Aðalfundur og alment tiltak um samtykkilóggávu hóskvøldið tann 29. apríl

STAÐUR: SMÆRAN, J.H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn DAGUR: hóskvøldið tann 29. apríl SKRÁ: KL. 18.00 – 19.30: AÐALFUNDUR KL. 19-30 – 20.00: ÁBIT KL. 20.00 – 21.30: ALMENT TILTAK UM SAMTYKKILÓG AÐALFUNDUR: SKRÁ 1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara 2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári 3) Góðkenning av roknskapi 4) Nevndin svarar spurningum 5)…

SAMTYKKILÓG – alment tiltak 29. apríl

Vit eru samd um, at sex krevur samtykki. Nú skal lógin broytast! “Sex krevur samtykki!” – Henda boðskapin hevur Amnesty Føroyar – saman við Almannamálaráðnum, Fólkaheilsuráðnum og Føroya Politii – varpað út um allar geilar hesi seinastu seks árini. Vit hava eisini skipað fyri átøkum, tiltøkum og undirvísing, og tá ið vit hava spurt fólk,…