Gestaarbeiðarar eru púra avgerandi fyri, at tað yvirhøvur ber til hjá Katar at gera dreymin um at standa fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2022 til veruleika. Men nú ið tíggju ár eru liðin, síðan FIFA læt Katar fáa vertsleiklutin, noyða samvitskuleysir arbeiðsgevarar við sama lag gestaarbeiðarar í túsundatali at arbeiða undir óvirðiligum korum.
Menn og kvinnur í milliónatali eru streymað úr Asia og Afrika til Katar í vónini um eina betri framtíð. Áðrenn tey hava ferðast teir túsundtals kilometrarnar frá húsi og heimi fyri at lívbjarga sær og sínum, hava tey ofta goldið umboðsmonnum í dýrum dómum fyri tryggja sær eina framtíð uttanlands.
Í Katar eru tað hesir gestaarbeiðararnir – sum mynda 95 % av arbeiðsmegini í landinum – sum byggja HM-leikvøllir, vegir, metroir o.s.fr. Tá ið kappingin verður, verða tað eisini teir, sum fara at taka sær av leikarum og viðhaldsfólkum á gistingarhúsum, borðreiða fyri teimum á matstovum, flyta teir runt og síggja til, at trygdin er í lagi. Øllum, sum koma til Katar, fara gestaarbeiðarar at ganga til handa.
FIFA er til reiðar at spinna risastórar upphæddir burtur úr HM, men gestaarbeiðararnir stríðast enn fyri at gera endaspælið møguligt.
Tær seinastu nýskipanirnar í Katar eru hvørki settar fult í verk ella handhevjaðar. Nógvar fyritøkur bjóða framvegis ikki starvsfólkunum nøktandi løn og virðilig kor. Arbeiðsgevarar hava framvegis ræði á lívinum hjá starvsfólkunum og kunnu tvinga tey at arbeiða yvir og forða teimum í at fara í annað starv.
Tað er ómetaliga torført hjá gestaarbeiðarum, sum arbeiða undir óvirðiligum korum, at fáa rættvísi ella endurgjald. Samstundis er tað forboðið at vera limur í fakfelag, og tí ber ikki til at taka tøk í felag fyri betri arbeiðsumstøðum.
FIFA hevur skyldu til at taka neyðug stig, tá ið arbeiðsfólk, sum eru knýtt at verkætlanum, sum hava samband við HM, eru í vanda fyri at arbeiða undir óvirðiligum korum, og eigur at brúka sína støðu til at fáa Katar at verja allar gestaarbeiðarar. Men veruleikin er, at arbeiðsfólk um alt Katar framvegis eru í vanda fyri at arbeiða undir óvirðiligum korum – eisini í sambandi við verkætlanir, sum hava samband við HM.
Tá ið FIFA gjørdi av at halda HM í Katar, visti tað – ella átti at vitað – at tað er stórur váði at halda kappingina í landinum, av tí at landið er so bundið at gestaarbeiðarum, sum arbeiða undir óvirðiligum korum.
Hóast framstig hómast, tá ið ræður um arbeiðararættindir í landinum, vísa korini, sum gestaarbeiðarar arbeiða undir, at nógv restar í hjá Katar og FIFA, skal HM leggja virðiliga slóð eftir seg. Tí eggja vit FIFA til at blása í floytuna ímóti óvirðiligum korum hjá gestaarbeiðarum. FIFA skal taka neyðug stig til at tryggja rættindini hjá øllum arbeiðsfólkum, sum á onkran hátt arbeiða við HM. FIFA skal eisini krevja, at Katar skjótast gjørligt setur sínar nýskipanir í verk, so at tey, sum gera tað møguligt at halda HM í Katar, fáa eitt virðiligt og trygt arbeiðslív.
Saman kunnu vit gera Katar 2022 til vegamótið, har ið vend kemur í til frama fyri gestaarbeiðarar í landinum.
Brævið
Góði Gianni Infantino
Eg skrivi til tín sum ein fótbóltsfjeppari, sum heldur tað hava stóran týdning, hvørja ávirkan okkara fantastiska spæl hevur á samfelagið og mannarættindini. Hóast framstig eru hend við atliti at mannrættindum upp undir HM í 2022, eri eg framvegis ógvuliga stúrin um tey óvirðiligu korini, sum gestaarbeiðarar arbeiða undir í Katar. Nú ið minni enn tvey ár eru eftir til fyrsta bríksl, eru arbeiðsmarknaðarnýskipanirnar í Katar framvegis ikki settar nóg væl í verk og verða ikki handhevjaðar. Tí eru tey, sum gera HM møguligt, framvegis fyri órætti, uttan at FIFA letur við seg koma.
FIFA hevur skyldu til at taka neyðug stig, tá ið arbeiðsfólk, sum fyrireika HM, eru í vanda fyri at arbeiða undir óvirðiligum korum. Tá ið FIFA gjørdi av at bjóða Katar vertsleiklutin, visti FIFA – ella átti at vitað – at tað er stórur váði at halda kappingina í landinum, og at gestaarbeiðarar, sum arbeiða í alskyns vinnum, sum hava týdning fyri, hvussu HM hilnast, sama um teir eru knýttir beinleiðis ella óbeinleiðis at almennu plássunum, fóru at bøta fyri at gera tað møguligt.
Fótbóltsfjepparar fara at ferðast til HM í Katar og gista á gistingarhúsum, eta á matstovum, verða koyrdir runt í hýruvognum og hava samband við tænastuvinnuna, sum setur gestaarbeiðarar í starv fyri at gera tað møguligt at halda HM.
FIFA skal brúka sína støðu til at krevja, at Katar handhevjar sínar arbeiðsmarknaðarnýskipanir, so at ikki fleiri arbeiðsfólk mugu líða orsakað av spælinum, sum vit elska.
Tí krevji eg, at tygum sum FIFA-forseti tryggja, at FIFA:
- hevur fyrivarni rætta tíð (due diligence) á mannarættindaøkinum, so at tað veruliga verður kannað, um fólk arbeiða undir óvirðiligum arbeiðskorum á plássum, sum hava tilknýti til HM, og, um so er, ber skjótt at at fáa hetta at halda uppat og bøta skaðan, sum tað hevur volt.
- tekur neyðug stig til at tryggja, at mannarættindabrot á HM-plássum ella øðrum arbeiðsplássum við tilknýti til kappingina halda uppat – eisini í veitingarketuni hjá FIFA og hjá tænastuveitarum ella handilsfeløgum.
- brúkar sína støðu, alment og privat, til at krevja, at Katar setur fult í verk og handhevjar sínar arbeiðsmarknaðarnýskipanir, og undir hesum, at Katar fremur fleiri atgerðir til at verja øll arbeiðsfólk, eisini tey í tænastuvinnuni, sum eru avgerandi fyri, at kappingin kann verða hildin.
- alment bindur seg til at leggja upp fyri mannarættindakrøvum og fyrivarni rætta tíð (due dilligence), tá ið avgerðir verða tiknar um vertsleiklutir í sambandi við FIFA-kappingar í framtíðini.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á FIFA, so at tað kann brúka sína støðu til at seta Katar krøv um at tryggja rættindini hjá arbeiðsfólki fyri, undir og eftir HM.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar verða handaðar FIFA-forsetanum, Gianni Infantino, í novembur 2021.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.