Altjóða flóttafólkadagur 20. juni 2021
Vit kunnu ikki hjálpa øllum, men vit kunnu gera allan munin fyri nøkur
Amnesty International hevur sum grundvirði, at øll kunnu gera mun. Eingin kann gera allan munin, men øll kunnu gera mun í tí smáa eftir førimuni. Og fyri tann, sum vit hjálpa, kunnu vit gera allan munin. Tað gjørdu vit fyri 20 árum síðani, og tað kunnu vit gera aftur. Amnesty Føroyar nýtir enn einaferð altjóða flóttafólkadagin at heita á almennu Føroyar um at taka ábyrgd í flóttafólkaspurningin og seta gongd á arbeiðið við at byggja upp eina tilbúgving.
Síðani 2013 hevur Amnesty Føroyar við jøvnum millumbilum mint føroysku myndugleikarnar á, at eisini Føroyar, hóast vit eru ein lítil og sárbær tjóð, eiga at taka altjóða ábyrgd í flóttafólkaspurninginum. Vit hava heitt á myndugleikarnar um at seta arbeiðið við at fyrireika økið, soleiðis at vit hava eina flóttafólkatilbúgving, og soleiðis at vit virðirliga kunnu hjálpa einum lítlum bólki av t.d. kvotaflóttum. Hetta krevur fyrireiking og pengar, tí flóttafólk hava tørv á og rætt til virðiliga og umfatandi hjálp. Men hóast ágangur og ófriður tvinga fólk at flýggja ymsastaðni kring heimin, og veðurlagsbroytingarnar økja sannlíkindini fyri øktum tørvi á hjálp í framtíðini, so fekk Amnesty tann 30. september 2020 noktandi svar, tá vit spurdu Helga Abrahamsen, landsstýrismann, um arbeitt verður við eini flóttafólkatilbúgving.
Mett verður, at 79,5 milliónir fólk eru flýdd frá húsi og heimi í dag. 85% av hesum fólkunum eru í menningarlondum – í sokallaðu nærumhvørvunum. Øll hesi menniskju eru í svárastu neyð, og summi eru í ítøkiligum vanda. ST metir, at 1,4 milliónir fólk eru í eini so sárbærari støðu, at tey hava tørv á endurhúsing her og nú. Í hesum sambandi hevur tað týdning at skilja ímillum sokallaðar spontanar flóttar og kvotaflóttar og gera greitt, hvussu til ber at hjálpa.
Spontan flóttafólk
Spontan flóttafólk eru ofta tey sterkaru, sum megna at flýggja úr nærumhvørvinum til onnur lond. Hesi menniskju hava rætt til at vera møtt við virðing og tryggleika í móttakaralandinum og at fáa nøktandi bráfeingishjálp. Tey hava rætt til at søkja um friðskjól, og tey hava rætt til eitt “JA” ella eitt “NEI”. Um tey liva upp til krøvini sambært Flóttafólkasáttmálanum frá 1951, so hava tey rætt til at fáa eitt virðiligt uppihald á jøvnum føti við aðrar borgarar.
Um tey fáa eitt “NEI”, so hava tey rætt til at verða flutt heim aftur – um tað er nóg trygt – á ein virðiligan hátt.
Hendan bólkin av flóttum eiga vit at tilbúgva okkum til at taka ímóti, tí hóast vit ikki uppliva hetta til dagligt, so vita vit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, og ein slík tilbúgving tekur ár at byggja upp.
Øll lond í heiminum hava ábyrgd at endurhúsa kvotaflóttafólkum
Seinni bólkurin av flóttafólkum eru kvotaflóttafólk ella ST-flóttafólk. Hesi eru fólk, sum sambært Flóttafólkanevndini hjá ST, eru flokkað sum flóttar við serligum tørvi á endurhúsing. Hesi eru ofta bólkar, sum koma frá londum, har tað ikki er nøkur vón um frið í nærmastu framtíð. Talan kann vera um børn uttan fylgjara, einligar forsyrgjarar ella fólk, sum hava átrokandi tørv á heilsuhjálp. Hesi eru sostatt í eini serliga truplari støðu.
Amnesty hevur fyrr víst á, at tað væl kann hugsast, at tað eru ávísir bólkar av kvotaflóttafólkum, sum Føroyar við núverandi avmarkaðu tilbúgving kunnu hjálpa. Og seinasta uppritið, sum Vinnumálaráðið hevur gjørt í mars 2015 vísir, at Føroyar kunnu taka ímóti flóttafólkum, um vilji er til tess.
Øll lond í heiminum hava ábyrgd at endurhúsa kvotaflóttafólkum, men alt ov fá lond liva upp til ábyrgdina, og fólk í hundraðtúsundatali bíða eftir, at lond bjóða seg fram at endurhúsa teimum. Í 2020 var talið metlágt, hóast tørvurin er vaksandi.
“Hví hava vit ikki gjørt hetta aftur?”
Á altjóða Holocaustdegnum í ár, skipaði Amnesty og Nám fyri afturvendandi undirvísingartiltaki um fólkadráp. Evnið í ár var “Bosniadrápini”, og vit settu m.a. sjóneyku á kríggið á Balkan. Vit tosaðu við Regin Jacobsen, sum var við til at hjálpa einum bólki av avvístum flóttafólkum til eina góða tilveru í Føroyum, og vit tosaðu eisini við Tanju Elek um, hvussu tað hevur verið at koma til Føroya, sum flóttafólk fyri 20 árum síðani. Ein rørandi sólskinssøga og eftir stóð spurningurin: “Hví hava vit ikki sett okkum fyri, at gera hetta aftur?”.
Vit kunnu bara enn einaferð nýta altjóða flóttafólkadagin at heita á almennu Føroyar um at taka ábyrgd í flóttafólkaspurningin og seta gongd á arbeiðið við at byggja upp eina tilbúgving. Royndir úr t.d. Íslandi hava víst, at borgarnir í landinum hava ein lyklaleiklut at tryggja eina virðiliga vælkomu til flóttafólk, og tí hevur tað týdning, at borgarar taka lut og eru við til at bjóða vælkomin. Tað var eisini júst tað, sum lokalsamfelagið á Glyvrum gjørdi fyri 20 árum síðani, tá nakrar familjur fingu møguleika at byggja sær eina nýggja tilvera upp.