ALEKSANDRA SKOCHILENKO 

RUSSLAND

 

Aleksandra (Sasha) fyllir lívið við tónleiki og list. Hon elskar at spæla klaver, gittara, mandolin og floytu og at skipa fyri samanspæli fyri øll, sum hava hug at spæla saman.

Eftir russisku innrásina í Ukraina var Aleksandra stúrin og kendi á sær, at hon mátti gera okkurt. Tann 31. mars 2021 býtti hon prísskeltini í einum matvøruhandli í Sankta Pætursborg um við smáar pappírslepar. Á pappírslepunum stóð, hvussu Russland hevði bumbað sjónleikaraskúlan í Mariupol í Ukraina, og at fólk í hundraðtali vóru flýdd.

Tíðliga á morgni tann 11. apríl 20022 handtók løgreglan Aleksandru. Hon varð skuldsett fyri “alment at hava borið falstíðindi um vápnaðu herliðini hjá Russiska samveldinum”. Orðingin í skuldsetingini stavaði úr eini nýggjari grein í russisku revsilógini, sum russiska stjórnin í skundi legði fram í mars 2022. Við lógargreinini vildi stjórnin forða russarum í at finnast at innrásini í Ukraina. Nógv fólk eru longu afturhildin eftir tí nýggju lógargreinini.

Aleksandra hevur verið afturhildin líka síðan undir ræðuligum umstøðum. Hon hevur søliaki (tarmsjúka) og hevur ikki fingið tann glutenfría matin, henni tørvar. So hon hevur hungrað tað mesta av tíðini. Hon hevur eisini verið fyri ágangi frá fongsulsvørðum og øðrum fongslaðum. Verður hon dømd, kann hon fáa upp í 10 ára fongsul.

 

 SKRIVA TIL RUSSISKU MYNDUGLEIKARNAR 

Bið teir beinanvegin sleppa Aleksandru Skochilenko leysari og sleppa øllum ákærum, tí hon verður bara afturhildin fyri at hava sagt sína hugsan um kríggið.

 

 HJÁLP ALEKSANDRU AT VERA STERK 

Send henni samhuga- og vónarboð. Tekna tekningar av kettum (Aleksandra eigur tvær, sum eita Lucy og Maude) saman við boðunum.

 

KOYR BRÆVIÐ Í POSTKASSAN ELLA GEV TÍNUM LÆRARA BRÆVIÐ. AMNESTY FØROYAR SENDUR ØLL BRØVINI ÚR FØROYUM TIL ALEKSANDRU OG MYNDUGLEIKARNAR Í RUSSLANDI.

 

 SKRIVA UNDIR 

Skriva undir undirskriftainnsavnanina fyri Aleksandru her

 

Aftur