Gev eina føðingardagsgávu
Gev eina føðingardagsgávu
Í 60 ár hevur Amnesty Føroyar verið virkið og vart mannarættindi. Tað hava vit kunnað, tí at tað eru fólk sum tú, sum stuðla felagsskapinum. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri.
Fleiri hava spurt okkum, hvat vit ynskja okkum í føðingardagsgávu.
Vit hava tí gjørt ein ynskilista:
- at mannarættindi hjá øllum heimsins menniskjum verða vird
- at heimsins kríggj enda, so fólkið kann liva í friði
- at tey, ið svølta, fáa mat
- at verandi vápnahvíld kemur í lag í Gasa alt fyri eitt
- at lógaruppskotið um dagførda abortlóg verður samtykt
- at tú kemur í okkara føðingardag 4. oktobur í Tórsgøtu
Ella eina gávu frá tær, sum ger, at vit framhaldandi kunnu verja og stríðast fyri mannarættindum.
Takk fyri, at tú stuðlar Amnesty Føroyum – tí uttan teg var einki Amnesty Føroyar. Vit vóna at síggja teg á føðingardagshaldinum.



