STUÐLA RÆTTINUM HJÁ KVINNUM Í EL SALVADOR TIL FOSTURTØKU

STUÐLA RÆTTINUM HJÁ KVINNUM Í EL SALVADOR TIL FOSTURTØKU

Beint nú kanst tú stuðla kvinnum og monnum í túsundatali og krevja, at myndugleikarnir í El Salvador avtaka tað fullkomna fosturtøkubannið í landinum. Nógvar kvinnur og gentur hava annaðhvørt látið lív ella fingið varandi mein orsakað av fosturtøkubanninum í El Salvador. Bannið noyðir tær at søkja sær lívshættisliga, loyniliga fosturtøku ella at vera við barn,…

30 ÁRA FONGSUL FYRI FOSTURLÁT 23. AUGUST 2017 TAÐ FULLKOMNA FOSTURTØKUFORBOÐIÐ Í EL SALVADOR FÆR AFTUR VANLUKKULIGAR AVLEIÐINGAR FYRI EINA UNGU KVINNU. EVELYN BEATRIZ HERNÁNDEZ CRUZ GJØRDIST VIÐ BARN, TÁ IÐ HON VARÐ NEYÐTIKIN. UNDIR FØÐINGINI NAKRAR MÁNAÐIR SEINNI DOYÐI FOSTRIÐ, OG 19 ÁRA GAMLA EVELYN VARÐ DØMD 30 ÁRA FONGSUL FYRI MORÐ. Sambært felagsskapum á staðnum varð Evelyn neyðtikin, men tordi ikki at melda tilburðin av ótta fyri hevnd. Tá ið hon nakrar mánaðir seinni fall í óvit heima hjá sær sjálvari, var hon ikki varug við, at hon var við barn. Hon varð innløgd, men misti fostrið. Sjúkrahúsið meldaði hana síðan til myndugleikarnar. Evelyn varð dømd 30 ára fongsul. Sambært miðlum á staðnum, legði dómarin serliga dent á, at hon ikki leitaði sær læknahjálp í viðgongutíðini. Um hon situr allan dómin, verður hon 49 ára gomul, tá ið hon verður leysatin. Revsingin hevur tí ómetaligar avleiðingar fyri hennara møguleikar at gerast mamma undir vanligum umstøðum. Tíverri er sakin hjá Evelyn einki eindømi. El Salvador telist millum tey fáu londini í heiminum, sum framvegis hava fullkomið fosturtøkuforboð. Tað ber í sær, at bæði kvinnan sjálv og heilsustarvsfólk kunnu verða revsað, eisini tá ið talan er um óviljað fosturlát. Hetta skapar eitt umhvørvi, sum er ógvuliga merkt av illgruna, og tað kostar lív, at kvinnurnar ikki hætta sær til lækna við sínum trupulleikum í viðgongutíðini. Kvinnur, sum missa fostrið, eru í vanda fyri at fáa upp í 40 ára fongsulsrevsing. Lógin rakar serliga fátækar kvinnur. LJÓS Í EYGSJÓN Amnesty hevur fyrr fingið kvinnur, sum hava verið í somu ólukkuligu støðu sum Evelyn, leyslatnar. María Teresa Rivera, sum var dømd 40 ára fongsul eftir eitt óviljað fosturlát, varð í apríl 2016 leyslatin eftir altjóða trýst. Í oktobur 2016 legði tann politiski flokkurin Farabundo Martí National Liberation Front lógaruppskot fyri lóggávutingið í El Salvador, sum ger fosturtøku lógliga, um kvinnan er í vanda, um hon gjørdist við barn undir neyðtøku, ella um fostrið ikki kann yvirliva uttan fyri lívmóðurina. Lóggávutingið er ikki farið undir at viðgerða lógaruppskotið enn, so løtan er lagalig at leggja trýst á myndugleikarnar. Sakin hjá Evelyn er eitt prógv afturat um tann stóra tørvin á eini lógarbroyting. Herfyri samtykti Kili umsíðir at broyta sína fosturtøkulóggávu. Kili hevði sama fullkomna fosturtøkuforboð sum El Salvador, og vit vóna, at hetta kann vaksa enn meira um trýstið á myndugleikarnar í El Salvador. Amnesty International heldur, at fosturtøka ongantíð eigur at vera revsiverd, hvørki fyri kvinnuna ella heilsustarvsfólk.

30 ÁRA FONGSUL FYRI FOSTURLÁT

TAÐ FULLKOMNA FOSTURTØKUFORBOÐIÐ Í EL SALVADOR FÆR AFTUR VANLUKKULIGAR AVLEIÐINGAR FYRI EINA UNGU KVINNU. EVELYN BEATRIZ HERNÁNDEZ CRUZ GJØRDIST VIÐ BARN, TÁ IÐ HON VARÐ NEYÐTIKIN. UNDIR FØÐINGINI NAKRAR MÁNAÐIR SEINNI DOYÐI FOSTRIÐ, OG 19 ÁRA GAMLA EVELYN VARÐ DØMD 30 ÁRA FONGSUL FYRI MORÐ. Sambært felagsskapum á staðnum varð Evelyn neyðtikin, men tordi ikki…