Kropslig rættindi og mørk

Íblástur til at arbeiða við kropsligum rættindum í undirvísingini

Okkara kropsligu rættindi og mørk verða roynd hvønn dag. Vit hava øll ábyrgd av at taka ábyrgd og siga frá, tá egin mørk og mørk hjá øðrum verða brotin. Og um tú ivast spyr. Ivast tú framvegis, so spyr aftur!

Amnesty hevur seinasti fimm árini saman við Almannaráðnum, Fólkaheilsuráðnum og Løgregluni skipa fyri kunnandi átøkum SEX KREVUR SAMTYKKI.

Vit hava eisini verið við til at íverkseta VIKU SEX, har ung fáa seksualundirvísing frá KYN.

Á hesi síðu fáa tit yvirlit yvir hesi átøk og onnur filmsbrot. Og niðanfyri kunnu tit síggja og taka niður framløgu um mørk og kropslig rættindi, sum umboð fyri Amnesty helt í Norðurlandahúsinum í 2020 fyri 7. floks næmingum.

10 seksuell rættindi

  1. AT EINGIN MUNUR VERÐUR GJØRDUR Á TEIMUM ORSAKAÐ AV TEIRRA KYNI OG SEKSUALITET
  2. SAMRÆÐI OG LUTTØKU Í SAMFELAGNUM
  3. AT RÁÐA YVIR EGNUM KROPPI
  4. PRIVATLÍV
  5. AT HAVA RÆÐI Á EGNUM KYNI OG SEKSUALITET
  6. AT FRAMBERA SÍN HUGBURÐ UM KYN OG SEKSUALITET
  7. HEILSUTILBOÐ, SUM MENNIR TEIRRA SEKSUELLU HEILSU OG TRIVNA
  8. VITAN, UNDIRVÍSING OG RÁÐGEVING UM KROPP, SEKSUALITET OG SEKSUELLA HEILSU
  9. SJÁLVI AT VELJA UM TEY VILJA GIFTAST OG HAVA BØRN – OG Í SO FALL NÆR
  10. AT LANDIÐ STUÐLAR TEIMUM, SO TEIRRA SEKSUELLU RÆTTINDI VERÐA GINGIN Á MØTI

Framløga um kropslig rættindi

Í framløguni sært tú dømi um, hvussu tú kanst undirvísa í kropsligum rættindum.

Her sæst framløgan á video, og tú kanst taka hana niður sum PDF.

Fleiri myndir og filmar av SAMTYKKI-ÁTØKUNUM eru at síggja á facebooksíðuni hjá SAMTYKKI.

Deildin hjá Amnesty í Noreg hevur gjørt 6 stuttar filmar, har evnið neyðtøka og samtykki verður viðgjørt.