Chow hevur góða útbúgving frá stórum universiteti og kundi valt sær starvsleið á alskyns økjum. Hon valdi at víga lívið til at verja rættindini hjá øðrum sum mannarættindasakførari og aktivistur.
Chow var næstforkvinna í Hong Kong-samgonguni, sum skipar fyri heimsins størsta minningarhaldi fyri teimum, sum lógu eftirá í hópdrápinum við Himmalfriðartorgið. Í 1989 vórðu fólk í hundraðtali – kanska túsundatali – myrd í gøtunum kring Himmalfriðartorgið í Beijing. Kinesiski herurin skeyt og myrdi mótmælisfólk, sum friðarliga mótmæltu til frama fyri búskaparligar og sosialar broytingar.
Kinesiska stjórnin vil hava fólk at gloyma, men Chow hevur sett sær fyri at minnast tey myrdu.
Í 2020 og 2021 settu myndugleikarnir í Hong Kong bann fyri minningarhaldinum.
Teir søgdu haldið vera ein heilsuvanda orsakað av Covid-19. Tann 4. juni 2021 eggjaði Chow fólki á sosialum miðlum til at minnast hópdrápið við at tendra ljós. Sama dag varð hon handtikin fyri at hava “lýst fyri ella almannakunngjørt eina óheimilaða samkomu”.
Chow er nú fongslað í 22 mánaðir fyri friðarliga at hava minst tey, sum lógu eftirá í tí ræðuliga hópdrápinum. Hon kann verða fongslað uppaftur longur fyri at hava komið almennu trygdini í vanda. Men Chow er djørv:
“At sagt, eg ikki eri rædd, hevði verið lygn, men eg eri ikki so rædd, at eg tori einki at gera.”
SKRIVA UNDIR
Krev, at myndugleikarnir í Hong Kong beinanvegin sleppa Chow leysari og sleppa øllum ákærum, tí hon er handtikin fyri friðarliga at hava brúkt tælufrælsið.
HVAT VERÐUR AV UNDIRSKRIFTINI
Vit senda myndugleikunum í Hong Kong undirskriftirnar.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.