Sigri M. Gaini, Ph.D. – lesandi í mannarættindum og talufrælsi, Fróðskaparsetur Føroya
Fyrstu ferð eg hoyrdi um Amnesty International og Mannarættindini, var eg um 8 ára gomul. Vit búðu inni hjá abba mínum í Havn, og eg hevði ein ungan mammubeiggja, ið av og á kom á gátt hjá pápa sínum. Hann hevði altíð so nógv uppá hjarta. Longu í tí úthurðin fór upp, var hann mitt í einum setningi um okkurt, sum oftast politikk ella vísindi. Hesin mammubeiggi mín hevði eina ovurstóra vitan og var drivin av einum ósløkkiligum forvitni. Hetta legði ein til merkist, hóast bert 8 ára gomul. Eitt annað serstakt við mammubeiggjanum, vóru glampandi eygu hansara, ið strálaðu av vitan, skemtingarsemi og kærleika. Ja, í roynd og veru, so síggi eg eygnabrá hansara fyri mær, hvørja ferð eg hoyri donsku málberingina “glimt i øjet”.
Ein dagin fóru beiggjar mínir og eg at vitja Sjúrð, mammubeiggja, ið búði saman við konu og synum úti við landavegin. Tað sum í dag eitur Kálvagerði. Tá vóru so fá hús har úti, at tað nærmast var sum at vera í haganum. Vit koma inn, og inni í stovuni hálvavegna liggur Sjúrður á gólvinum og skrivar. Umgirdur av ørkum og brævbjálvum, ið fjala alt stovugólvið. Hetta kendist gandakent!
Sjúrður var blíður og prátingarsamur, sum altíð, og fór so at greiða frá. Hetta vóru brøv, ið skuldu sendast um allan heimin, til tess at fáa samvitskufangar leyslatnar. Eg lurtaði við opnum munni, ímeðan hann greiddi frá og vísti mær brøvini, ið hann hevði skrivað. Soleiðis kom eg at kenna til mannarættindini, Amnesty International og arbeiði teirra.
Vit kunnu øll læra av mammubeiggja mínum
Í dag er tað vorðið sera ómakaleyst at hjálpa á sama hátt, sum mammubeiggi mín gjørdi. Við tøknini, krevjast bara nøkur fá klikkj til tess at leggja trýst á eina stjórn, ið hevur fongslaðar samvitskufangar. Og henda skipanin hevur verið við til at leyslatið og bjargað lívinum á mongum samvitskufangum kring heimin.
Vit kunnu øll læra nakað av mammubeiggja mínum og hansara brennandi eldhugi. Tað er lætt at taka mannarættindini fyri givið, tá ið ein býr í einum vælvirkandi fólkaræði, har rættindini eru vard. Sjúrður vísti mær á støðuna í heiminum og á, at man sum einstaklingur kann gera ein mun. Æra veri minnið um mammubeiggja mín, Sjúrð Joensen.