Eitt gott og stuttligt kjak, har øll vóru samd um, at lógin eigur at broytast.
Fleiri ferðir varð flent og lógvabrestir hoyrdust serliga væl, tá Hervør svaraði uppá spurning frá Óluvu Zahariassen, um ikki ein samtykkilóg tekur allan romantikk og spenning burtur. Til tað svaraði Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi greitt:
“Nei, tað haldi eg slett ikki. Tað er SEXUT at siga JA! Eg haldi, at samtykki er forbannað sexut!”.
So kann tað ikki sigast betur!
Kvøldið byrjaði annars við, at vit fyrst fingu innlit í, hvussu tað er at verða møttur í eini skipan stýrd av eini lóg, sum byggir á harðskap. Síðani fingu vit innlit í, hví Amnesty metir, at tað er so grundleggjandi, at vit broyta lógina, soleiðis at hon endurspeglar hugburðin í samfelagnum. Áðrenn politikararnir komu at siga sína hugsan, fingu vit eina stutta gjøgnumgongd av, hvat núverandi lóggávu um neyðtøku sigur, og hvat ein samtykkilóg inniber.
Pallborðið varð sett, og Óluva Zachariassen innleiddi við at spyrja, um vit skulu hava eina lóg um neyðtøku, sum byggir á samtykki millum allar partar?
Øll í pallborðinum svaraðu greitt – ella næstan øll.
-
Súsanna Olsen (Framsókn): Framsókn er við!
-
Ólavur í Geil (Miðflokkurin): Ja, sum útgangsstøði – samtykki skal vera grundarlagið!
-
Hervør Pálldóttir (Tjóðveldi): Ja! vit skulu absolutt hava eina samtykkilóg – ongantíð ov skjótt!
-
Ingilín D. Strøm (Javnaðarflokkurin): Ja! vit skulu hava eina samtykkilóg!
-
Jaspur Langgaard (Sambandsflokkurin): Tað einasta, vit IKKI skulu gera, er einki at gera!
-
Christian Andreasen (Fólkaflokkurin): Lat meg bara oyðileggja tann góða stemningin.
Tað var greiður stemningur fyri, at núverandi lóg skal broytast. Og Hervør og Ingilín vóru púra ivaleysar, at sjálvandi skal ein komandi lóg byggja á samtykki. Tær kenna væl økið, og dugdu væl at greiða frá, hví hon skal vera samtykkigrundað. Súsanna úr Framsókn, Ólavur úr Miðflokkinum og Jaspur úr Sambandsflokkinum vóru sera positiv yvirfyri eini lóg, sum byggir á samtykki, tó vóru tey ikki eins greið og høvdu ikki tikið greiða støðu til munin á eini samtykkilóg og eini lóg, sum er grundað á frían vilja (frívilligheit). Christian úr Fólkaflokkinum var meira afturhaldin, og vildi vera við, at núverandi lóggáva og praksis broytist, sum hugburðurin í samfelagnum broytist. Tó segði hann, at hann var fyri, at sex krevur samtykki, men um talan skal vera um eina lógarbroyting, hellur hann meira til útgávuna, sum byggir á frían vilja.
Nógv gott kjak var um, hvørt tað er hugburður, sum broytir lóg. Ella um lóg broytir hugburð og atferð. Tað var eisini nógv gott og viðkomandi prát um týdningin av upplýsing og útbúgving av børnum, ungum og fakfólki.
Takk fyri luttøkuna – flott at flokkarnir eru klárir at umrøða henda týdningarmikla, men trupla spurning. Og vit gleðast um lovandi orð frá løgmanni.
Nú eru vit í gongd og fara sjálvandi at fylgja gongdini og leggja trýst. Vit fara eisini framhaldandi at arbeiða líka hart fyri at fáa boðskapin um kropsligt sjálvræði og samtykki út um allar geilar.
Vit loyva okkum at taka samanum við at siga, at ein samtykkilóg er á veg!