Aleksandra býtti prísskeltini á vørunum í einum matvøruhandli um við krígsmótmælisorð og varð fongslað. Nú kann hon verða dømd tíggju ára fongsul.
Aleksandra Skochilenko er ein av mongum russarum, sum eru skuldsettir fyri at hava sagt sína hugsan um kríggið í Ukraina. Hon gjørdi vart við sína ónøgd við at býta prísskeltini á vørunum í einum matvøruhandli í Sankta Pætursborg um við krígsmótmælisorð.
Hon varð varðhaldsfongslað tann 11. apríl 2022 og skuldsett fyri at hava borið ”falstíðindi um nýtsluna av russisku vápnamegini”. Tann 30. mai varð varðhaldsfongslingin longd til 1. juli 2022.
Verður Aleksandra funnin sek í ákærunum, kann hon verða dømd millum fimm og tíggju ára fongsul.
Tað hevur skund at fáa Aleksandru leyslatna. Skriva undir átakið og krev, at tær vitleysu ákærurnar ímóti henni verða sleptar.
Bannað at mótmæla krígnum
Aleksandra er ein kend listakvinna úr Sankta Pætursborg. Hon livir av at skriva sangir og gera teknirøðir, og hon hevur skrivað eina bók um tunglyndi.
Bókin hevur gjørt sítt til at basa stigmatisering av sálarsjúkum og er vorðin ógvuliga væl umtókt í Russlandi.
Russiskir myndugleikar umrøða kríggið í Ukraina sum ”eitt serligt hernaðartiltak”.
Í Russlandi er bannað at umrøða russisku innrásina í Ukraina sum kríggj. Heldur ikki er loyvt at finnast at framferðini hjá russisku herdeildunum í Ukraina ella umrøða krígsbrotsverkini, sum tær hava framt.
At býta prísskeltini á vørunum í einum matvøruhandli um við krígsmótmælisorð, sum Aleksandra er undir illgruna fyri at hava gjørt, er tó eingin altjóða viðurkend brotsgerð.
Í heilsuvanda
Síðan varðhaldsfongslingina hava vit verið ógvuliga stúrin um heilsustøðuna hjá Aleksandru.
Aleksandra hevur cøliaki, og etur hon gluten, kunnu yrkisgøgnini ganga fyri, og hon kann fáa autoimmunar sjúkur.
Í fyrstuni gjørdi fongslið ongan glutenfrían mat, og starvsfólkini lovaðu ikki Aleksandru at fáa kassarnar við glutenfríum mati, sum familjan royndi at senda henni.
Eftir trýst frá m.a. Amnesty eru starvsfólkini farin at gera í minsta lagi eina heita glutenfría máltíð um dagin. Aleksandra fær tó hvørki etið morgunmatin ella nátturðan, sum fongslið ger. Kassarnir við mati frá familjuni eru á veg inn, men fongslið sýtir við sama lag fyri at taka ímóti teimum, hóast tað er avgerandi fyri tann fulla kostin hjá Aleksandru.
Ein av sakførarunum hjá Aleksandru, sum vitjaði hana í fongslinum í apríl, sigur heilsustøðuna hjá henni vera munandi versnaða.
Av tí at hon ikki fær nóg mikið av glutenfríum mati, fær hon lítið og einki at eta. Hon er tí sera nógv afturfarin og vigar nú bara 46 kilo.
FAKTA
Mannarættindi í Russlandi
Rætturin til talu- og savningarfrælsi verður skerdur bæði í lógararbeiði og í fyrisiting.
Nógv teirra, sum friðarliga siga sína hugsan, eru fyri hevndaratgerðum sum sjikanu, løgregluharðskapi, tilvildarligari handtøku, bót, rættarsókn og fongsling.
Hetta geldur serliga fyri tey, sum finnast at myndugleikunum í landinum, bjóða viðtiknum politiskum sannleikum av ella krevja virðing fyri umhvørvi og mannarættindum.
Kríggið í Ukraina
Amnesty hevur avdúkað, at russiskar herdeildir hava framt hópin av krígsbrotsverkum, millum annað:
-
ólógliga avrættað sivil í økinum í ein útnyrðing úr Kyiv,
-
lopið á sivil mál, m.a. íbúðabygningar, barnagarðar, eitt sjúkrahús og bilrøðir við flýggjandi fólki, og
-
nýtt vápn í ósamsvari við altjóða rætt, t.d. tyssislóður í tætt bygdum økjum.
Les meira her.
Okkara krøv
Amnesty krevur, at russiskir myndugleikar:
-
sleppa revsimálinum ímóti Aleksandru Skochilenko og sleppa henni leysari beinanvegin og
-
tryggja, at Aleksandra Skochilenko hevur atgongd at neyðugari læknahjálp og fær glutenfrían mat, til hon verður leyslatin.
Hví skriva undir?
Orsøkin til, at vit leggja trýst á skrivstovuna hjá ákæranum í Sankta Pætursborg, er, at hetta kann gagna støðuni hjá Aleksandru. Tað er nevniliga ákæruvaldið, sum hevur myndugleika at steðga rættarsóknini.
Endamálið við átakinum hjá Amnesty er at trýsta myndugleikarnar at sleppa ákærunum ímóti Aleksandru. Eydnast hetta ikki, vóna vit, at hon verður royndarleyslatin, og at hon sleppur undan varðhaldsdómi.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda ríkisákæranum í Sankta Pætursborg, Melnik Viktor Dmitrievich, undirskriftirnar. Ríkisákærin stendur á odda fyri ákæruvaldinum.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.