Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði. Fregnartænastan pínir hana fyri at fáa hana at játta seg seka. Tað hastar at fáa hana leysnlatna. Skriva undir átakið beinanvegin!
Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið í fongsli ósek í meira enn 12 ár.
Hon situr lívstíð fyri sítt politiska arbeiði fyri kurdiska andstøðuflokkin Party for Free Life of Kurdistan (PJAK).
PJAK arbeiðir fyri rættindum hjá kurdiskum kvinnum og fyri kurdiskum sjálvstýri. Zeynab er dømd fyri at hava verið partur av tí vápnaða veinginum í flokkinum. Men hesum sýtir honum fyri, og tað finnast eingi prógv. Zeynab er nú í vanda fyri at missa sjónina orsakað av píningini, sum fregnartænastan hevur staðið fyri.
Latið okkum á sjálvum stríðsdegnum hjá kvinnunum vísa samhug við Zeynab. Skriva undir átakið og krev, at iranskir myndugleikar sleppa henni leysari beinanvegin!
Deyðadómur broyttur til lívstíð
Zeynab var og ferðaðist í Iran, tá ið hon varð handtikin í mars 2008.
Í desembur sama ár varð hon dømd til deyða eftir órættvísan rættargang fyri Kollveltingardómstólinum í Kermanshah-landslutinum, tí at hon var virkin í politiska partinum av PJAK. Hon varð ákærd fyri ”fíggindskap móti Gudi” og fyri at hava ”tikið vápn í hond móti statinum”.
Rættarmálið vardi bara fáar minuttir, og dómurin bygdi á sokallaðar ”játtanir”, sum sambært Zeynab vóru úrslit av píning. Annars var ikki eitt einasta prógv fyri, at hon hevði nakað tilknýti til tað vápnaða virksemið hjá flokkinum.
Sakførarin hjá henni var ikki til staðar undir rættarganginum, av tí at hann onga kunning hevði fingið um, nær ið hann skuldi vera.
Í desembur 2012 varð deyðadómurin hjá Zeynab linkaður til lívstíð, av tí at hægsti leiðarin í Iran náðaði hana.
Pínd til falska játtan
Eftir at hon varð tilvildarliga handtikin í 2008, sat Zeynab avbyrgd í átta mánaðir og fekk einki samband við sakførara. Zeynab hevur greitt frá, at hon hetta tíðarskeiðið varð pínd av umboðum úr fregnartænastuni, sum pískaðu hana upp undir iljarnar, slógu hana í búkin, dukaðu høvdið á henni í veggin og hóttu við at neyðtaka hana.
Zeynab hevur greitt frá, at høvdið á henni einaferð varð dukað so hart í ein vegg, at hon fekk skallabrot og innari bløðingar, og sjónin viknaði.
Í meira enn seks ár hava myndugleikarnir noktað henni atgongd at læknahjálpini, henni tørvar. Tað slepst bara til lækna uttan fyri fongslið. Einastu ferð, hon sloppin til lækna, var, tá ið hon fekk covid-19. Men hon er ongantíð kannað aftur fyri lungnatrupulleikarnar, sum hon stríðist við eftir covid-19.
Zeynab er í vanda fyri at verða pínd uppaftur meira. Henni tørvar okkara hjálp. Skriva undir átakið og krev, at hon verður leyslatin!
Flutt í fjarlagið fongsul
Zeynab situr lívstíð í Yazd-fongslinum, sum liggur 1.400 km burtur frá heiminum hjá familjuni. Síðan 29. apríl 2020 hevur fregnartænastan flutt hana millum fýra ymisk fongsul um alt landið. Sambært Zeynab siga myndugleikarnir, at hon verður flutt orsakað av sambandinum við útlendskar mannarættindafelagsskapir.
Fregnartænastan vil bara sleppa Zeynab til lækna, flyta hana í eitt fongsul nærri heiminum og gevast at vera eftir familjuni, um hon ”játtar” síni brotsverk og framman fyri einum upptøkutóli vísir, at hon angrar sínar politisku gerðir. Hon skal eisini binda seg til at arbeiða fyri fregnartænastuna.
Kann býta um pláss við onkran annan í familjuni
Myndugleikarnir hava sagt við familjuna, at Zeynab kann sleppa til lækna uttan fyri fongslið, um onkur annar í famljuni sjálvboðin gevur seg upp í hendurnar á løgregluni og verður fongslaður í staðin fyri hana, meðan hon er hjá lækna.
”Pápi okkara segði seg vera sinnaðan at lata seg fongsla, so at Zeynab kundi sleppa til lækna við einum fongsulsvørði. Men myndugleikarnir søgdu pápa okkara vera ov gamlan, og at onkur yngri skuldi lata seg fongsla seg í staðin.”
– Deniz, systir Zeynab
Sakførarin eisini fongslaður
Í mai 2019 varð sakførarin hjá Zeynab, Amirsalar Davoudi, dømdur drúgva fongsulsrevsing fyri sítt mannarættindavirksemi. Síðan tá hevur Zeynab ongan sakførara havt, og familjan má umboða hana fyri rættinum við ongari atgongd at løgfrøðiligari ráðgeving.
Royna at hótta familjuna til tøgn
Tann 29. novembur 2020 varð pápi Zeyna, Ali Jalalian, handtikin av fregnartænastuni og avhoyrdur um sínar samrøður um dóttrina við mannarættindafelagsskapir og miðlar uttan fyri Iran. Hann varð leyslatin dagin eftir móti veðhaldi.
Amnesty International vil minna iranskar myndugleikar á, at tað er brot á altjóða rætt at vera eftir og handtaka avvarðandi hjá fongslaðum fyri forða teimum í at siga frá málinum.
Amnesty International krevur, at iranskir myndugleikar:
– beinanvegin sleppa Zeynab Jalalian leysari samsvarandi tilmælunum hjá ST-arbeiðsbólkinum um tilvildarliga fongsling
– sleppa Zeynab Jalalian undir læknahond, verja hana fyri píning og aðrari ringari viðferð og flyta hana í eitt fongsul nærri familjuni
– seta í verk skjótt, munadygt og óheft kanningararbeiði til at kanna ákærurnar um, at Zeynab Jalalian hevur verið fyri píning og aðrari ringari viðferð, og lata tey, sum hava ábyrgdina, koma fyri rættin í einum rættvísum rættarmáli og uttan at brúka deyðarevsing
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á iranskar myndugleikar, so at Zeynab vónandi verður leyslatin og til tá verður vard fyri píning í fongslinum. Jú fleiri vit eru, jú størri trýst leggja vit.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar verða sendar Ebrahim Raisi, leiðara í iransku rættarskipanini.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.