Vit eru samd um, at sex krevur samtykki. Nú skal lógin broytast!
“Sex krevur samtykki!” – Henda boðskapin hevur Amnesty Føroyar – saman við Almannamálaráðnum, Fólkaheilsuráðnum og Føroya Politii – varpað út um allar geilar hesi seinastu seks árini.
Vit hava eisini skipað fyri átøkum, tiltøkum og undirvísing, og tá ið vit hava spurt fólk, um tey hava hoyrt ella sæð boðskapin, siga meira enn 90 % av føroyingum seg hava sæð okkara lýsingar og kenna hugtakið samtykki.
Ein hugburðsbroyting er í gongd. Ein hugburðsbroyting um kropslig rættindi, mørk og samtykki. Men enn vantar ein grundleggjandi partur. Nevniliga lóggávan á økinum.
Ein lógarbroyting skal broyta hugburð og virka fyribyrgjandi
Lógarbroytingin frá harðskapsgrundaðari til samtykkisgrundaða neyðtøkulóggávu skal stimbra hesa hugburðsbroytingina og fyrst og fremst virka fyribyrgjandi. Ein slík lógarbroyting krevur eisini, at vit fáa í lag undirvísing á øllum floksstigum í fólkaskúlanum og á miðnámi, fyri fakfólki, sum arbeiðir í skipanini, og fyri almenninginum. Vit skulu miða eftir at broyta vanahugsanir um tað, sum verður kallað vanligur atburður.
Frælsi frá neyðtøku er ein mannarættur
Amnesty hevur kannað lóggávuna í 31 evropeiskum londum, og kanningin vísti, at bara 9 av 31 londum hava lóggávu, sum staðfestir, at sex krevur samtykki. Hóast fleiri av okkara grannalondum teljast ímillum tey níggju, so gera Føroyar tað ikki.
Eftir § 216 í føroysku revsilógini er talan er um neyðtøku, tá ið onkur við harðskapi, hóttan um harðskap ella ólógligum tvingsli noyðir onkran annan til samlegu, ella tá ið tann órættaði er í eini slíkari støðu, at hann ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini. Sostatt skal onkur av hesum treytunum vera lokin, fyri at talan kann sigast at vera um neyðtøku eftir føroysku revsilógini.
Galdandi lóggáva er óhóskandi á fleiri hættir:
- Fyrst og fremst máar lóggávan støðið undan grundhugsanini um, at eg havi ræðisrætt á egnum kroppi. Í staðin rør hon fram undir, at hin parturin í útgangsstøðinum hevur rætt til kroppin hjá mær, uttan so at eg mótmæli so hart og týðuliga, at viðkomandi má noyða meg við harðskapi ella tvingsli.
- Harafturat viðurkennir lóggávan ikki ta sannroynd, at flestu neyðtøkur fara fram við ongum harðskapi. Í flestum førum “frystir” tann órættaði, og vøddarnir lammast. Hetta er ein yvirlivingarmekanisma. Tann órættaði fær hvørki gjørt mótstøðu ella mótmælt, og tí krevst eingin harðskapur til at fremja neyðtøkuna. Herfyri vísti ein svensk kanning, at 70 % av kvinnunum, sum settu seg í samband við móttøkuna fyri neyðtikin, høvdu upplivað at “frysta”, tá ið hendingin fór fram.
- Ein kanning hjá Amnesty Danmark vísti, at nógv órættað als ikki kenna seg aftur í lógini. Tey lata tí vera við at melda og kenna tað, sum at skipanin als ikki hjálpir teimum ella verjir tey, hóast tey hava verið fyri eini tí verstu brotsgerðini, sum finst.
Ein lóg, sum er grundað á samtykki, sigur harafturímóti, at sex við ongum samtykki er neyðtøka, og tí mugu partarnir tryggja sær, at samtykki er givið annaðhvørt við orðum, teknum ella gerðum. Farið verður frá at kanna, um harðskapur, hóttanir um harðskap ella tvingsil eru farin fram, til at kanna, um partarnir hava givið samtykki sínámillum.
Kriminalisera vit so ikki vanligan atburð?
Ofta verður spurt, um samtykkislóggáva ikki kriminaliserar vanligan atburð. Amnesty heldur tað hava stóran týdning, at vit tora at spyrja, hvat ið vanligur atburður er, hvaðani fatanin av vanligum atburði stavar, og um tað, sum vit halda vera vanligan atburð, er hóskandi atburður?
Í londunum kring okkum hava vit sæð fleiri grov dømi um, at harðskapsgrundað lóggáva er óhóskandi og heldur okkum føstum í aldagomlum kynsfatanum og atburði.
Eitt dømi sóu vit í Svøríki, har ið tríggir menn í 2013 vóru ákærdir fyri at hava neyðtikið eina 15 ára gamla gentu við eini fløsku. Dómurin staðfesti m.a.:
“Fólk, sum eru uppi í kynsligum aktivitetum, gera natúrliga ymiskt spontant við kroppin hjá hvørjum øðrum uttan at spyrja um samtykki.”
Umsett frá: “People involved in sexual activities do things naturally to each other’s body in a spontaneous way, without asking for consent.”
