CHOW HANG-TUNG 

HONG KONG

 

Chow hevur góða útbúgving frá stórum universiteti og kundi valt sær starvsleið á alskyns økjum. Hon valdi at víga lívið til at verja rættindini hjá øðrum sum mannarættindasakførari og aktivistur.

Chow var næstforkvinna í Hong Kong-samgonguni, sum skipar fyri heimsins størsta minningarhaldi fyri teimum, sum lógu eftirá í hópdrápinum við Himmalfriðartorgið. Í 1989 vórðu fólk hundraðtali – kanska túsundatali – myrd í gøtunum kring Himmalfriðartorgið í Beijing. Kinesiski herurin skeyt og myrdi mótmælisfólk, sum friðarliga mótmæltu til frama fyri búskaparligar og sosialar broytingar.

Kinesiska stjórnin vil hava fólk at gloyma, men Chow hevur sett sær fyri at minnast tey myrdu.

Í 2020 og 2021 settu myndugleikarnir í Hong Kong bann fyri minningarhaldinum.

Teir søgdu haldið vera ein heilsuvanda orsakað av Covid-19. Tann 4. juni 2021 eggjaði Chow fólki á sosialum miðlum til at minnast hópdrápið við at tendra ljós. Sama dag varð hon handtikin fyri at hava “lýst fyri ella almannakunngjørt eina óheimilaða samkomu”.

Chow er nú fongslað í 22 mánaðir fyri friðarliga at hava minst tey, sum lógu eftirá í tí ræðuliga hópdrápinum. Hon kann verða fongslað uppaftur longur fyri at hava komið almennu trygdini í vanda. Men Chow er djørv:

 

 

     “At sagt, eg ikki eri rædd,

     hevði verið lygn, men eg

     eri ikki so rædd, at eg tori

     einki at gera.”

 

 

 

 SKRIVA TIL MYNDUG-LEIKARNAR Í HONG KONG 

Bið teir beinanvegin sleppa Chow leysari og sleppa øllum ákærum, tí hon er handtikin fyri friðarliga at hava brúkt talufrælsið.

 

 

 HJÁLP CHOW AT VERA STERK 

Send henni samhuga- og vónarboð. Tekna tekningar af kettum og lamum (hon elskar slíkar) saman við boðunum.

 

KOYR BRÆVIÐ Í POSTKASSAN ELLA GEV TÍNUM LÆRARA BRÆVIÐ. AMNESTY FØROYAR SENDUR ØLL BRØVINI ÚR FØROYUM TIL TIL CHOW OG LØGMÁLARÁÐIÐ Í HONG KONG.

 

 SKRIVA UNDIR 

Skriva undir undirskriftainnsavnanina fyri Chow her.

 

Aftur