Hjørdis Kiara Zachariassen, lesandi, hevur búð á oynni Lesvos í 2017-2018
Í síðstu viku fekk eg tungu boðini, at ein eldri maður – ein flótti úr Afghanistan – doyði í bíðirúminum á sjúkrahúsinum á Lesvos eftir at tey noktaðu honum heilsuhjálp.
Sum so mong onnur, búði hann í einum telti á flóttafólkaleguni Moria.
Hann var einsamallur tí øll familja hansara var dripin í krígnum. Hann var ofta at síggja beint uttanfyri leguna við skógmakraraamboðum sínum fyri at vinna sær nøkur eyka oyru.
Tað sigst at hann var ein friðarligur og friðsælur maður, sum flestu høvdu stóra virðing fyri.
Veturin er kaldur á Lesvos og hesin maður var blivin sjúkur eftir næstan tvær heilar vikur við stórregni og illveðri. Hann fór einsamallur og søkti sær hjálp frá einum NGO, sum síðani setti hann av við lokala sjúkrahúsið í Mytilini, høvðustaðnum í Lesvos.
Av tí at hann ikki dugdi grikst ella enskt og ikki hevði ein tolk við sær, varð hjálpin, honum tørvaði, noktað. Hann doyði stillisliga í bíðirúminum tveir tímar seinni. Við tað at hann var flótti hevði hendan hendingin við sær, at ikki minni enn sjey mannarættindalógir vórðu brotnar.
Hendingar sum hendan og aðrar meira brutalar henda regluliga fyri milliónir av menniskjum. Vit sum fræls menniskju. Bæði okkara ættarlið og komandi. Mugu frammvegis berjast fyri, at øll menniskju, sum eru fødd á sama hátt sum vit, fáa somu rættindi, sum vit.
Latið okkum gleðast um rættindi okkara, brenna fyri at hjálpa teimum, ið ikki hava slík rættindi, og berjast saman við teimum fyri at vit øll kunnu liva væl saman á hesi jørð.
Eingi mannarættindi, eingin útvikling, eingin vón og eingin friður!