Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, nevndarformaður í Amnesty Føroyar frá 1983-1989.
Nú sjeyti ár eru liðin síðani Heimsyvirlýsing Sameindu tjóða um menniskjarættindi varð samtykt á aðalfundi, hesum Amnesty International Føroyar biðið meg um í stuttum at lýsa mín hugsan um støðuna í dag.
Eru menniskjarættindi hótt? Er yvirlýsingin framvegis besta boð?
Tá heimsyvirlýsingin varð samtykt av einum so gott sum einmæltum aðalfundi, var tað eitt avgerandi frambrot til tess at tryggja, at teir ræðuleikar, ið vóru framdir undir 2. heimsbardaga, ikki skuldu endurtaka seg. At hesi ræðuleikar vóru í so frískum minni, var óivað grundin til, at yvirlýsingin fekk so góða undirtøku.
Í stuttum ber til at siga, at hesi grundleggjandi rættindi vórðu sett upp sum verja einstaklingsins móti yvirgangi:
- Rætturin til lív, frælsi og trygd.
- Rætturin til føði, klæði, hús og heim, og til arbeiði, løn og ogn.
- Rættvísar lógir og rættargangur.
- Rætturin til frítt at trúgva, hugsa og tala.
Eru hesi rættindi hótt í dag?
Tíverri ber ikki til at halda annað, enn at mangt av tí, sum vit síggja og frætta um støðuna í stórum parti av heiminum í dag, er ræðandi. Fleiri av dagsins stórveldum hava kosið sær leiðarar, ið tykjast at hava lítlan ans fyri teimum virðum, ið Heimsyvirlýsingin staðfesti sum grundvallarrættindi einstaklingsins. Samstundis frætta vit dagliga um rørslur, ið taka seg upp og tykjast at fáa undirtøku millum manna. Rørslur, sum á óhugnaligan hátt minna um tær mannóndu fasistisku og nazistisku rørslur, ið førdu til týningarnar undir heimsbardaganum.
Tað er tí at vóna, at felagsskapir sum Amnesty International og aðrir líknandi felagsskapir fáa enn størri undirtøku. Eisini ímillum tann stóra partin av menniskjum, sum framvegis skilir týdningin av, at vit eiga at fara um hvørtannað í bróðuranda, sum tikið verður til í Heimsyvirlýsingini.