Beint nú kanst tú stuðla kvinnum og monnum í túsundatali og krevja, at myndugleikarnir í El Salvador avtaka tað fullkomna fosturtøkubannið í landinum.
Nógvar kvinnur og gentur hava annaðhvørt látið lív ella fingið varandi mein orsakað av fosturtøkubanninum í El Salvador. Bannið noyðir tær at søkja sær lívshættisliga, loyniliga fosturtøku ella at vera við barn, hóast tað hóttir lívið og heilsuna hjá teimum.
Síðan 1998 hevur fosturtøka verið bannað í El Salvador, sjálvt tá ið kvinnan ella gentan er blivin við barn við neyðtøku og tá ið lív og heilsa eru í vanda. Amnesty hevur fylgt fleiri málum um ungar gentur í El Salvador, sum uttan prógv eru dømdar fleiri ára fongsul, eftir at tær hava átt deyðfødd børn. Tey seinastu árini hava vit tó sæð góð úrslit í fleiri fosturtøkusakum. Eitt nú blivu Maria Verónica Figueroa Marroquín og Teodora del Carmen Vásquez herfyri leyslatnar eftir at hava sitið millum 10 og 15 ár í fongsli fyri at hava átt deyðfødd børn. Tær høvdu tá sitið helvtina av tíðini, tær annars skuldu sita.
Vónandi kunnu leyslatingarnar fáa glið á broytingina, sum landinum tørvar, og slóða fyri, at tann víðgongda fosturtøkulóggávan í landinum verður broytt. Løtan er nú! Vit síggja røring í fólkinum, sum streymar út á gøturnar at heita á myndugleikarnar um at samtykkja lógarbroytingina, sum loyvir fosturtøku, tá ið heilsan hjá kvinnuni er í vanda, tá ið fostrið ber álvarslig brek, ella tá ið kvinnan er blivin við barn við neyðtøku.
Vís kvinnunum og monnunum, sum beint nú stríðast fyri at broyta fosturtøkulóggávuna í El Salvador, tín stuðul. Skriva undir! So heita vit í felag á myndugleikarnar í El Salvador um at taka kravið hjá fólkinum til eftirtektar og samtykkja lógarbroytingina.
Vit eru ógvuliga nær við at broyta lívið hjá sera nógvum kvinnum og gentum í El Salvador. Undirtøkan fyri lógarbroytingini eru nú næstan so stór, at lógarbroytingin kann gerast veruleiki. Handa vit myndugleikunum ein stóran stakk av undirskriftum, áðrenn tjóðartingið skal atkvøða í apríl í ár, hava vit ein veruligan møguleika at fáa tað fullkomna fosturtøkubannið avtikið. Líka síðan 1998 hava fólk í túsundatali bíðað eftir broytingini.