Á fundi í gjárkvøldið skipað nývalda nevndin, sum varð vald á aðalfundinum tann 29. apríl, seg soleiðis:
Turið Maria Jóhansdóttir, forkvinna.
Regin Berg, næstformaður.
Ugur Kevioglu, kassameistari.
Annika Malunardóttir, nevndarlimur.
Heiða G. Nolsøe, nevndarlimur.
Anna Joensen Næs, tiltakslimur.
Dánjal Hátún Augustinussen, tiltakslimur.
Milia Egilsnes, tiltakslimur.
Amnesty International Føroyar hevur trý høvuðsmál:
1. AT UPPLÝSA UM ALTJÓÐA MANNARÆTTINDI
2. AT UPPLÝSA UM OG ÁVIRKA MANNARÆTTINDASTØÐUNA ÚTI Í HEIMI
3. AT UPPLÝSA UM OG ÁVRIKA MANNARÆTTINDASTØÐUNA HER HEIMA
Seinnu árini hevur Amnesty arbeitt við at uppbyggja viðkomandi samstørv um afturvendandi tiltøk. Og nýggja nevndin fer at leggja seg eftir at styrkja hesi samstørv, tí okkara royndir hava víst, at vit røkka nógv longur, tá vit arbeiða saman so breitt og so nógv sum gjørligt.
Dømi um afturvendandi tiltøk eru SAMTYKKIátøkini, VIKA SEX, tiltak á altjóða Holocaustdegnum, skeið í mannarættindum og árliga skriva fyri lív átakið. Eisini senda vit 3 altjóða mál út umvegis okkara SMS-skipan hvønn mánað, sum snúgva seg um altjóða viðurskifti.
“Afturat hesum fer nýggja nevndin framhaldandi at arbeiða við og leggja trýst á føroysku myndugleikarnar um at bøta um fongsulsviðurskiftini í Føroyum, og sjálvsagt eisini at trýsta fyri, at arbeiðið við eini samtykkilóg ber á mál”, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, sum var afturvald sum forkvinna.
Vit gleðast eisini um, at vit í løtuni hava ein virknan ungdómsbólk, sum eisini hevur fleiri spennandi tiltøk á skrá. M.a. at skipa fyri kunnandi tiltaki um, hvussu ung kunnu vera virkin í frítíðini.
Ein stór tøkk til Eyðgerð og Barbaru
Á aðalfundinum takkaðu vit hjartaliga Barbaru Jacobsen og Eyðgerð Mørkøre fyri teirra stóra innsats seinastu nógvu árini í nevndini hjá Amnesty í Føroyum.