Dómarin helt eisini, at smædni mundi vera ein orsøk til, at gentan ikki vildi gleiva.
Málið birti í rørsluna FATTA (t.e. Fata tað!) og gjørdist ein høvuðsorsøk til, at lóggávan í Svøríki seinni varð broytt. Svenska lógin staðfestir nú, at sex skal far fram av fríum vilja.
Amnesty Danmark hevur eisini víst á dømi um rættarmál eftir tí gomlu donsku lógini (meinlík tí føroysku í dag), har ið tann ákærdi t.d. verður fríkendur, hóast hann hevur viðgingið, at kvinnan græt. Hann visti bara ikki, at tað merkti, at hon ikki vildi hava samlegu.
Slík dømi eiga at fáa okkum at seta álvarsligt spurnartekn við, hvat ið vit meta at at vera vanligan atburð.
Rættartrygd og rættarvernd
Nevnda dømi úr Svøríki er bara eitt av fleiri, sum vísa, at harðskapsgrundað lóggáva ikki verjir fólk í ekstremum støðum. Rættarverndin er ov vánalig. Hesi seinastu árini hava fleiri slík dømi fingið almenna umrøðu og birt í rørslur, sum hava slóðað fyri lógarbroytingum.
Í 2018 gjørdust ávikavist Ísland og Svøríki nummar 7 og 8 í Evropa at staðfesta, at neyðtøka skal allýsast við støði í vantandi samtykki, og í 2020 samtykti ein meiriluti á fólkatingi, at eisini danska lóggávan skuldi grundast á samtykki. Danska lógarbroytingin kom í gildi 1. januar 2021.
Summi finnast at donsku lógarbroytingini og siga seg bera ótta fyri rættartrygdini hjá tí ákærda ikki at vera dømdur av órøttum. Men hesum vísir Amnesty aftur. Tí hóast ein samtykkislóg vónandi fer at fevna breiðari, so merkir tað ikki, at rættartrygdin hjá tí ákærda versnar. Ákæruvaldið hevur framvegis alla próvbyrðuna og skal prógva, at tann ákærdi er sekur. Tað, sum verður broytt, er tað, sum skal prógvast. Próvtemað skal ikki longur snúgva seg um, hvat ið tann ákærdi ikki visti, men í staðin um, hvat ið fekk ákærda at halda, at tann órættaði samtykti.
Eftir verandi lóggávu nýtist tí ákærda bara at grundgeva fyri, at viðkomandi ikki hevði orsøk at halda, at hin parturin ikki vildi. Við eini samtykkislóg verður dentur í staðin lagdur á, um tann ákærdi hevði orsøk at halda, at hin parturin vildi hava sex.
Samtykkilóg á politisku dagskránni í Føroyum
Fleiri lond í Evropa hava, sum nevnt, samtykkisgrundaða neyðtøkulóggávu. Umframt tey nevndu londini hava eisini Ongland, Írland, Luksemborg, Týskland, Kýpros og Belgia slíka lóggávu. Tí er talan ikki um nakað nýtt ella ókent fyribrigdi, og so seint sum tann 8. mars í ár fingu Føroyar eina viðmerking frá ST um, at vit eiga at seta samtykkislóggávu í verk. Harumframt hava Føroyar umvegis kvinnurættindasáttmálan bundið seg til at seta ítøkilig tiltøk í verk til at basa mentanarligum rótum til kynsligan harðskap og valdsójavna millum kynini. Og hetta kunnu vit m.a. gera við eini samtykkilóg.
Inglín D. Strøm setti herfyri løgmanni skrivaligan fyrispuning um samtykkilóggávu. Evnið varð viðgjørt stutt í Løgtinginum í vikuni, sum fór. Tað var gleðiligt at hoyra, at nógv av løgtingsfólkunum eru samd um, at lógin hevur grundleggjandi manglar. Eisini Løgmaður, sum umsitur økið, viðurkendi hetta. Tó lá tað ikki í luftini, at tøk skulu takast her og nú. Umrøðan í Løgtinginum vísir eisini, at tað eru fordómar og vanahugsanir, sum framvegis skulu broytast. T.d. vildi ein løgtingslimur vera við, at tað er lætt at verða dømdur fyri neyðtøku. Ein slík útsøgn gloymir totalt, hvussu trupult tað er yvirhøvur at fáa eitt mál fyri rættin. Í flestu málum verður ákæra als ikki reist, og yvirhøvur eru tað bert eitt fátal av neyðtøkum, sum verða meldaðar. Orsøkin skal m.a. finnast í lógini, tí hon fevnir ikki um tær mest vanligu støðurnar.
Evnið er torskilt og sárbært og krevur fleiri viðgerðir, og hóskvøldið tann 29. apríl skipar Amnesty tí fyri kunnandi fund og pallborðskjakið um evnið, har vit m.a. seta spurningin, um Føroyar eru klárar til eina samtykkilóg?
Faklig upplegg eru á skrá og umboð frá politisku flokkarnar koma í Smæruni hóskvøldið 29. apríl kl. 20.00.
Øll áhugað eru hjartliga vælkomin.