“Eg haldi, at samtykki er forbannað sexut!”

Eitt gott og stuttligt kjak, har øll vóru samd um, at lógin eigur at broytast. Fleiri ferðir varð flent og lógvabrestir hoyrdust serliga væl, tá Hervør svaraði uppá spurning frá Óluvu Zahariassen, um ikki ein samtykkilóg tekur allan romantikk og spenning burtur. Til tað svaraði Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi greitt: “Nei, tað haldi eg slett…