60 ár fyri mannarættindum

Hetta fejra vit á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 4. juni frá kl. 17-21. “Lesur tú eitt blað – óansæð hvønn dag í vikuni – so fært tú søguna um, hvussu onkur onkunstaðni úti í stóru verð verður fongslaður, píndur ella tikin av døgum bara tí, at hennara ella hansara sannføring ella átrúnaður ikki verður góðtikin av…

Nýggja nevndin hjá Amnesty hevur skipað seg

Á fundi í gjárkvøldið skipað nývalda nevndin, sum varð vald á aðalfundinum tann 29. apríl, seg soleiðis: Turið Maria Jóhansdóttir, forkvinna. Regin Berg, næstformaður. Ugur Kevioglu, kassameistari. Annika Malunardóttir, nevndarlimur. Heiða G. Nolsøe, nevndarlimur. Anna Joensen Næs, tiltakslimur. Dánjal Hátún Augustinussen, tiltakslimur. Milia Egilsnes, tiltakslimur. Amnesty International Føroyar hevur trý høvuðsmál: 1. AT UPPLÝSA UM…

“Eg haldi, at samtykki er forbannað sexut!”

Eitt gott og stuttligt kjak, har øll vóru samd um, at lógin eigur at broytast. Fleiri ferðir varð flent og lógvabrestir hoyrdust serliga væl, tá Hervør svaraði uppá spurning frá Óluvu Zahariassen, um ikki ein samtykkilóg tekur allan romantikk og spenning burtur. Til tað svaraði Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi greitt: “Nei, tað haldi eg slett…

Spurningar og svar um samtykkilóggávu

Hví siga vit so ofta, at gentir og kvinnur eru fyri neyðtøku? Øll fólk kunnu verða fyri neyðtøku og kynsligum harskapi. Men nógv tann størsti parturin av teimum, sum verða neyðtikin, nevniliga 84%, eru kvinnur ella gentir. Tí siga vit, at talan er um harðskap grundaðan á kyn. Tað merkir ikki, at neyðtøka av monnum…

Aðalfundur og alment tiltak um samtykkilóggávu hóskvøldið tann 29. apríl

STAÐUR: SMÆRAN, J.H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn DAGUR: hóskvøldið tann 29. apríl SKRÁ: KL. 18.00 – 19.30: AÐALFUNDUR KL. 19-30 – 20.00: ÁBIT KL. 20.00 – 21.30: ALMENT TILTAK UM SAMTYKKILÓG AÐALFUNDUR: SKRÁ 1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara 2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári 3) Góðkenning av roknskapi 4) Nevndin svarar spurningum 5)…

Altjóða kvinnurættindadagur 2021

Á Kvinnurættindadegnum í ár varpar Amnesty Føroyar ljós á rættindini hjá kvinnum í Miðeysturi og Norðurafrika við at heita á fólk um at skriva fyri Zeynab. Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið fongslað ósek í meira enn 12 ár. Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði í kurdiska andstøðuflokkinum PJAK.…

VIKA SEX 2021

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini. Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin…