ÁHEITAN Á FIFA: BLÁSIÐ Í FLOYTUNA ÍMÓTI ÓVIRÐILIGUM ARBEIÐSKORUM HJÁ GESTAARBEIÐARUM Í KATAR

Gestaarbeiðarar eru púra avgerandi fyri, at tað yvirhøvur ber til hjá Katar at gera dreymin um at standa fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2022 til veruleika. Men nú ið tíggju ár eru liðin, síðan FIFA læt Katar fáa vertsleiklutin, noyða samvitskuleysir arbeiðsgevarar við sama lag gestaarbeiðarar í túsundatali at arbeiða undir óvirðiligum korum. Menn og…

Iran: KANN MISSA SJÓNINA EFTIR PÍNING

Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði. Fregnartænastan pínir hana fyri at fáa hana at játta seg seka. Tað hastar at fáa hana leysnlatna. Skriva undir átakið beinanvegin! Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið í fongsli ósek í meira enn 12 ár. Hon situr lívstíð fyri sítt politiska arbeiði fyri…

Altjóða kvinnurættindadagur 2021

Á Kvinnurættindadegnum í ár varpar Amnesty Føroyar ljós á rættindini hjá kvinnum í Miðeysturi og Norðurafrika við at heita á fólk um at skriva fyri Zeynab. Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið fongslað ósek í meira enn 12 ár. Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði í kurdiska andstøðuflokkinum PJAK.…